At Flóvin Eidesgaard søkir og fær starv á Løgmansskrivstovuni er óivað í lagi. Hann kann so ikki lastast fyri tað.
Men frágreiðingin frá løgmanni og løgmansstjóranum, sum eg hoyrdi tað í útvarpinum, er eitt sindur ullint. (Kanska hevur hann sagt okkurt annað í løgtinginum, ja, tað vóni eg.)
Soleiðis segði løgmaður:
"Tað er soleiðis, at løgmansskrivstovan ynskti, at man vildi hava ein búskaparfrøðing í starv. Starvið var lýst leyst í august - haldi eg - í 2015. Men tað var eingin búskaparfrøðingur, sum hevði søkt, so søkti man av nýggjum og so fekk man 17 umsóknir, og tað var ein setanarbólkur, sum viðgjørdi tær umsóknirnar....og løgmaður hevur á ongan hátt havt nakað við setanina at gera.".
Nei soleiðis var tað ikki.
Løgmansskrivstovan søkti 22. juli eftir einum deildarstjóra til umsitingarliga partin av Løgmansskrivstovuni.
Kravið var kandidatútbúgving innan búskaparfrøði, leiðslu, fyriskipan/HR ella aðra eins viðkomandi útbúgving.
Ikki nakað krav um, at umsøkjarin skuldi vera búskaparfrøðingur.
Ikki eitt orð um, at umsøkjarin skuldi vera ráðgevi hjá løgmanni. (Haldi tað var ein avloysara fyri Peter Petersen, sum skuldi vera sendimaður í Reykjavík).
Tí í lýsingin stendur eisini, at starvsøkið fevnir um sendistovuskipanina.
14. september kemur nýggja samgongan til og 8. oktober kemur henda lýsing:
Her stendur beinleiðis, at "Nú nýggj samgonga hevur tikið við, og málsøkjabýtið er broytt, eru fortreytirnar broyttar fyri starvið, ið Løgmanskrivstovan lýsti leyst herfyri. Tí verður lýst av nýggjum."
Eg giti, at løgmaður eisini hevur verið við til hesa lýsingina, tí tað hevði verið løgið, um fyrisitingin einsamøll helt, at nýggi løgmaðurin hevði brúkt fyri einum meiri ella minni persónligum ráðgeva í búskaparmálum.
Ikki eitt orð um, at eingin umsøkjari var ella at tey ynsktu ein búskaparfrøðing - sum løgmaður segði í útvarpinum.
Og í nýggju lýsingini stendur eisini: "Høvuðsuppgávan verður at ráðgeva og vegleiða løgmanni í búskaparligum og fíggjarligum viðurskiftum".
Tað var ikki tað, sum fyrra starvslýsingin snúði seg um.
Altso mugu vit vænta, at løgmaður visti, at hann í oktober søkti eftir einum ráðgeva til sín sjálvs. Og ikki, sum løgmaður segði, sambært útvarpinum, at fyrisitingin vildi hava ein búskaparfrøðing.
Tað ljóðar eisini eitt sindur løgið. tá søkt verður eftir búskaparfrøðingi, har høvuðsuppgávan er at ráðgeva løgmanni, "at løgmaður hevur á ongan hátt havt nakað við setanina at gera."
Kanska, men løgmansstjórin - næsti medarbeiðari hjá løgmanni - hevur so sett persónin í starv.
At so Jacob Vestergaard og Fólkaflokkurin mitt í tí heila skulu ganga reina vegin - er so nakað annað.
Fyrsta starvslýsingin 22. juli 2015
Seinna starvslýsingin 8. oktober 2015
Útvarpstýdingini 2. mars 2016