Wednesday, November 14, 2012

Nøkur tøl, sum tala eitt sindur



Heðin og hini


Í Havn var tað Heðin og hini. Heðin einsamallur fekk fleiri atkvøður enn næststørsti flokkurin - Tjóðveldi - fekk til samans. Og í botninum var hart stríð um javnaðarsessirnar. 5 tey seinast valdu vóru av javnaðarlistanum og tað sæst hvussu tætt tey lógu. Helena fekk flestar atkvøður av teimum fimm niðastu - 200 atkvøður. 5 uppstillaði fingur fleiri persónligar atkvøður enn Halla, sum var síðst vald í býráðið.


 Fimm fólk á sama lista onga atkvøðu

Á Eiði vóru tríggir listar. Í alt vóru umleið 450 atkvøður. Tríggir listar vóru, og eitt sindur sjáldsamt at síggja lista B við 11 uppstillaðum bert klára at vinna 28 atkvøður. Og at tað á listanum eru 5 fólk, sum onga atkvøðu fingu. Kundi næstan sæð út, sum onkur er settur á listan móti sínum vilja.

Gerhard misti


Í Skopun er gingið eitt sindur afturá hjá Gerhard Lognberg. Í 2000, 2004 og 2008 fekk Gerhard yvir 100 atkvøður, men hesiferð fekk hann bara 76 atkvøður.

Páll ella Brandur

Á Sandi stóð vali millum lista A við Páll á Reynatúgvu á odda og Lista C við Brandi Sandoy á odda. Listi A fekk 194 atkvøður og 4 bygdaráðslimir og listi B fekk 151 atkvøður og 3 bygdaráðslimir. Páll á Reynatúgvu gjørdist toppskorari við 68 atkvøðum - Brandur Sandoy fekk 58 atkvøður.

Tjóðveldi vann í Vági, men Hergeir var vrakaður

Í Vági sær út til at Tjóðveldi vann borgarstjórasessin frá Javnaðarflokkinum. Dennis Holm var toppskorari við 73 atkvøðum. Tjóðveldi fekk 4 býráðslimir, men tað rakk ikki til fyrrverandi løgtingsformannin Hergeir Nielsen, sum gjørdist nummar seks á listanum við 36 atkvøðum.

Jóna er ikki longur Jóna

Ikki kann sigast, at løgtingskvinnan í Sambandsflokkinum - Jóna Mortensen - hjálpti flokkinum nógv í Suðurstreymi. Hon fekk bara 26 atkvøður.Á listanum vóur 13 valevni og bara tvey valevni fingu færri atkvøður enn løgtingskvinnan.