Wednesday, October 9, 2013

Tunnilssendingin: Politiska handalagið hjá løgmanni væl lýst

So fantastiska deiligt at síggja eina føroyska sending í sjónvarpinum, sum er so væl frágingin.
Ein vælgjørd sending í allar mátar.

Bygd upp í einum róligum frásøgustíli. Vit blivu førd trygt gjøgnum hetta stóra mál. Vælskrivaðir og lættskiltir tekstir, nógvar nýggjar myndir, sum stuðlaðu søguna væl og útbygdu hana. Óræddar og viðkomandi samrøður – bæði tær nýgjørdu og tær gomlu.

Við tí ”gamla” tilfarinum, sum var brúkt, vitnaði sendingin eisini um, at Kringvarpið – bæði útvarp og sjónvarp – hava sett nógvar viðkomandi spurningar í hesum málinum.

Í roynd og veru var hatta ikki mest ein sending um Skálafjarðatunnilin, men ein sending um politiska handalagið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni

Haldi ikki, at sendingin dokumenteraði, um nakað ólógligt fór fram í gongdini frá tí, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, setti ferð aftur á arbeiðið at gera tunnilin, til landsstýrismaðurin var koyrdur frá.

Hinvegin dokumenteraði sendingin væl, at vit hava ein løgmann og eina fyrisiting, sum ikki hevur verið serliga demokratisk sinnað í hesi gongdini.
Vit hava ein løgmann og eina fyrisiting, sum bæði er óprofessionell og veik.
Vit hava ein løgmann, sum avgjørt ikki hevur hildið nakað effektivt eftirlit við Kára P. Højgaard og toppinum í Innlendismálaráðnum.
Vit hava ein løgmann, ein løgmannstjóra og eina løgmanfyrisiting, sum ikki duga at lesa týdningin av, hvat bløðini skriva, ikki duga at seta tað inn í ein demokratiskan samanhang. Ikki vilja síggja, at demokrati krevur opinleika.
Vit hava eisini ein løgmann, sum í versta føri leyg fyri løgtinginum, í besta føri var óvanliga kargur við sannleikanum, tá hann umrøddi sín leiklut í avtaluni um milliónaendurgjaldið. Í hvussu so er royndi hann ikki at upplýsa Løgtingið um allar síður av málinum, men hinvegin at tøla Løgtingið.

Sendingin lýsti sera væl leiklutin hjá løgmanni og hansara fyrisiting í málinum.

Á ein stillisliga, men kortini konsekventan hátt, legði sendingin fram, hvussu leikur var farin fram.
Hon legði dentin á leiklutin hjá løgmanni og eftir stendur, at vit hava ein løgmann, sum ikki tekur sínar leiðsluuppgávur í Tinganesi í størsta álvara. Heldur skýtur hann ábyrgdina frá sær. Ger gjøldur. Og sum tað nýggjasta er farin at tosa um heksajakt og persónsforfylgjing. At taka hetta álvarsmál í álvara kemur honum ikki til hugs.

Í einum broti verður løgmaður spurdur um støðuna, nú Innlendismálaráðið er burtur og sera trupult tykist vera at sleppa fram at upplýsingum, tí fyrispurningar verða meylaðir víðari og ringt er at finna rætta persónin at svara. Løgmaður hyggur spyrjandi og svarar: Hatta kenni eg einki til!
Júst hesin setningurin er prógvið fyri, at eingin tekur ábyrgdina, nú Innlendismálaráðið er burtur. Løgmaður, sum tók Innlendismálaráðið av, kennir einki til tað!
Svarið skuldi sjálvandi verið: ”Hatta havi eg ábyrgdina av, og um tað er rætt sum tú sigur, so skal eg syrgja fyri at hatta verður í lagi í dag!”

Sendingin ”Skálafjarðatunnilin – kosta hvat tað kosta vil” var ikki ein sending um Skálafjarðatunnilin, men ein sending um handfaringina hjá løgmanni av einum stórum politiskum máli – dømið var Skálafjarðatunnilin.

So hugaligt at síggja, at føroyskt public service sjónvarp kann verða besta sjónvarp, sum vit kunnu fáa. Sjálvandi, mundi eg sagt!

Gott arbeiði!

Thursday, October 3, 2013

Eitt sindur um fólkatalið

Fólkatalið í Føroyum sveiggjar mánaða fyri mánaða, tí kann tað vera misvísandi at samanbera fólkatalið 26. september eitt ár við 1. juli eitt annað ár, sum løgmaður ger á Facebook.

Soleiðis sveiggjar fólkatalið. Vaksandi til og við juli og so fellur tað munandi í august og septembermánaði, har nógv flyta av landinum. Tí ger tað sjálvandi stóran mun, hvørjar dagfestingar man velur, tá samanberast skal millum tvey ár.
Um vit taka munin millum august 2012 og juli 2008, var fólkatalið næstan 800 fólk hægri í 2008. Samanbera vit hinvegin juli 2012 og august 2008, ja, so vóru 70 færri í 2008.
Altso ein munur upp á meiri enn 800 fólk millum 2008 og 2012 - alt eftir, hvørju megin juli tú gert uppteljingina.
So tá løgmaður velur at samanbera 26. september 2008 við 1. juli 2013, so haldi eg vit mugu siga, at tað er missvísandi.

Um vit taka 1. september 2008 og hyggja eftir fólkatalinum pr. 1. sept. 2008-2012 so er hetta gongdin í fólkatalinum:
1. sept. 2008 : 48.550
1. sept. 2009 : 48.476
1. sept. 2010 : 48.457
1. sept. 2011 : 48.267
1. sept. 2012 : 48.062.

Altso ein fólkaminking hvørt ár frá 2008:-74,-19,-190,-205 ella í alt -488.




Um vit taka 1. juli 2008 til 2013 er gongdin í fólkatalinum ein onnur:
2008 : 48.619
2009 : 48.859
2010 : 48.723
2011 : 48.634
2012 : 48.414
2013 : 48.424
 Her er myndin nakað øðrvísi, tí fólkatalið 1. juli 2009 var sera høgt
+240,-136,-89,-220,+10 ella í alt -195.





Sostatt hava vit 3 ymisk tøl:
Løgmanstølini: samanberingin 26. september 2008 til 1. juli 2013: -67 fólk
1. september 2008 til 1. september 2012: -488 fólk
1. juli 2008 til 1. juli 2013: -195 fólk

Bara gott at vita.

Monday, September 30, 2013

Jørgen lýgur okkum næstan upp i gronina

Jørgen Niclasen er heilt nær við at lúgva fólki beint upp í gronina.
Hansara mantra hevur verið og er, at tað ringasta í verðini er, at undirskot er á fíggjarlógini.
Ikki øll halda, at tað er tað ringasta í verðini, men um vit royna at fylgja logikkinum hjá Jørgen, so roynir landsstýrismaðurin at snúgva sær uttan um sannleikan.
Fyri einum ári síðani segði Jørgen Niclasen, at undirskotið fyri í ár - 2013 - fór at vera 243 mill. kr.
Hetta talið hevði einki hald í veruleikanum. Í búskaparfrágreiðingini stendur, at nú verður undirskotið fyri 2013 mett at vera 448 mill. kr - altso meiri enn 200 mill. kr hægri.
Og hvussu ber so tað til?
Fyrst er ein jokari inni í øllum hesum fíggjarlógartosinum. Og tað eru íløgurnar.
Hvørt ár verður samtykt, hvussu nógv skal brúkast til íløgur, men ferð eftir ferð vísir tað seg, at tey, sum skulu gera íløgurnar klára tað ikki. Sostatt loypir av hvørt ár til íløgur.
Frá 2012 til 2013 lupu 170 mill. av, sum vóru fluttar til 2013.
Tað vil siga, at fyri hvørja krónu, sum brúkt verður av hesum fluttu íløgunum í ár, hækkar undirskotið tilsvarandi.
Higartil sær út sum, at umleið 46 mill. kr av teimum 170 mill. kr til íløgur verða brúktar í 2013. Sostatt hækkar undirskotið fyri 2013 beinanvegin úr 243 upp í 290 mill. Men landsstýrismaðurin væntar undirskot upp á 448 mill. kr, tað vil siga, har er eitt glopp upp á 150 mill. kr. Og hetta kemst av, at inntøkurnar fyri í ár ikki hildu yvirhøvur. Hvørki flatskattur ella nakað annað hevur hækkað um inntøkurnar hjá landskassanum.
Og ringt er at síggja, at tað sær frægari út fyri 2014.
Hyggja vit fyrst eftir íløgu-jokaranum, so verða væntandi 115 mill. kr fluttar frá í ár til 2014.
Tað vil siga, at tá landsstýrismaðurin nú sigur, at undirskotið í 2014 verður 250 mill. kr, so hevur hann ikki roknað upp í, at tær 115 mill. kr, sum verða fluttar, kanska verða brúktar í 2014. Og undirskotið hækkar fyri hvørja krónu, sum brúkt verður.
Landsstýrismaðurin skuldi sagt: "Vit hava mett, at undirskotið fyri 2014 verður 250 mill. kr. umframt tær milliónir, sum  vit fara at brúka av íløgunum, sum verða fluttar frá 2013 til 2014."
Tað hevði verið reiðiligari.
Og verða flutt íløgurnar ikki brúktar í 2014, so verða tær kanska í 2015 ella 2016. Altso rullar hann eina komandi undirskotsbylgju frammanfyri seg.
Nú er støðan blivin so løgin, at fyri mantraði hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum skal halda, um at undirskotið skal verða so lágt, sum gjørligt, ja, so verður tað mitt í tí heila ein fyrimunir fyri landsstýrismannin, tess færri íløgur verða gjørdar.
Haldi vit aftur mugu seta okkum spurningin, um úrslitið á fíggjarlógini er tað sum hevur størsta týdning.

Tuesday, September 24, 2013

Stigið er fallandi á portal.fo

Tað var stuttligt at síggja, hvussu skjótt portal.fo fótaði sær aftur.
Eftir eina sindur trilvandi byrjan, funnu fólkini á portal.fo ein fínan leist við viðkomandi og týðandi tilfari.
Eisini sást nýskapan við sjónvarpstilfari á netinum. Óført.
Men nú er stigið keðiliga fallandi.
Portal.fo er fallið munandi aftur. Redigeringin er burtur og tilfarsúrvalið er mekrt av møsni, óviðkomandi og einkisigandi tilfari.
Kom nú portal.fo!
Haldið stigið!


Sunday, September 15, 2013

Servitan á øllum økjum

Haldi, at tað var ordiliga fínt og væl hugsað at fara til Brússel at hitta Mariu Damanaki.
Samrøðan var ok, men bar eitt sindur ov nógv brá av "vit móti teimum" - tað skal journalistikkur ikki. Hava vit verið nóg kritiskt móti Vestergaard og Co?
Eg haldi, at nationalistiska kortið var spælt ov ofta.
Fyrst skulu vit gera kritiskan journalistikk við okkara egnu.
Men virðing fyri góða hugskotinum at fara til Brússel.
Eisini fínt at hoyra hennara grundgevingar í hesum døgum, har fakkunnleikin ikki hevur góðar dagar.

Sunday, August 25, 2013

Lek, lek, lek

2013: Glenn Greenwald, sum skrivaði fyrstu greinarnar um
avdúkingarnar hjá Snovden í Guardian
Hví hundin hevur eingin likið uppskotið til sáttmála millum Landsstýrið og danska pensjónsfelagið til pressuna?
Er einki so frætt embætisfólk í Tinganesi ella í Fíggjarmálaráðnum, at okkurt er sum sigur teimum, at her stendur so nógv upp á spæl, at sáttmálauppskotið skal út til almenningin?
Kom so!
Lek, lek, lek!!!
Taka øll embætisfólk undir við, at løgtingið og Føroya fólk ikki skulu vita, hvat Kári P. Højgaard ætlar at binda allar føroyingar til í eini 50 ár?
2013: Edward Snowden, sum avdúkaði NSA
Meg lysti at frætt, hvat vit skulu við embætisfólkum, sum bara sita og klappa, tá undirgravandi virksemi hendir beint framman fyri teirra eygum.

Føroyski Snowden, hvar ert tú?
Føroyski Manning, hvar ert tú?
Føroyski Glenn Greenwald, hvar ert tú?

Glenn Greenwald er journalisturin, sum í Guardian, skrivaði avdúkingarnar hjá Snowden, um hvussu amerikanska fregnartænastan NSA lurtaði og fylgdi við í øllum telefonsamrøðum og teldusamskifti hjá stórt sæð øllum, stórt sæð altíð.
Glenn Greenwald helt røðu á eini ráðstevnu ”Socialism 2013” í Chicago 28. juni í ár.
Í røðuni segði hann tvær søgur, um journalistikk.

Send hann heim
Fyrra søgan var um amerikanska krígskorrespondentin David Halberstan. David Halberstan vann sum bert 30 ára gamal Pulitzer-virðislønina fyri sítt journalistiska arbeiði undir Vietnam-krígnum.
1964: David Halberstan, sum hvassliga talaði at
lygnunum frá amerikansku herovastunum.
Í 2005 helt David Halberstan røðu á Kolombia Journalistskúlanum. Ein av teimum lesandi spurdi, hvat var stoltasta løtan í hansara journalista lívi.
David Halberstan segði, at tað var tá hann var í Vietnam í 1963-64, sum ein ungur krígskorrespondentur. Hann hevði verið á hermótinum og sæð, hvar veruliga hendi. Tá hann seinni sama dag var á tíðindafundi hjá amerikanska herinum og hoyrdi, hvat herovastarnir søgdu, visti hann, at tað var lygn.
Heldur enn at bera lygnirnar víðari, reistist hann og við hvøssum orðum beint í andlitið á herovastunum, segði, at hann visti at tað, sum teir søgdu var lygn.
Aftaná vendu herovastarnir seg til leiðsluna á New York Times og kravdu, at David Halberstan var fluttur úr starvinum, sum korrenspondentur í Vietnam.
Tað var hansara stoltasta løta, sum journalistur. At hann østi herovastarnar so nógv, at hann var sendur heim.
Tað hendingina setti Glenn Greenwald upp í móti eini aðrari søgu, sum hann helt lýsti hin endan av, hvat journalistikkur er.

Obama dámdi okkum so væl
Tað kom fram í eini samrøðu, sum Bill Keller, ábyrgdarblaðstjóri á New York Times, hevði við BBC um, hvussu New York Times gjørdi við skjøl, sum blaðið hevði fingið frá Wikileaks.
2012: Bill Keller, stjóri á New York times, sum
frøddist yvir, at Obama rósti blaðnum.
Ábyrgdarblaðstjórin vísti á munin millum New York Times og Wikileaks, sum bara almannakunger ein rúgva av skjølum.
Bill Keller greiddi frá, at New York Times fór til Obama-umsitingina við spurninginum: ”Hetta ætlað vit at almannakunngera. Halda tit, at vit skulu tað?”
Amerikanska stjórnina svarði aftur: ”Hatta skulu tit ikki skriva, og hatta skulu tit ikki skriva og heldur ikki hatta.” Bill Keller var errin av hesum samstarvi og var errin av, at Obama-umsitingin fleiri ferðir hevði sagt, hvussu ábyrgdarfull tey høvdu verið á New York Times.
Glenn Greenwald brúkti hesar báðar søgurnar til at vísa munin á David Halberstan, sum mátaði góðan journalistikk eftir, hvussu ill hann kundi gera fólkið, sum sat við valdið, og Bill Keller mátaði góðan journalistikk eftir, hvussu stóra vælvild mann kundi fáa frá fólkinum, sum sat við valdið.

Øs valdspersónarnar
Glenn Greenwald endaði hendan partin av síni røðu við niðurstøðuni:
”Um tú er ein av teimum, sum fær vælvild frá teimum, ið sita við valdið, so kanska tú dugur væl títt arbeiði, men tú ert ikki ein journalistur.”

Tíverri hevur ikki borið til, at øsa tey, sum sita við valdinum. Og tað er uppgávan.
Í hvussu so er hjá journalistum. Um summi embætisfólk gera tað saman, men meiri stillisliga, so er tað eisini fínt.

Koma so!
Lek, lek, lek.


(Miðlabroddur í punktum.fo í Dimmalætting 23. august 2013)

Tuesday, August 20, 2013

Tíðindavalið týsdag 20. august 2013 kl. 14.28

Portalurin kl. 14.28
 
Kvf.fo kl. 14.28

Eitt sindur syndarligt at síggja, hvussu Kringvarpið raðfestir.
Samstundis flott at síggja, hvussu Portalurin spennir seg út.
Tey nýggju fólkini á portalinum hava sanniliga víst, at tað bar til at lyfta "gamla Portalin" upp á eitt munandi hægri stig.
Kaj Joensen av Portalinum á Christiansborg og samrøður og viðmerkingar á Portalin. Eg vóni ikki, at okkurt brot úr DR endar í Degi og Viku í kvøld.

Wednesday, August 14, 2013

Fínur filmur, men við smærri lýtum

Ein fínur filmur, sum Ferðaráðið hevur latið gjørt.
Veit ikki, um hatta er endaligi filmurin til útlendingar ella um hann bara er ein brellbiti til okkum føroyingar.
Í hvussu so er, so liggur hann á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com.
Ikki kann sigast, at filmurin er serliga orginalur á nakran hátt. Einasti, sum eg gjørdist eitt sindur kløkkur av, var at ein genta læt seg úr øllum uttan undirbuskunum, áðrenn hon ætlaði at fara at svimja á einum vatni. Tað havi eg sæð alt ov sjáldan í Føroyum.
Undiscovered.
Eg elski tyrlumyndir. Tyrlumyndir vísa okkum heimin úr einum sjónarhorni, sum vit sjáldan síggja. Men kortini eru myndirnar ikki serliga orginalar. Ein tyrla, sum flýgur út av eini egg og so verður bratt.
Filmurin fortelur nakrar søgur, sum er flættaðar saman til tríggjar minuttir. Men søgurnar eru nokk so eins. Næstan allar snúgva onkursvegna um at fara ein túr út í náttúruna. At renna, at ganga, at fiska, at sigla, at flúgva. Ja, so eisini at giftast – tað gera tey eisini í Føroyum – unbelievable.
Einaferð hoyrdist, at ferðavinnan í Føroyum skuldi venda sær til tey, sum vóri 45+ og vóru úr øðrum Norðurlondum. Stjórin í Ferðaráðnum segði eisini í útvarpinum, at málbólkurin vóru norðurlendingar – og tí skuldu vit brúka ensk orð, sum høvdu un frammanfyri. Ja, har eru sambært henni 1800 ensk orð, sum hava un frammanfyri og sum eru positiv.
Um málbólkurin enn er 45+ veit eg ikki, men eg ivist eitt lítið sindur í, um filmurin vendir sær til tey. Gamaní - okkum dámar at síggja ungar kvinnur í berum undirbuksum, men eg haldi kortini, at hann vísir einar spennandi Føroyar fyri einum eitt sindur yngri aldursbólki.
Tá nú flestu søgurnar í filminum snúgva seg um at fara út í náttúruna, so undraði tað meg eitt sindur, hví rennarin so tíðliga í filminum útihýsir náttúruljóðunum og stappar oyratelefonir í oyruni. Kanska skuldi rennarin heldur notið ljóðini í náttúruni.
Tónleikurin frá Eivør kundi kortini verið við og meiri verið at lag afturat heldur enn eitt hugskot til, hvussu slepst undan at lurta eftir náttúruni.
Júst hetta við ljóðinum er mær ikki heilt greitt. Í fyrstani hoyrist motorurin á bátinum hjá Mortani og fetini frá rennaranum hoyra heilt klárt. Men so kemur inkonsekvensur í. Har eru onkur fulgaljóð og tað hoyrist eisini okkurt í rógvipartinum. Men har hoyrist einki vatn, hvørki tá tey leypa gjøgnum eina á ella tá gentan fyllir vantfløskuna ella brim, tá tyrlan fer út av eggini. Og ikki eitt ljóð frá brúdleypinum ella umborð á Norðlýsinum. Í hvussu so er, var ljóðið sera veikt.
Sjálvandi vita filmsfólkini hvat tey gera, men eg skilti tað ikki. Hví skal eitt poeng í filminum vera, at kvala ljóðið frá náttúruni.
Men róligt, eg haldi hatta var ein fínur filmur. Havi sæð hann ofta longu og tími væl at hyggja eftir honum. Vóni, at onnur eisini tíma – serliga onnur enn føroyingar.

Filmurin kann takast niður her.
og hann sæst her. 

Friday, August 9, 2013

Kári P. Højgaard og samgongan kippa fólkaræðið

Fyri aðru ferð roynir Kári P. Højgaard at seta vanliga fólkaræðið til viks.
Fyrstu ferð var tá, hann hurraði hoyringarfreistina hjá borgarunum niður í nakrar fáar dagar í samband við byggingina av Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Tað var rein skerjing av einum demokratiskum rætti, sum borgarin hevði.
Kári P. Højgaard og hendan samgongan skerdi hendan demokratiska rættin fyri at tekkjast eini privatari fyritøku. So máttu borgararnir lúta.

Og nú ætlar hann aftur at skerja demokratisku rættindini í Føroyum.
Í lógaruppskotinum um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð, eru enn størri demokratisk rættindi upp á spæl.

Lógin um alment innlit í fyrisitingina er ein trygd hjá borgaraunum at fylgja við, hvussu almenna fyrisitingin skikkar sær.
Og Kári P. Højgaard og samgongan ætla at seta hesa lógina úr gildi, tá tað snýr seg um tunnilsverkætlanina millum Eysturoy og Streymoy. Og aftur fyri at tekkjast eini privatari fyritøku.

Bara so tit vita tað. Í uppskotinum frá Kára P. Højgaard stendur:

"§ 15 a. Fram til 6 mánaðir aftaná, at tunnilin er tikin í nýtslu, er avtalan um einkarætt ikki fevnd av løgtingslóg um innlit í fyrisitingina.”
Hetta er eitt beinleiðis álop á okkara demokratisku rættindi.
Vit mugu steðga hesum álopi: at løgtingið bara kann seta úr gildi demokratisk rættindi, sum part av eini lóg um ein tunnil.

Tunnilsuppskotið hjá Kára P. Højgaard