Gott at síggja sendingar í Kringvarpinum, sum gjølla lýsa føroysk viðurskifti. Kringvarpið er einasti miðil, sum kann fara so grundiga til verka.
Sendingin "Stríðið um tey 10 prosentini" var ein tvørskurður gjøgnum fiskivinnupolitikkin seinastu árini. Og fyrra helvt av skurðinum rakti rætt, nú verður spennandi at síggja í 2. parti, um skorið verður inn á bein.
Sendingin lýsti, hvussu fiskiríkidømið er savnað á nøkrum fáum hondum. Ikki so gjølla, hví og hvussu, men at soleiðis er tað blivið: Nøkur fáa hava tey flestu rættindi í sínum hondum, og tey vilja ikki av við tey aftur.
Samrøðurnar við reiðararnar Hanus Hansen og Anfinn Olsen vóru eftir mínum tykki tær, sum bóru hesum fyrra partinum av skurðinum. Teir tosaðu um egin áhugamál og hjálptu okkum at skilja, hvussu teir hugsa.
Pro-uppboðssølumaður nummar eitt Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, segði nakrar setningar, men ikki so nógv um uppboðssøluna, ta kritisku samrøðuna við hann eiga vit til góðar. Kári Petersen, búsksparfrøðingur, og Sjúrður Guðjónsson greiddu mest frá um miðsavningina, og tað var áhugavert.
Eg saknaði ein búskaparfrøðing við hinum sjónarmiðnum: at tað er ordiliga gott fyri eitt samfelag, at nøkur fáa eiga næstan alt - teir finnast eisini.
So lýsti sendingin eina politiska tilgongd og eisini aktuellu politisku støðuna, og júst her eri eg spentur uppá, hvussu djúpur og neyvur skurðurin í aðru sending verður.
Tí eingin búskaparfrøðingur kann argumentera fyri og sannføra øll - hvørki leikfólk ella politikarar - um at ein loysn er rættari enn hin.
Alt hetta endar í eini politiskari støðutakan.
Hetta er reinur politikkur, sum als ikki kann klistrast upp í nakran búskaparfrøðing.
Og tí undraði tað meg eitt sindur, at man valdi politikaran Jørn Astrup Hansen, sum ein so sentralan part í sendingini. Trúvirðið er í mínum eygum ivsamt og keldukritiskt eiga vit at minnast, at hann hevur sitið saftigt í øllum stólum kring dýru pengaborðini í Føroyum, ja, og nú tykist hann hanga í lampuni uppi yvir borðinum og spæla Guð.
Tá stríðið um tey 10 prosentini eftir míni fatan er ein politiskur spurningur, so vildi eg ynskt, at føroysku politikararnir fingu størri leiklut - tað eru hóast alt teir, sum fara at taka avgerðirnar - kroystir meiri ella minni av hægri maktum.
Hetta vóru 10 prosent av skurðinum - gleði meg til hini 90 prosentini.