Monday, January 18, 2016

Heðin Mortensen: 700 familjur fáa sína dagligu høvuðsinntøku av økinum hjá Tórshavnar havn - her eru tær!

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, svarar í lesarabrævi herfyri Kára Mikkelsen aftur, tí hann finnst at havnaútbyggingini - tað er so tað.
Men ikki serliga dámligt - ja faktisk beinleiðis ódámligur stílur - at leggja fyri við skriva um leiklutin hjá Kára í eini sjónvarpssending, sum yvirhøvur einki hevði við havnaútbyggingina at gera. Og sjálvandi at draga ein kringvarpsjournalist uppí.
Um Heðin ætlar at vísa onkrum aftur, sum Kári hevur skrivað, so skuldi hann hildið seg til tað.
Men eg legði til merkis, at Heðin enn einaferð skrivaði, at 700 familjur í Havn framhaldandi fáa sína dagligu høvuðsinntøku av økinum hjá Tórshavnar havn.
Havi sæð hatta talið áður og skrivaði tí til Heðin og spurdi, um hann kundi greinað mær, hvussu hann kom til hatta talið.
Og Heðin hevur sent mær hetta svarið upp á mín spurning, sum summi kanska hava áhuga at lesa:

Fyrispurningur til borgarstjóran 15. januar 2015, journal nr. 16/00368

Síggi í lesarabrævi á Vágaportalinum um havnaútbyggingina, at tú aftur nevnir 700 familjur, sum fáa sína dagligu høvuðsinntøku av økinum hjá Tórshavnar havn. Hevði tú kunnað greinað, hvussu komið er fram til hetta talið?

vinarliga
Øssur Winthereig
journalistur

Svar:
Í eini yvirlýsing í desember 2014 segði Havnar Arbeiðsmannafelag:

"Meginparturin av okkara limum starvast hjá fyritøkum á økinum hjá Tórshavnar havn og stór arbeiðsskapandi tiltøk eru undir búning. Vit vilja minna bæði myndugleikar og havnarfólk á, at umleið 700 familjur vinna sítt dagliga breyð á økinum hjá Tórshavnar havn."
Støðan er lítið broytt síðan tá og framvegis er stórur partur av limunum knýttur at virksemi á økinum hjá Tórshavnar havn, beinleiðis og óbeinleiðis.
Havnar Arbeiðsmannafelag hevur í dag gott og væl 700 aktivar limir. Umleið 100 av teimum eru beinleiðis í starvi hjá Tórshavnar kommunu. Stórur partur av hinum arbeiða hjá Tórshavnar havn ella hjá fyritøkum á økjunum hjá Tórshavnar havn og avleiddum virksemi.
Flestu arbeiða hjá stóru flutningsfeløgunum, sum t.d. Faroe Ship, Smyril Line, Blue Water og við lossing og flutningi annars. Eisini arbeiða limir hjá oljufeløgum, á bedingini og á skipasmiðjuni, eitt vaksandi tal er eisini í fiskaarbeiði á vestaru bryggju.
Restin av limunum arbeiða stórt sæð allir hjá feløgum, hvørs virksemi er avleitt av virkseminum í Tórshavnar havn, t.d. hjá timburhandlum, tænastufeløgum og flutningsfeløgum.
Í samskifti við kommununa hevur Havnar Arbeiðsmannafelag víst á, at flestu av limum teirra eru høvuðsbreyðvinnarar ella forsyrgjarar í sínum familjum.
Síggja vit burtur frá teimum, sum eru í beinleiðis starvi hjá Tórshavnar kommunu, og telur meðalfamiljan 4,5 fólk pr. húsarhald, eru helst yvir 2700 fólk í Havnini í dag, har høvuðsinntøkan í húskinum stavar frá beinleiðis ella avleiddum virksemi á økinum hjá Tórshavnar havn.

Tórshavn 18. januar 2016
Heðin Mortensen
borgarstjóri

Lesarabrævið hjá Kára Mikkelsen kann lesat her.
Lesarabrævið hjá Heðini Mortensen kann lesast her.