Men tað eri eg í hansara uppskoti at endurskoða kringvarpslógina við tí fyri eyga, at hava í minsta lagi tvær óheftar tíðindaeindir í Kringvarpinum.
Eg var ikki samdur við Jógvan, tá hann klamsaði útvarp og sjónvarp saman. Eins og tá, haldi eg, at tað er ein standandi vandi fyri - tá miðlalandslagið er so smalt - at ein ovurstórur miðil gerst ein mastodontur, sum er trupul at vika og sum ikki styrkir fjølbroytni.
Vandarnir eru millum aðrar:
- Øll hugskot vaksa úr sama jørildi. Manglandi fjølbroytni.
- Hugskotini vera viðgjørd úr sama sjónarhorni. Skulu samsvara.
- Vandi fyri at avtalað verður millum útvarp og sjónvarp, hvat skal gerast hvar og hvussu tað skal gerast.
- Kringvarpið - sum ein stovnur - verður mótpartur hjá ov nógvum.
- Sama tíðindafólk umboðar útvarp og sjónvarp á somu tíðindafundum og roynir so at finna upp á tveir ymsar spurningar - ein til útvarp og ein til sjónvarp.
- Sjónvarp og útvarp mugu ikki ella ganga í hvussu so er ikki móti hvørjum øðrum.
- Starvsfólk verða ofta tikin inn uttan um vanligan setanarpolitikk.
- Eingin kapping verður um starvsfólk - summi sleppa inn í hitan - uttan gjøgnumskygni.
Tað er ikki tí, at tey í kringvarpinum ikki royna ella duga, men tí tað ber ikki til at vera einsamallur 60-millióna miðil í Føroyum, sum eingin hevur nakran møguleika at kappast við.
Tað er í hvussu so er ikki tað besta fyri føroyska miðlaheimin.
Í stuttum haldi eg, at útvarpið og sjónvarpið skulu hava hvør sína tíðindadeild.
Og so haldi eg eisini, at vit skuldu umhugsa eina nýggja útvarpsrás við public service-skyldum.
Harafturat haldi eg eisini, at summar at verandi útvarpsrásum kundu røkt onkrar av verandi public- service skyldum. Tað er ikki tað perfekta, men í okkara lítla landi mugu vit gera okkurt, sum breiðkar miðlalandslagið.
Grein á Vágaportalinum um uppskotið hjá Jógvan á Lakjuni