Friday, April 22, 2016

Eljustríð í Eik

Sera áhugavert at fylgja við í keglinum um skattafrádráttin, um Eik kanska hevur rætt til ella kanska ikki hevur rætt til. Ivist í, hvussu nógv tíma, men tað er so tað.
Journalistiskt eru tvey áhugaverd sjónarhorn.
Í fyrsta lagi, hvør dokumentasjón er komin fram, og hvat vísir henda dokumentasjónin?
Í øðrum lagi samstarvið millum Kringvarpið og Miðlahúsið.

Dokumentasjónin
Fyrstu tíðindini ljóðaðu, at Eik hevði lumpað ella villeitt TAKS. Eg haldi meg ikki hava sæð dokumentasjón fyri tí. Eg haldi meg hava sæð dokumentasjón fyri, at í Eik og TF Holding vóru ymisk sjónarmið um Eik átti og um Eik hevði rætt til 90 millióna frádráttin. Eg haldi meg hava sæð dokumentasjón fyri, at Eik ikki spurdi TAKS um rættin til frádráttin, men spurdi, hvussu frádrátturin skuldi innganga í skattaroknskapin hjá Eik. Eisini haldi eg meg hava sæð dokumentasjón fyri, at Eik ikki sendi allar upplýsingar, sum Bankin hevði, til TAKS, nevnliga, at tað vóru nógv ymisk sjónarmið, og at ósemja var í nevndini um rættin til frádráttin.
Men eftir stendur, at eg dugi ikki at síggja dokumentasjón fyri, at Eik hevur lumpað ella villleitt TAKS.
Fyri mær sær tað út, sum har hevur verið eitt eljustríð millum stjóran, partar av nevndini í EIK og Jørn Astrup Hansen. Tað kann í fyrstu syftu síggja út, sum eitt reinleikans stríð, har annar parturin roynir at lumpa TAKS og hin parturin ikki vil. Men eg fái meg so illa at trúgva, at ikki okkurt annað motiv eisini má vera onkrastaðni.
Dokumentasjónin sum er løgd fram, er fyrst og fremst um, at tað eru fleiri ymisk sjónarmið - innanfyri og uttanfyri EIK og meiri og minni kvalifiserað - og at øll sjónarmið og allar metingar ikki eru send til TAKS.

Eg standi eftir við spurningunum: Heldur Taks seg hava fingið nøktandi upplýsingar frá Eik ella er nýggja viðgerðin í TAKS tekin um, at nústandi heldur TAKS seg hava nøktandi upplýsingar? Heldur TAKS, at Eik við fyrsta fyrispurningum royndi at lumpa ella villleiða? Um so er, verður tað helst meldað til løgregluna, giti eg. Hvat eigur TAKS at spyrja um og hvat eigur TAKS at vænta ein so stórur aktørur sum Eik sendur við.

Tíverri vil TAKS ikki svara upp á spurningar nú meðan alt frádráttarmálið verður viðgjørt av nýggjum.
Men higartil dugi eg ikki at síggja dokumentasjón fyri, at Eik hevur lumpað ella villeitt TAKS. Tað KANN vera at Eik hevur lumpað ella villeitt - tað er nakað annað. Tað eru nógv, sum kunnu vera løgd undir at lumpa ella villleiða, men uttan greiða dokumentasjón er tað vandamikil journalistikkur.

Miðlasamstarvið
Hin parturin er samstarvið millum Kringvarpið og Miðlahúsið.
Tað er blivið til, at Kringvarpið og Miðlahúsið eru annar parturin og Eik og teirra fólk er hin parturin. Men tá eingin dokumentasjón er fyri høvuðspástandinum - um lumping og villeiðing - so velja Kringvarpið og Miðlahúsið at halda seg til egnar tulkingar og metingar. Tulkingar og metingar, sum koma at standa upp móti tulkingum og metingum hjá Eik (sum tó er sera pírin á hesum økinum).
Men Eik valdi so at ganga móti einari meting hjá miðlunum og sendi rætting út í tíðindaskrivi við einum ráðgevarasetningi, sum stjórin helt undirbygdi hansara meting. Í sjónvarpinum og in.fo gjørdu tey nýggja tulking og meting av hesum eina setninginum, og brádliga tók Eik tíðindaskrivið aftur. Sambært in.fo tí ráðgevin, sum hevði sagt setningin, ikki vildi góðtaka skrivið (tíðindaskrivið giti eg). Men í báðum førum var spurningur um tulkingar av nøkrum setningum. Seinnapartin hósdagin kemur so nevndarformaðurin í Eik við sínum tulkingum og metingum. Og so kunnu Kringvarpið og Miðlahúsið aftur koma við sínum metingum.
Vandamikil journalistikkur.
Eik banki, eins væl og aðrir bankar, hava ikki heimsins størsta trúvirði og goodwill millum fólk, tí forargast vit, um Eik hevur roynt at kradda sær 90 milliónir úr landskassanum.
Kringvarpið og Miðlahúsið hava tað trúvirði, sum tey einaferð hava, men í eini roynd at styrkja henda tíðindaflutningin, so standa størstu miðlarnir lið um lið við sínum tulkingum og metingum. Og miðlarnir báðir halda, at tað styrkir sannleiksvirðið, at teir vísa til hvønn annan. Kringvarpið vísir til Sosialin og Soslialurin og in.fo vísa til Dag og Viku - men tað styrkir einki, tí tey arbeiða út frá sama tilfari - og nógv bendir á - at nógv er frá somu keldum eitt nú Jørn Astrup Hansen. Tó ikki tað, sum er komið fram eftir, at Astrup tók seg út nevndini.
Tað besta hevði nokk verið, at latið Astrup sjálvan staðið fram við sínum tulkingum og metingum, so Kringvarpið og Miðlahúsið ikki komu í ta sera keðiligu støðu, at vera beinleiðis mótpartur í hesum eljustríði og noyðast at leggja alt sítt trúvirðið í egnar tulkingar og metingar.