Síggi at eitt nýtt kvinnublað "Hon" kemur við Sosialinum í dag. Sum ikki-kvinna, so havi eg ikki altíð skilt, hví kvinnur partú skulu lesa úrvalt møsn - nevnt kvinnutilfar - sum "hvar tú kanst finna besta cappuccino í Havn". Og so lesa kvinnur eisini um "at endurnýggja eitt rúm fyri 250 krónur". Og so skulu kvinnur nú læra at gera eitt laksaspjót við sitrónsós og DIY-serfrøðingur skal læra kvinnur at skapa miðjarhavsstemning í heiminum.
Hví er slíkt tilfar kvinnutilfar? Eg meini, eru ikki eisini nógvir menn, sum vilja vita, hvar besta cappucciono í Havn er... og eru ikki eisini menn, sum vilja læra at gera laksaspjót við sitrónsós.
Pínadoy tað er gott, at eg ikki komið undir felagsnevnaran "kvinna" - eg hevði verið frætør yvir at slíkt møsn er ætlað, sum sertilfar til mítt kyn, hevði eg sagt um eg var kvinna.
Er restin forrestin fyri menn?
Men tit kvinnur nú er tykkara blað á veg í postkassarnar.
Og redaksjónin sigur seg vera fegin um at kunna
"veita tær lættan og lekran lesna púra ókeypis."
So kunnu vit menn gjalda fyri tungan og ólekran lesna.