Sjálvandi ynskir eingin sensur.
Men hvørja uppgávur hava miðlarnir so í hesum málinum,
sum áðrenn nakað lík og áðrenn nakran dóm verður nevnt drápsmál?
Summi halda, at pressan skal varpa allar upplýsingar út
til Føroya fólk, so almenningurin kann taka støðu. Hetta haldi eg ikki er
uppgávan hjá pressuni.
Kunning og upplýsing
Eins og í øllum journalistikki er uppgávan at kunna og
upplýsa okkum um, hvat av týdningi fyriferst kring okkum. Uppgávan er ikki at
velja summi rættarmál, og siga, at her skal alt fram, so almenningurin kann
taka støðu. Vit hava innrættað okkara samfelag soleiðis, at Rætturin tekur
støðu til hvør er sekur ella ósekur í einum rættarmáli.
Pressan kunnar um rættarmál, sum hon heldur eru
viðkomandi, spennandi, týðandi ella áhugaverd, ja, ella undirhaldandi. Hendan
rættin hevur pressan og skal okkara vegna velja og vraka millum rættarmál og velja
og vraka,hvat verður kunnað um frá teimum valdu rættarmálum.
Vit skulu ikki vera dómarar
Pressan skal ikki lata, sum um hon leggur alt fyri okkum
og so skulu vit taka støðu. Í fyrsta lagi ber tað ikki til, í øðrum lagi er tað
heldur ikki uppgávan og í triðja lagi kann ein roynd at leggja alt fram bara
grugga alt málið, tí summir smálutir lættliga kunnu fáa ovurhonds stóran
týdning, sjálvt um teir í løgfrøðiligum høpi kanska ikki fara at vera avgerandi
prógv.
Tað vil verða ymiskt, hvørji rættarmál pressan velur at
fylgja við í, og hvussu pressan velur at bera tíðindi frá teimum.
Og sjálvandi er “Pidda-málið” eitt rættarmál, sum stórur
áhugi er fyri og sum miðlarnir velja at fylgja við í. Og so hvørt, sum
miðlarnir leggja brellbitar fyri okkum, so gerast vit svangari og svangari.
Bløð og kringvarp eru hvør sítt
Vit kunnu skilja millum privatu miðlarnar og public
service miðlarnar ella kringvarpið.
Privatu miðlarnir – serliga bløðini – skulu royna at
selja bløð, samstundis, sum tey siga seg hava eina samfelagsuppgávu – at verja
talufrælsið, at upplýsa, at glepsa eftir ella avdúka valdsharrarnar. Men yvir
øllum tykist í hesum málinum at vera at selja bløð.
Men so skulu bløðini bara
standa við sín arbeiðshátt: Vit vænta at selja fleiri bløð, um vit gera
tað soleiðis. Og her kunnu fólk so frítt velja um tey tíma at keypa bløðini
ella ikki.
Kringvarpið hevur aðra uppgávu
Men so er tað kringvarpið. Tey haldi eg ikki hava sum fremstu
uppgávu at oysa alt í høvdið á okkum og – nær sagt – yvirláta til almenningin
at døma. Um Kringvarpið heldur seg hava ta uppgávuna, ja, so skal almenningurin
hava alt at vita. Men tað er ikki uppgávan haldi eg.
Kringvarpið skal geva kunning og upplýsingar, sum lýsa
hetta mál uttan at fara í óneyðugar smálutir. Kringvarpið skal skyna millum
undirhald og týðandi upplýsingar. Og har er lætt at fella skeivu meðni við.
Haldi sjálvur, at Høgni Djurhuus er sera korektur í sínum frásagnum, men haldi
eisini, at hann helst í summum førum hevur lagt í so nógv á undirhaldsbógvin.
Eg fari ikki at siga, at tað er nakað avgjørt mark millum
svansandi blóðundirhald og týðandi kunning, men eg haldi, at kringvarpið skal
síggja sín leiklut øðrvísi enn tann hjá bløðunum.
Hugsið um tey raktu
Kringvarpið eigur at lesa sera gjølla hesar reglur í
“Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið”.
4.3 Tað er góður fjølmiðlasiður at sýna virðing fyri serkennum, samleika, privatlívi, uppruna, tjóðskapi og lívsáskoðan. Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at taka fram persónlig og privat viðurskifti, um tey ikki eru avgerandi neyðug fyri at lýsa málið.4.6 Hugsið um tey raktu, teirra avvarðandi og vitni, tá ið vanlukkur og brotsmál verða umrødd. Deyð ella horvin fólk eiga ikki at verða nevnd við navni ella á annan hátt kunna kennast aftur uttan so, at tey, ið varða av, frammanundan eru kunnað. Havið fyrilit fyri fólki í sorg ella sálarligari kreppu.
Eg sigi heldur ikki, at miðlarnir hava brotið hesar
leiðreglur, men ein public-service støð eigur at lesa leiðreglurnar sera gjølla
og ikki lata seg kroysta, sjálvt um aðrir miðlar kanska fara heilt út á kantin.
Nógv av blóðuga undirhaldinum í hesum máli er óneyðugt
undirhald.
Eitt nú skrivar Birgir Kruse nakað um tað her:
Katrin Petersen skrivar nakað um tað her:
Kinna Pousen skrivar um pressufrágreiðingarnar:
Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið