Wednesday, September 30, 2015

Kinesisk kensla í rættinum í dag


Sat við eini løgnari kenslu í Landsrættinum í dag.
Eina løtu fekk eg eina ófrættakenda kinesiska kenslu. Valdið móti fýra journalistum, tí teir høvdu gjørt sína skyldu: roynt at lýst, hvussu ein landsstýrismaður í fíggjarmálum hevði eina fortíð, har hann hevði latið vørur um diskin uttan at gjalda toll.
Gamaní fyri nógvum árum síðani.
Eingin hevur noktað, at vørur vóru tiknar úr goymsluni uttan at tollur var goldin. Og eingin noktar, at seinasti landsstýrismaður i fíggjarmálum var stjóri í fyritøkuni, tá tað hendi.
Og tað hendi í Sørvági.
Og nú sótu fýra journalistar á ákærubeinkinum fyri at hava roynt at lýst hesa støðuna fyri Føroya fólki.
Rættarmál átti ongantíð at komið upp á tal.

 Onga viðmerking
Tá portal.fo segði søguna fyrstu ferð í desember 2013 vildi Jørgen ikki gera viðmerkingar, og tað vildi hann heldur ikki til útvarpið næstu mánaðarnar. (rætting kl. 20:38 - Jørgen gav eina viðmerking til úf kl. 18 og eina viðmerking til D&V kl. 19 fyrsta dagin).
Heldur vóru journalistarnir hóttir við fongsulsrevsing, um tey skrivaðu um hetta sonevnda toll-málið.
Landsstýrismaðurin átti at virt pressuna so mikið, at hann segði frá síni síðu. Í staðin valdi hann at kasta illgruna á sjálvar miðlarnar fyri forfylging og annað.
Kringvarpið, sum í eina tíð hevði siglt í tungum sjógvi, var eitt lætt offur at seta undir illgruna um alt millum himmal og jørð.
Her er hóskandi at nevna, at eg haldi ikki at alt, sum kringvarpið hevur sagt í hesum máli er eins væl frágingið - fakliga. Tað er týdningarmikið, at journalistikkur, sum er hvassur eisini er fakliga væl frágingin. Men at lýti eru í hvassa journalistikkinum eigur ikki at skugga fyri tí týdningarmesta.
At gera hvassan journalistikk - at tora - eisini tá man verður hóttur við fongsulsrevsing.
Í hesum førinum at lýsa tollmálið var sera týdningarmikð: Valdssterkasti politikarin í landinum hevði verið uppi í einum máli, har vørur vóru seldar uttan at rinda toll.
Og nú sita journalistarnir á ákærubeinkinum og kunnu guðsdoy verða dømdir.
Høvuðsspurningurin tykist verða, um Portal.fo ella kringvarpið hava sagt, at Jørgen hevur gjørt nakað revsivert. Tað kann vera ærumeiðandi. Hvat merkir setningurin: Jørgen snýtti í tolli. Er tað at snýta, at hann ikki rindaði toll ella er at snýta at hava gjørt nakað revsivert. Ella svika, hvat er tað?
Forbannað keðiligt, at kritiskur journalistikkur skal enda í rættinum.
Sum í Kina.