Saturday, April 16, 2016

Er hatta eitt marknaðarátak fyri Astrup?


Hví vil Sosialurin ikki gera egnan journalistikk burtur úr skjølum, sum blaðið hevur fingið hendur á? Skilji ikki rættuliga. Sosialurin hevur fingið fatur á skjølum, sum hava almennan áhuga - tað er gott.
Men hevur Sosialurin ikki álit á sær sjálvum, sum miðli?
Hví ikki lamtera tíðindini út?
Hví ikki vísa: Hygg hvat vit duga á Sosialinum?
Herfyri vóru redaktørurin á Vikuskiftissosialinum og tíðindaleiðarin í Kringvarpinum í útvarpssstovuni. Tær skiftust um at siga, hvussu nógv størri kraft tað hevði, um Miðlahúsið og Kringvarpið vóru saman.
Saman um hvat?

Fyri mær sær tað út, sum at Astrup roynir at vinna sær fyrimunir, áðrenn TAKS tekur avgerð um frádrátturin var í lagi ella ikki.
Og eg havi ikki nakað grundarlag at siga, at Eik ikki hevur roynt - við vilja ella av grovum ósketni - at fingið ein frádrátt frá TAKS av órøttum.
Men fyri mær sær eisini út, sum um Astrup og TF Holding ikki síggja handilin millum Fíggjarligt Støðufesti og TF Holding við somu brillum.
Onkuntíð plaga vit at siga "follow the money"... í hesum málinum eiga vit eisini at siga "follow Astrup".

Havi lisið seinasta brotið í tíðargreinini hjá Astrup fleiri ferðir:
"Sagen er en skandale. Den er komprimitterende for TAKS, og den er stærkt belastende for TF Holding. Den er en fornærmelse mod Finansiel Stabilitet, en sammensværgelse mod landskassen og en svinestreg mod de færøske skatteborgere. Det er synd for Eik Bank, der har fået sin troværdighed beklikket."
Tað er TF Holding, sum hevur skyldina. Tað er bara synd fyri Eik Banka. Og tað er fornermandi mótvegis Fíggjarligum Støðufesti, har Astrup er. Og so er tað at sameina seg við føroyska skattgjaldaran.
Astrup vísir í tíðargreinini til eitt skriv frá nevndini í nýggja Eik Banka og grannskoðarunum, har sagt verður, at eingin rættur er til frádrátt.
Og í samrøðu við Boga Godfred sigur Súni Schwartz, stjóri í Eik, bara, at hann er ósamdur. Og so var Bogi typtur.
Og Eik roynir kortini at fáa frádráttin - og fær hann í tveimum umførum - fyrst sum beinleiðis frádrátt og í øðrum lagi, sum goodwill-frádrátt yvir 10 ár. (tí er tað "komprimitterende for TAKS".)

Er tað so platt, at TF Holding hevur gjørt ein handil við Astrup (umboðandi Fíggjarligt Støðufesti), sum Astrup ikki dugdi at gjøgnumskoða - og Astrup so í januar 2016 sigur: "Hasum skulu tey ikki sleppa gott frá", Kanska tí hann áður hevur havt okkurt koyrandi við TF Holding ella tí hansara umdømi í DK er um at skakast uppaftur meiri? Eru ovastu stjórarnir í Fíggjarligum Støðufesti eftir honum, tí at ein møguligur frádráttur átti at verið ein partur av keypsprísinum?

Hví hugsi eg, at alt hetta er okkurt slag av "pay back" frá Astrup?
Og nú bar til at spenna Miðlahúsið og Kringvarpið fyri vognin hjá Astrup í eini roynd fáa avgerðina hjá TAKS at fella hansara veg?
Men hetta er bara ein annar vinkul, sum onkur annar miðil kundi hugsað um.
Men at alt hetta luktar er nakað annað - luktar av heilt vanligari kapitalismu.


ES. Og kemur eisini úr mínum munni, at hetta stóra samstarv millum Miðlahúsið og Kringvarpið kann ganga út yvir rættartrygdina hjá Súni Schwartz, stjóra í Eik. Eg eri ikki fyri miðla-mastodontum.