Kom eitt sindur óvart á meg, at henda viðmerkingin um mammu løgmann
fór so víða. Tí vil eg fegin útgreina mína hugsan eitt sindur.
Hatta
slag av innslagi verður í journalistiskum høpi nevnt vox-pop (Vox
Populi), sum dyrgir eftir hugsanini hjá "manninum á gøtuni" um eitthvørt
evni. Fólk verða spurd - oftast á onkrum almennum staði - her og nú og
uttan høvi at fyrireika seg og uttan nakra serliga útveljing - tilvildin
ræður. Tí ber ikki til á nakran hátt at siga nakað um, hvat meirilutin
heldur ella ikki heldur, men til ber at savna eitt úrval av meiningum um
evnið. Ongin er við grundað journalistiska útveljing, men tí tey eru
stødd á staðnum ta løtuna spurt verður.
Her eru longu tveir skeivleikar í innslagnum:
Í
yvirskriftunum verður sagt, at eldra ættarliðið gav løgmanni frægastu
ummælini fyri løgmansrøðuna vísti spurnaðarumfar seinnapartin í dag.
Hetta er rein misnýtsla av einum vox-pop - tað er ikki nakað
spurnaðarumfar. At ein redaktørur loyvir hesum í gjøgnum er óskiljandi.
Hann kundi eins væl sagt, at sitandi fólk geva løgmanni bestu ummælini.
Í
øðrum lagi broytist tilvildin mitt í innslagnum. Tá verður ein kona
vald út og verður presenterað, sum mamma løgmann. Við hesum hvørvur
tilvildin, og ein persónur verður valdur út eftir serligum treytum. Og
júst valið av hesum serliga persóni eigur at fáa journalist, fotorgraf
ella redaktør at hugsa um hon - sum mamma løgmann - dugdi at meta um
fylgjurnar av tí hon sigur. Eg veit ikki, um hon dugdi tað, men ein
redaktørur, sum hevur ein vox-pop liggjandi, eigur at siga, at her mugu
vit tryggja okkum, at vit ikki misnýta metingarevnini hjá persóninum og
klippa viðkomandi burtur.
Tá ein persónur á hendan hátt
journalistiskt verður valdur út, tá broytist innslagið og setur størri
journalistisk krøv til dygdina í innslagnum.
Hetta hevur einki at
gera við um persónurin er gamal ella ungur, gloymskur ella ikki, men
snýr seg bara um, at eitt vox-pop brádliga fær eina snaring burturfrá
tí, sum eitt vox-pop er, nevnliga at savna ymsar tilvildarligar
áskoðanir um eitt evni.
Men eg skilji kortini, at hon var við í
innslagnum, tí í logikkinum hjá journalisti og redaktøri, so var lagt
upp til skemt. Og sanniliga var tað stuttligt, men ivasamt er kortini um
slíkt skemt hoyrir til í eini tíðindasending.
Eitt annað er, at
hetta kann koma kringvarpinum aftur um brekku, tá tey ætla at vitja
onnur støð av hasum slagi. Tað veri seg skúlar, stovnar av ymsum slagi
ella arbeiðspláss. Sjálvandi eigur fakliga støðið at vera so høgt í
kringvarpinum, at man skal kenna seg tryggan at bjóða kringvarpinum
innum. Starvsfólk, sum hava lovað kringvarpinum inn, eiga ikki aftaná at
hava skuldarkenslu, tey eiga at vita, at Kringvarp Føroya er fakliga so
sterkt, at eingin aftaná fer at kenna misnýttan. At starvsfólkini á stovninum hava ábyrgdina í síðasta enda er nakað annað.
Um tað kortini
hendir - og sjálvandi kann tað henda - so er beinanvegin at koma við
eini umbering, so fleiri dyr ikki verða læstar í framtíðini og fyri at
vísa, at vit fakliga vita, hvat vit gera.
Annars haldi eg, at journalistiskt var tað skirvisligt bara at hava eitt miseydnað vox-pop, sum viðgerð av røðuni.
Innslagið kann síggjast her
Leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið kunnu lesast her.