Í morgin er so løgtingsfundur aftur,
men ikki nakað at hóma frá samgonguni.
Tíbetur hava vit Jenis av Rana, sum
spyr, hvat tveir setningar í samgonguskjalinum merkja. Tað eru
setingur um leiklutin hjá tí privata. Gott Jenis!
Lok tykist vera lagt á ta nýskapan,
tann framburð, ta menning, tað bjartskygni sum summi – ja, kanska
nógv - væntaðu fór at koma við nýggjari samgongu.
Hvar eru hugskotini? Hvønn veg gongur
leiðin – nei eg spyrji bara.
Nú er hálvur annar mánaði síðani
nýggja samgongan var skipað.
Løgtingið hevur havt fýra fundir,
men teir hava snúð seg um nevndarval og ein sjónleik um eina
fíggjarlóg, sum ikki átti nakran góðan.
Fíggjarnevndin hevur havt ein fund 7.
oktober, har hon skuldi skipa seg. Fíggjarnevndin lýsti við
nýggjum fundi 8. oktober, men sambært heimasíðuni hjá
løgtinginum hevur eingin fundur verið aftur.
Hvar er løgmaður, sum skal seta út í
kortið, hvønn veg vit skulu fara?
Henrik Old situr í útvarpinum og
roksar saman við Katrini Kallsberg.
Eg dugi at síggja, at ein
landsstýrisfundur hevur verið – 8. oktober. Har var á skránni:
”Upprit og uppskot um broyting í
løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar”.
Annars veit heimasíðan hjá
løgmansskrivstovuni at siga, at til bera søkja um at gerast
starvslesandi á føroysku sendistovunum.
Spennandi at frætta frá
løgtingsfundinum í morgin, um samgongan fer at siga frá tveimum av
setningunum í samgonguskjalinum.