Deiliga provokerandi var hann: Hendrik Egholm á orkuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í dag.
Hann er stjóri í Magn - stóra oljufelagnum - og hann fór beint í móti landsstýriskvinnu, SEV og Umhvørvisstovuni.
- Tit hava valt síðu - tit hava valt hitapumpu-síðuna, segði Hendrik Egholm.
Helt at hatta við hitapumpum ljóðaði gott.
Men stjórin í Magn provokeraði so deiliga nógv, at kanska fari eg at hugsa meg um í nakrar mánaðar afturat, áðrenn eg leggi pengarnar á borðið fyri eina hitapumpu.
Tá hann var spurdur, um tað ikki bara var, tí hann hugsaði um at selja meira olju.. ressaðist hann:
- Eg eri ikki skítibýttur. Sjálvandi hevur tað eisini við tað at gera, men Magn skal nokk tjena pengar - eisini í framtíðini.
Og so pakkaði hann boðskapin inn í "orkuvarðan", sum felagið Byggitrygd legði fram. Nevnliga, at áðrenn tað almenna fer at mæla øllum til at skifta frá oljufýri til hitapumpu, so er vert at hyggja eftir, hvar orka í dag kann sparast - serliga í gamla setahúsahópinum. Og Ejvind Christiansen frá Marin E. Leo, vísti á, hvussu nógv kundi sparast við at kanna, hvussu illa tað trekkir í føroyskum sethúsum.
Nýggj samkoma
Sambært orkuvarðanum og Byggitrygd so skulu vit fyrst royna at minka um verandi orkutørvin, gera alt vit kunnu við verandi húsahóp, áðrenn valt verður, hvørja hitaskipan man skal velja til sethúsini.
- Vit hava fingið ein nýggjan átrúnað, sum eitur hitapumpusamkoman, segði Magn-stjórin og undirstrikaði sína framsókn við, at eisini hitapumpur brúka streym frá SEV, sum ikki í dag framleiðir grønan streym, men svávul-dálkandi streym burtur úr tungolju (sum eg giti, at Magn ikki selur teimum).
Í eini roynd at vísa aftur, at hann bara hugsaði um at selja olju, vísti hann á, at júst bjálving og minking av orkutørvinum longu hevði kostað Magn nógvar pengar.
Hóast Hendrik risti okkum ígjøgnum út á seinnapartin, so stóð hansara sjónarmið eftir, sum eitt stuttskygt sjónarmið. Eitt sjónarmið, sum elvdi til kjak og sum royndi at leingja livitíðina hjá oljuni og oljufýrunum í Føroyum.
Sleppa av við oljuna
Almenni politikkurin er, at Føroyar skulu royna at sleppa oljuni, bæði tí hon ikki grøn og tí sveiggini eru so svikalig fyri búskapin.
Hákun Djurhuus - sum í løtuni sólar sær í grønari umhvørvisgloriu, svaraði, at ætlanin var ikki at hækka um oljunýtsluna.
- So hvørt tørvurin á elorku økist, so byggja vit út, so meiri og meiri verður grønt, lovaði Hákun Djurhuus.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, keypti heldur ikki sjónarmiðini hjá Magn-stjóranum. Hon boðaði frá, at nýggj byggireglugerð kemur um nakrar vikur og krøv vera sett til svávulútlát.
- Neyðugt er at gera alt í senn, tí málið er ikki at binda seg so nógv at oljuni.
Sum hon segði:
- Ja, vit suðringar merkja tað á túratalinum hjá Smyrli, um oljuprísurin á heimsmarknaðinum lækkar ella hækkar.
Men Hendrik fekk okkum at hugsa um orku sum annað enn bara landsstuðlaðar hitapumpur frá Demich her og nú.