Tuesday, September 29, 2015
Rætta svarið fingu vit ikki frá Anniku
Ein sera lang samrøða við Anniku Olsen í kvøld, sum mest var ein umbering fyri ivasama politiska dømikraft.
At Annika fór úr Fólkaflokkinum gjørdi ikki so nógv bilsin, men at hon fór eina viku eftir valið, var kanska ikki væntandi. Hon hevði sjálv staðið í fremstu røð, tá arbeiðið hjá fráfarnu samgongu skulu seljast og vekslast til fýra ár afturat.
At hon so segði ja til Framsókn og forkvinnusessin í fíggjarnevndini vísir bara, at hon er ein politikari við persónligum ambisjónum, sum einhvør maður (og hví skuldi hon ikki tað?)
Men so hendir okkurt: persónligt trýst er orðið, sum Annika brúkar.
Ein so royndur politikari, sum smekkar til forkvinnusessin í fíggjarnevndini í eini handavending, má vera von við politiskt og persónligt trýst - og tað sigur hon eisini at hon er.
So má tað vera okkurt annað, sum fekk hana at venda øllum bakið og krógva seg og part av síni familju í ein viku. Var talan um okkurt slag av trýsti, sum hon ikki er von við.
Beinta royndi at spyrja í sjónvarpinum í kvøld, men rætta svarið ivist eg í at vit fingu.
Annika vavdi í longum frágreiðingum um, hví hon fór úr Fólkaflokkinum, og hví hon fóri upp í Framsokn og úraftur.
Fyri mær sá tað út, sum krógvaði hon veruligu grundgevingina.
Og sum skjól brúkti hon ópolitiskar grundgevingar, sum eg eri eisini eitt menniskja, og eg hevði ikki samvitsku til annað, og eg hugsaði um familjuna.
Alla virðing fyri tí, men er tað ein orsøk hjá einum so royndum politikara, sum Anniku?
Eg hvørki kann ella vil krevja nakað svar, men vil bara siga, at vit neyvan hava fingið veruliga svarið enn.
Leitiorð
Politikkur