Herfyri segði Dia Midjord,
kringvarpsstjóri, at meiri norðurlendskt tilfar fór at verða í
kringvarpinum. Tað kann lesast her.
Í hesi vikuni er annars gott høvi á
ítróttarøkinum.
Norðmenn standa við møguleikanum at
vinna heimsmeistaraheitið í talvi. Ein stórhending í
norðurlendskum høpi. Men eg dugi ikki at síggja, at KvF ger nakað
burturúr yvirhøvur.
Í Íslandi hevur íslendska
fótbóltslandsliðið hjá monnum fyri fyrstu ferð og púra óvæntað
møguleikan at spæla seg til luttøku í HM í Brasilia.
Haldi heldur ikki Kringvarpið higartil
hevur gjørt nakað burturúr tí og so vítt eg dugi at síggja, so
ætla tey heldur ikki. Men hetta ber til at broyta til
fríggjakvøldið, lat okkum vóna, at Kringvarpið ger tað.
Portalurin hevur viðgjørt langdystin
í talvi og eingin ivi er um, at her er áhugi í Føroyum. Tað hevði verið fínur møguleiki hjá øðrum miðlum eisini at brúkt t.d Rana Nolsøe at umrøða hendan stórdystin.
Vágaportalurin hevur eitt
leinki til síðuna hjá norska blaðnum VG.
Dugi ikki at síggja, at in.fo hevur
nakað um talvdystin, men tey hava so eina grein um svenskaran
Zlatan, sum skal hava ein bil.