Tuesday, November 20, 2012

Eg vil hava, EG vil hava..



Í støðuni, sum Kringvarpið er komið í, sæst aftur hesin ódámligi hugburðurin: "Eg vil hava, eg vil hava. Um eg ikki fái nakað, so vil eg heldur ikki gjalda. Hvís skal eg gjalda fyri onnur?
Eg vil ikki rinda fyri hasi dovnu og ódugnaligu fólkini í Kringvarpinum."

Vit eru um at broyta Føroyar til eitt enn grellari EG-samfelag, heldur enn eitt VIT-samfelag.
Eg, eg og eg.
Tað er í lagi at spyrja spurningar um, hví Kringvarpið er komið í hesa álvarsomu støðu. Tað er eisini í lagi, at spyrja um leiðsla og stýrið hava gjørt sítt arbeiði nóg gott. Og nógvir aðrir spurningar eru eisini viðkomandi. Nú kringvarpið hevur fráboðað ógvusligar broytingar í skránni, er eisini viðkomandi at spyrja, hvussu komið er til hasa raðfestingina.
Men mær dámar einki tær niðurstøður, ið antin taka støði í egnum nalva og ongum øðrum ella tær, sum velja útspilling av dugnaligum, ídnum og uppoffrandi starvsfólkum.

Tað er stórur munur á at vera atfinningarsamur móti onkrum, sum Kringvarpið framleiðir, og so at banna stovnin og starvsfólk niður til heljar.
Vit hava í okkara samfelag uppgávur og tænastur, sum VIT gjalda fyri, men sum EG ikki brúki. Men tað merkir ikki, at alt hetta skal strikast. Fyrst og fremst kunnu vit taka sjúkrahúsverkið. Vit gjalda, men tíbetur eru tað ikki øll, sum brúka tað.
Tað er tekin um eina samfelagsliga VIT-uppgávu, tað er tekin um, at okkurt eitur samhaldsfesti.

At hava eitt kringvarp, sum er óheft av seráhugamálum – fíggjarligum, politiskum, átrúnaðarligum osv. – er ein týðandi partur av einum demokratiskum samfelag. Hetta er ein VIT-uppgáva, sum ikki bara skal metast eftir, um EG fái nakað burturúr her og nú.
Tað er ikki víst, at vit í løtuni gera tað á rættan hátt, men lat okkum sleppa undan ódámligu grundgevingunum: Eg fái einki til mín og starvsfólkini eru dovin og ódugnalig.
Hetta hevur størri týdning enn bara at bjarga kringvarpinum.
Hetta er niðurlagingin, sum vísir kløur.