Eg ivaðist í fyrradagin í, um tað var rætt at senda upptøkurnar, sum vóru tiknar aftaná, at samrøðan við Heðin Mortensen, borgarstjóra, var hildin at verða liðug. Mín grundgeving var, at tað kundi flyta fokus frá kjarnanum í hesum álvarsmáli.
Men soleiðis, sum Rás 2 í dag gjørdi, har mikrofonin bara var latin upp fyri borgarstjóranum í einar 6-7 minuttir - tað var ikki gott. Men har sigur borgarstjórin so um ikki annað, at hann fegin letur seg interviewa av journalistum, sum eru seriøsir (haldi at hann segði). So har var kanska eitt dømi um, hvat Heðin heldur verða seriøsan journalistikk: Latið mikrofonslúsurnar upp fyri mær!
Fyri tað fyrsta er tað ikki góður journalistikkur í Rás 2 bara at lata mikrofonslúsuna upp uttan mótspurningar og uttan at mótparturin sleppur til orðanna. Og her gerst støðan margháttlig, tí mótparturin er blivin Dagur og Viku. Haldi at tað hevur sjálvur borgarstjórin reist sum ein trupulleika, men nú gottar hann sær saman við Hilmari Jan og válkar sær í einum feili, sum Dagur og Viku kanska gjørdi fríggjakvøldið.
Nú fari eg at halda, at Dagur og Vika vinnur eitt sindur av trúvirðinum aftur, eftir at borgarstjórin og Hilmar Jan royna at sementera hetta álvarsmál til eina trætu millum Dag og Viku og Býráðið. Og nú kann Rás 2 so leggja seg í skjúrtuvelið á borgmeistarapartinum.
Eg vildi ynskt, at Dagur og Viku í kvøld ordiliga setti málið á beint aftur, áðrenn týdningarmiklasta tíðíndasending í landinum fer í summarfrí, tí tað hendir so lítið í Føroyum um summarið.