Var á aliráðstevnu í gjár.
Fyri fyrstu ferð.
Ein aliráðstevna við 350 gestum er ein ráðstevna, har bara ein maður var í slipsi - tað var landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, sum setti ráðstevnuna.
Hini vóru gerandisklødd - eisini teir dýru dreingirnir.
Hetta var ráðstevnan fyri tey, sum arbeiða í alivinnuni. Tey, sum eru errin av alivinnuni og sum síggja stóra týdningin tey og teirra arbeiðspláss hava. Og so fyri tey, sum skulu tæna alivinnuni ella halda eftirlit við henni.
Ein segði við meg, at um 1000 fólk arbeiða í alivinnuni, so mátti eg ikki gloyma, hvussu nógv onnur eru knýtt at vinnuni.
Tað, sum undraði meg á míni fyrstu aliráðstevnu var, at alinótin var eitt og alt - næstan bara um innihaldið í nótini.
At ráðstevnan næstan ikki viðgjørdi evni, sum vóru uttanfyri nótina.
At Føroyar eisini eru til uttan fyri nótina, var ikki ordiliga á skránni.
Týdningurin, sum alivinnan hevur í Føroyum. Tøkugjald. Rættin til aling. Hvat er burðardygg alivinna. Umhvørvisspurningurin. Kann stórt verða ov stórt. Ognarviðurskifti.
Havi skilt, at Umhvørvisstovan fyri nøkrum árum síðani var við, og búskaparfrøðingar eisini hava verið við onkuntíð.
Lívið uttanfyri nótina mugu onnur taka sær av - var mín fatan eftir sjey tímar á Hotel Føroyum.
So løgið tað ljóðar sá eg ongan løgtingslim - tó kann onkur hava verið millum tey 350 fólkini.
Fyriskiparin úr Havbúnaðarfelagnum segði fleiri ferðir, at ein slík ráðstevna setti fokus á tær avbjóðingar sum eru og ikki á alt tað sum gongur so væl - so hevði tað blivið ov nógv sjálvrós.
Tó var ikki eiðasørt, at pláss eisini var til tað - tað skuldi bara mangla - á eini aliráðstevnu.
Maðurin við slipsi segði teimum greitt, at tøkugjald var komið fyri at vera. Hann segði eisini, at krøvini til talið á laksalúsum á hvørjum laksi fór at vera hert. Men hann segði eisini, at føroyska alivinnan er fremst í heiminum.
Eg hevði sjálvur valt at fara.Næstu ferð fari eg at hyggja nærri eftir skránni, tí eg haldi, at tað sum er uttan fyri nótina eisini er áhugavert.
Ráðstevnan snúi seg um lúsina og laksin í nótini - og tað var eisini sera áhugavert.
Fyri ein amatør.