Sera skelkandi tíðindi um, at
millum 15 og 30 fólk skulu sigast upp í Kringvarpinum.
Løgtingið má upp í leikin, so
kringvarpið ikki fánar burtur og hvørvur, sum tann týðandi miðla- og mentanarstovnur,
sum hann er í dag.
Higartil hava vit hoyrt, at
inntøkurnar vera ikki tær 60 milliónirnar, sum roknað var við. Rúni Heinesen,
stýrisformaður, segði við útvarpið seinnapartin, at hann væntaði eitt undirskot
í ár – helt eini 3-4 milliónir krónur.
Samstundis segði hann, at helst
skuldi kringvarpið seta samlaða kostnaðin fyri stovnin niður. Hann nevndi 55
milliónir krónur ella minni fyri at fáa frið í nøkur ár. Stýrisformaðurin segði
eisini, at allar inntøkurnar høvdu svikið, færri pengar frá spølum, lýsingum og
kringvarpsgjaldi.
Støðan vísir, hvussu blóðskeivt
tað er, at eitt alment public-service kringvarp skal liva av, at føroyingar
spæla gekk og V4 ella, at fyritøkur vilja lýsa í kringvarpinum. Hetta syndaliga
høvi átti at verið nýtt til at enduskoða fíggingina av kringvarpinum og í
minsta lagi slept spølunum og ljóðlýsingum.
Hetta hoyrir yvirhøvur ikki heima
í einum public-stovni.
Og sama høvi átti eisini at verið
nýtt til at kravt kringvarpsgjaldið ella part av gjaldinum inn yvir skattin. Um
ikki, so átti løgtingið, sum tað allarminsta at gjørt eina skipan, sum tryggjar
Kringvarpinum ta inntøku, sum fíggjaræltanin, ið stýrið hevur góðkent, vísir. Fyri
ikki at koma í hesa vónleysu støðu, at spælihugurin hjá føroyingum avger
lagnuna hjá so nógvum fólkum.
90 starvsfólk
Sambært starvsfólkayvirlitinum á
heimasíðuni hjá Kringvarpinum eru hetta verandi starvsfólk:
Starvsfólka- og
Umsitingardeildin 9 fólk
Tøkni 14 fólk
Programmdeild 25 fólk
Dokumentardeild 10 fólk
Tíðindadeild 23 fólk
Miðladeild 9 fólk
Lærlingar 5
Íalt 90 fólk, umframt 5
lærlingar
Haldi meg ikki duga at
síggja freelance fólk í millum. Tey vera ivaleyst tey fyrstu, sum verða uppsøgd,
men samstundis eru tey ikki tey dýrastu. Men ein partur av hesum 90 fólkunum
arbeiðir partstíð, so í alt eru áleið 75-80 ársverk – haldi eg meg hava hoyrt.
Eitt ársverk við øllum man kosta áleið 500.000 kr. Ment vert er at minnast til,
at flestu starvsfólk hava millum 3 og 6 mánaðar uppsagnartíð, har tey skulu
hava løn.
Tað vil siga, at skulu
sparingarnar sláa í gjøgnum í 2013 – einar 5 til 8 milliónir – ja, so skulu
minst 20 fólk sigast upp.
So er tað deyðadómur til
eitt føroyskt kringvarp.
Eg vóni, at løgtingið blandar seg og vísir seg
skilja, hvussu týðandi eitt føroyskt kringvarp er og finnur eina loysn, so
kringvarpið kann vera verandi tann týdningarmikli miðilin, sum kringvarpið í
dag er.
Hetta er sanniliga ein stór
avbjóðing.
Nú mugu vit standa saman um eitt óheft føroyskt kringvarp.
Nú mugu vit standa saman um eitt óheft føroyskt kringvarp.