Friday, June 29, 2012

Gerið uppreistur - setið krøv!


Var gestarøðari á pisufundinum í Viðalundini 28. juni 2012:

Góðu pisur!
Eg fari at uppfinna eina nýggja app.
Eina app. til telefonina ella til Facebook, har tað ber til at spyrja, hvat kann eg gera nú?
Hon skal kappast við allar hinar, har til ber at spyrja: Hvussu fái EG best pilka mær í mínum egna nalva? Hvussu væl dámdur eri EG? Hvørjum fái EG vitjan av? Skriva eitt orð um meg, sum byrjar við K! Sig mær, hvat slag av persóni EG eri?
Ja, spurningurin skal vendast frá: Hvat fái EG burtur úr til “Hvat kann eg gera?” ella vit kunnu hugsa enn longri: Hvat kunnu VIT gera?
Hetta er ikki ein ring app at gera, tí svarið er so einfalt:
Hvat kann eg gera? Svarið er: Tú skalt – eg sigi skalt – taka ábyrgd fyri, at hetta landið verður eitt gott land at búgva í!
Og spyrja vit tann stóra spurningin: Hvat kunnu VIT gera, so kemur ein annar spurningurin kanska fyrst: Hvørji VIT? Jú, Vit sum í dag eru so glað tí VIT eru liðug í Hoydølum, Vit, sum eru foreldur hjá tykkum, Vit sum búgva her! Vit sum elska tykkum! Ja tá skal svarið verða – ikki so ringt at rokna út, ha?:
Tit skulu – ja tit skulu øll taka ábyrgdina av at gera hetta til eitt gott land at búgva í!
Vit síggja bert nøkur fá aftur
Av øllum tykkum, sum ætla tykkum uttanlands at taka útbúgvingar, er stórur vandi fyri, at vit bara síggja nøkur fá aftur. Seinastu mongu árini er bert ein komin aftur av hvørjum trimum, sum eru farin.
Giti at fleiri tykkara hugsa beint nú: Ja, eg ætli mær so aftur til Føroya – tað veit eg!
Onnur hugsa kanska longu nú: Eg tími ikki at vera í Føroyum, hetta er eitt lorta land.
Onnur spyrja seg sjálvan: Hvat fái EG burturúr at koma aftur til Føroya?
Tí fari eg at uppfinna nýggju appina – fyri at minna tykkum á at spyjra, hvat kann eg gera ella hvat kunnu vit gera?
Nógv at finnast at
Í Føroyum eru fleiri ting, sum vit kunnu kritisera. Her eru fleiri ting, sum vit vildu havt vóru øðrvísi. Men ábyrgdin at broyta til tað betra er okkara.
Vit sum liva her í dag hava brúk fyri tykkum. Tit hava orkuna og hugskotini.
Vit vilja hoyra tykkara røddir í felagsskapinum: Gerið uppreistur! Setið krøv! Blandið tykkum! Rópið, skrálið, argið og krevjið.
Vit minnast so illa
Fólk í mínum aldri elska at siga við ungfólk, at tey eru nakrir egoistar. Soleiðis vóru vit ikki – nei vit vóru ikki so sjálvupptikin og vit droymdu ikki bara um at vera við í Pardise-Hotel, har egoisman trívist so væl og miðlagreðin er øgilig. Men trupulleikin hjá fólki í mínum aldri er, at vit minnast so illa, hvussu vit sjálvi vóru sum ung og vit vita ikki serliga væl, hvussu nútímans ungdómur er. Helst tí vit ikki duga nóg væl at lurta eftir tykkum.
Tí hevur tað týdning, at tit eru sjónlig og hoyrast. Lærið tykkum aðrar spurningar enn: Hvat fái EG burtur úr?
Ung taka seg saman
Fleiri staðni í Evropa eru ungdómsrørslur, sum seta krøv til samfelagið. Krøv um at vera tikin í álvara, at fáa somu rættindi sum onnur, at fáa arbeiði, at fáa part í ríkidøminum..hetta eru rørslur, sum vit eiga at stuðla ella í hvussu so er læra av.
Styrkin í felagsskapinum er, at rúm kann gerast fyri øllum.
Men soleiðis er ikki í øllum londum. Tað hendir eisini í summum londum, at ungfólk heldur velja bara at flyta og venda heimlandinum bakið. Hetta sigst henda í Portugál – og hetta hendir í Føroyum.
Í Føroyum hava vit ikki sama ójavna at berjast ímóti, ikki sama fátækradømi, men vit hava onnur viðurskifti at berjast fyri. Og tí vil eg heita á tykkum um ikki bara at rýma, ikki bara flyta og hvørva.
Hevjið røddina, gevið valdinum mótspæl. Vit hava brúk fyri tykkum!
Mugu ikki tagna uttanlands
Og gerið tað eisini, um tit skulu liva uttanlands eitt skifti. Tit mugu ikki tagna. Alla tíðina krevja at verða eina partur av hesum samfelagnum. Men hetta hendir ikki av sær sjálvum.
Tit eru ikki borin í hendan heim fyri at akta autoritetirnar og fara krúpandi fram við vegginum, sum sligin hundur!
Tit eru borin í henda heim fyri at vera eina partur av felagsskapinum og broyta hann, so rúm verður fyri øllum.
Tit hava fingið eina útbúgving í hesum landi, tí VIT hava brúk fyri tykkum. Verið við til at gera Føroyar til eitt VIT-samfelag og ikki eitt EG-samfelag.
Tað eru eisini nøkur virði til, sum eita samhaldsfesti, tolsemi, viðurkenning, ymiskleiki. Nøkur virði, sum ikki bara eru krónur og oyru. Nøkur virði, sum ikki bara snúgva seg um: Hvat loysir seg fyri meg!
Tað loysir seg fyri Føroyar, at tit eru og verða partur av hesum landi.
Fylg hjartanum!
Tá eg nú hava lagt upp til, at tit skulu velja felagsskapin heldur enn bara EG, so skal eg skunda mær at siga, at tit eisini skulu velja tykkum sjálvi. Tú skalt eisini velja teg sjálva. Tú skal ikki bara taka ábyrgd av at gera hetta landið til eitt gott land á liva í. Tú skal eisini finna títt egna pláss í samfelagnum, fylgja tínum hjarta, taka tíni egnu val og menna teg persónliga. Tit skulu ikki velja tykkum onkra útbúgving, tí onkur annar sigur, at brúk er fyri tí ella tí útbúgvingini. Tú skalt hava teg sjálva við, tá lívsleiðins skal veljast.
Tá eg á hendan loynifulla hátt, sigi, at tit skulu hugsa bæði VIT og EG – bæði felagssskapin og einstaklingin – bæði tað persónliga og tað kollektiva, so er tað tí eg haldi tað ber til og eg haldi vit fáa eitt betri samfelag at liva í, um vit hugsa bæði og. Tit kunnu fáa bæði, men tað skal takast!
Tí skulu tit um nøkur ár ikki bara hugsa: Loysir tað seg fyri MEG at flyta heimaftur? Tað loysir seg fyri okkum øll.
Njótið henda fantastiska dag. Njótið komandi dagarnar, summarið, mánaðirnar. Ja, njótið komandi árini.
Vitjið verðina, heilsa heiminum og livið lívið!
Óneyðugt við spurningi
Og tá tit – um nøkur ár - sita millum vinir onkrastaðni langt av leið. Takið tá telefonina fram. Trýstið á hasa gomlu Føroya-appina. Hon er blivin ordiliga modernað. Tá verður óneyðugt at seta nakran spurning.
Appin svarar heilt av sær sjálvum:
Vit skulu – ja, vit skulu øll verið við til at gera hetta til eitt gott land at búgva í!
Annars! Nú tá so fá børn verða fødd í landinum, so skundið tykkum nú at gera ein rúgvu av børnum. Tað kann eisini verða stuttligt - so frætt minnist eg frá mínum egna ungdómi.
Til lukku øll somul!