Monday, November 18, 2013

Og nú skulu vit so gráta um Atlantsflog

..ja, faktiskt kunnu vit í hvussu so er lippa eitt sindur. Kanska ikki bara tí stjórin í 18 ár ikki er stjóri longur. Men serliga eftir handfaringina hjá nevndini – einamest nevndarformanninum Niels Mortensen.

Atlantsflog er seinastu árini komið í eitt slag av hatistøðu hjá ein parti av Føroya fólki. Ikki veit eg hvussu stórur hesin partur hevur verið, men tann sjálvsagda vælvild, sum Atlantsflog hevði fyri nøkrum árum síðini hevur ikki verið eins sjálvsøgd seinastu árini.
Kringvarpið hevur verið í eini líkandi støðu.

Av onkrari grund, sum vit ikki kenna, valdi nevndin seint leygarkvøldið at boða frá, at Magni Arge ikki longur skuldi vera stjóri í Atlantsflog, men tað skuldi ein Jørgen Holme verða. Fyribils í tvey ár skiltist.

Og hví skulu vit so lippa.
Tí, at tað skuldi verið púra óneyðugt at siga farvæl við ein stjóra á so óhøviskan hátt. Ein stjóri gjøgnum 18 ár hevur uppiborið eina virðiligari viðferð.

At ein stjóri eftir 18 ár leggur frá sær ella verður biðin um at lata nýggjar kreftir koma til, er ikki so óskiljandi. So mikið haldi eg meg kenna Magna, at hann er ikki so erkvisin, at hann ikki hevði skilt eina slíka áheitan frá hægsta myndugleika í felagnum.

Nevndin kundi eitt nú skipa fyri einum tíðindafundi mánamorgun, har gamli stjórin takkaði fyri seg og nýggi stjórin var førdur fram. Og nevndarformaðurin greiddi høvuðseigarunum – okkum – frá, hvat ætlaninar vóru við hesum týdningarmikla felag. Nevndarformaðurin kundi eisini fyrireika eitt svar uppá spurningin, hví ein nýggj strategi skal mennast, hvat var galið við verandi strategi. At velja nýggja strategi er ikki bara sum at mála stovuna. Man ger tað ikki bara, tí man bara hevur hug til tað. Hví hava vit rætt til spyrja.

Vit skulu eisini lippa, tí um Atlantsflog eisini ætlaði at nýta hetta høvi at stimbra vælvildina móti felagnum aftur, so er næstan vorðið verri – bara eftir tveimum døgum.

At seta ein danskara sum stjóra kann sjálvandi vera rætt, men tað slepst ikki undan, at tankarnir fara aftur til Maersk-tíðina. Og serliga tá stjórin so kemur til arbeiðis og einki yvirhøvur hevur at siga. Og tá nevndarformaður, so úttalar seg meiri til danskar miðlar enn til føroyskar, so grevur hann enn einaferð undan vælvildini, sum føroyska flogfelagið hevur livað so væl av.

Eg havi meiri enn einaferð verið við í kórinum, sum hevur funnist at kostnaðin á ferðaseðlum, men tað er ein ábreiðsla, sum ein stjóri má duga at taka, og tað er eisini ein ábreiðsla móti politiska eigaranum.

Og sjálvt um kórið – eftir mínari sannføring er vaksið – so átti nevndin í Atlantsflog at verið virðiligari, tá stjórin skuldi skiftast út, og nevndin átti at sagt sínum eigarum – okkum – hvat var galið við gomlu strategiini, og hvat ætlanin er at stremba fram ímóti.

Størri avlop, bíligari ferðaseðlar, færri rutur ella kanska, at landið skal keypa privata partin aftur?