Eitt út av lagi illa frágingið
innslag í útvarpinum í kvøld um avlurtingarpakkan.
Í útvarpinum var samrøða við
Jógvan Elias Winther Poulsen, advokat. Sagt var, at hann var á gátt
í rættarnevndini í samband við viðgerðina av
avlurtingarpakkanum.
Hetta var yvirlitið yvir, hvør var
innkallað í rættarnevndina í dag í samband við
avlurtingarpakkan:
Kl. 9.15: Amnesty
Kl. 9.40: Dátueftirlitið
Kl. 10.00: Advokatarnir Jógvan Elias
Winther Poulsen og Turið Debes Hentze
Kl. 10.20: Barnaverndarstovan Føroya
Kl. 10.40: Felagið Føroyskir
Sálarfrøðingar
Kl. 11.00: Johan Dahl, landsstýrismaður
í vinnumálum
Kl. 12.00: Sorinskrivarin
Og útvarpið valdi - uttan nakra
frágreiðing - bara at tosa við Jógvan Elias Winther Poulsen.
Einasta sum sagt var, var at hann hevði kannað avlurtingarpakkan og
var á gátt í rættarnevndini. Og hann dugdi yvirhøvur einki at
síggja, sum setti spurnaðartekin við ætlanina um meiri avlurting
her á landi.
Hvat við hinum og hví vóru júst
hasi fólkini vald at koma í rættarnevndina? Møttu tey ikki upp ella høvdu tey onga meining?
Høvdu hini ikki kannað
avlurtingarpakkan?
Hevði tað ikki verið vert at nevnt,
at fleiri ymiskt vóru innkallað?
Óvanliga illa frágingið
journalistiskt arbeiði.
Her er meiri tilfar um avlurtingarpakkan: Um avlurtingarpakkan
Her er skráin til fundin í rættarnevndini: Skrá fyri fund í rættarnevndini
Her er innslagið í útvarpinum í kvøld (tekur eina lítla løtu): Innslagið í útvarpinum