Wednesday, January 2, 2013

Loynilig privat sjónvarpsending í Kringvarpinum nýggjársaftan.

So er klárt at fara undir fyrsta skrivliga knarrið í nýggja árinum – ja í roynd og veru kom íblásturin longu seinastu tímarnar í fjør.
Privata fyritøkan Content við Kára Durhuus og Høgna í Jákupsstovu fekk atgongd til sjónvarpssendinetið hjá Kringvarpinum frá klokkan 18.30 og einar seks tímar fram nýggjársaftan.
Ekslusiv avtala var gjørd millum Kringvarp Føroya og Content um, at privata fyrtøkan skuldi gera eina sjónvarpssending, har “Kringvarp Føroya skal ikki hava rokningar frá tiltakinum ella hava útreiðslur í sambandi við sendingina nýggjársaftan. Content rindar starvsfólkunum løn/samsýning fyri sendingina.”, sum tað eitur í sáttmálanum.

Content kann brúka starvsfólk úr Kringvarpinum ella onnur starvsfólk.

Tvær høvuðstreytir eru í sáttmálanum.
1.  “KvF letur Content ókeypis sendibilar og útgerð. Kravið er, at fólk við royndum nýta útgerðina, og at tey somuleiðis handfara bilar/útgerð.”
2. “Ymiskir partar uttan fyri KvF stuðla sendingini.”

Hetta er so ein av fyrstu royndunum, at gera stórar framleiðslur í samstarvi við privatar fyritøkur uttanfyri húsið.
Hví hetta ikki er sagt greitt fyri hyggjarum veit eg ikki. Tó haldi eg, at tað eigur man, so bland ikki kemur í, hvat vit kunnu rokna okkum frá almenna public-service kringvarpinum og nær privatar fyritøkur fáa ræðisrættin yvir sendinetinum.

Sá ikki alla sendingina
Beinanvegin skal eg siga, at eg ikki sá alla sendingina, men bert brot og hava síðani hoyrt um innihald í hesi nýggjárssendingini.
Fyrr í dag lá sendingin undir “netvarp” hjá Kringvarpinum, men nú seinnapartin finni eg ikki sendingina aftur. Tá var heldur ikki nevnt eitt orð um, at hetta var ein privat sending, men hon lá á netinum millum hinar sendingarnar. Men tað ger hon so ikki nú.
Einasta eg dugi at síggja er “Løgmansrøðan”, sum altso var løgd inn í sendinga hjá privatu fyrtøkuni. Byrjan og endin á Løgmansrøðuni vóru myndir tiknar av Hotel Føroyum, haðani sendingin var send. Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum er røðan pyntað við myndum frá sendingini av Hotel Føroyum.

Inni í sendingini vóru eisini tíðindabrot úr sjónvarpinum: “Árið ið fór”.
Dia Midjord, stjóri, sigur soleiðis um ábyrgdina av vali av brotum til “Árið í fór”:
“Í sambandi við tilfarið, sum varð um árið í  fór, so hevði okkara journalistur Finnur Koba redaksjonellu ábyrgdina. Hann varð biðin at gera 4 stk blokkar við árinum, ið fór. Einasta treytin var, at blokkurin skuldi hava ávísa longd. Finnur Koba, journalistur, og Jan Arnskov, miðlagrafikari, gjørdu hetta í felag. Sjálvandi óheft, tí hvørki stuðlar ella fyriskipari høvdu atgongd til savnstilfarið hjá KvF.”

Privat fyritøka lænir alment tilfar
Tað má so merkja, at Kringvarpið leggur fólk og tilfar til sendingina. Eg veit so ikki, hvør hevur rindað Finni Koba og Jan Arnskov løn fyri hetta arbeiðið.
Men eg veit, at vit sum rinda kringvarpsgjald, hava goldið fyri innsløg, sum hava verið í Degi og Viku seinasta árið, og at ein privat fyritøka, fekk loyvi at leggja hesi innsløg inn í sína sending. Og man ikki hetta verða eitt hampuligt argument, tá stuðlar skulu fáast til sendinga. Altso – innsløg gjørd fyri kringvarpsgjaldið – vera brúkt til at ein privat fyritøka kann fáa partar uttanfyri KvF at stuðla sendingini.
At almenna røðan hjá løgmanni eisini liggur inni í sendingini, man eisini gera mun, tá stuðulspengar skulu útvegast.
Veit ikki um, floksformenninir vistu um konstruksjónina, men teir – ja TEIR – drógu so eisini sína byrðu í hesi royndini, at samantvinna privata vinnu og alment sjónvarp. Nú veit eg, at Poul Michelsen visti, hvussu støðan var, tí hansara fyritøka var ein av stuðlunum.
Ein annar nevndur stuðul var Tryggingarfelagið Føroyar – høvuðssponsor hjá Pál Joensen. Giti, men veit ikki, at Hotel Føroyar so ella so eisini var stuðul. Um hetta er rætt gitt, so var talan um ónevndnan stuðul, haldi eg.
Í sáttmálanum verður eisini nevnt: ”Somuleiðis skal KvF hava greitt at vita frá fyriskiparanum, hvat stuðlarnir fáa aftur fyri stuðulin. Hetta fyri at tryggja, at tað verður gjørt í samsvari við reglur og mannagongdir á økinum.”
Hvussu uppgerðirnar verða gjørdar veit eg sjálvandi ikki – enn.
Í hvussu so er, er ein mannagongd, at lýsingar bert mugu liggja millum sendingar og ikki inni í sendingum hjá almenna kringvarpinum. Veit ikki, hvussu tulkingin hjá Kringvarpinum og Content var, men lýsingarnar hjá stuðlunum vóru ofta at síggja.

Knarrið hesuferð
Eg haldi, at tað er fínar greiðir at royna nýggja framleiðsluhættir.
Men knarrið hesiferð gongur uppá:
Hyggjarin skal hava at vita, tá Kringvarpið letur privatum fyritøkum sendinetið at ráða yvir. Og hyggjarin skal eisini hava at vita nágreiniliga, hvønn leiklut Kringvarpið – sum vit gjalda fyri – hevur.
Vit kunnu ikki gjalda fyri tíðindasendingar, sum so privatar fyritøkur yvirtaka og útvega sær stuðul upp á tilfar, sum allir kringvarpshyggjarar longu hava goldið fyri.
Og so sjálvandi: Kringvarpið kann ikki bara gera so nýskapandi og stóran sáttmála við tveir fyrrverandi tíðindaleiðarar, har annar er núverandi medarbeiðari. Hesin seinni er í sáttmálanum fluttur frá Kringvarpinum og yvirum við heitinum: ”Starvsmaður í Content”. Sjálvandi skal slíkt bjóðast út.

Eg sendi soljóðandi skriv til stjóran í kringvarpinum:
”Hervið biði eg um alment innlit í øll skjøl, avtalur, mail-samskifti og annað viðkomandi í sambandi við planlegging, framleiðlsu, redaktionella ábyrgd og annars onnur viðurskifti, sum eru knýtt at nýggjársendingini, sum var send í Kringvarpinum nýggjársaftan 2012.  Eg hugsi um alla sendingina, sum var send av Hotel Føroyum.”
Stjórin skrivar, at 2 fundir hava verið og  2-3 telefonsamrøður, men at eingi notat eru til.
Einasta tilfar, sum liggur í hesum málinum er sáttmálin, sum sæst her.


Misskiljið meg ikki!
Men - misskiljið meg ikki! Vit fingu seks tímar av sjónvarpi gamlaárskvøld.
Ein nýskapandi ógjøgnumskygd konstruksjón, sum einki var gjørt fyri at kunna hyggjararnar um.