Her er eitt brot, sum eg havi klipt burtur úr sendingini og haldi er væl funderað og væl hugsað:
Friday, November 22, 2013
Hanus Kamban sigur tað sum tað er..takk fyri!
Haldi ordiliga, at mentanarsendingin í dag í Norðurlandahúsinum var ein góð sending. Endiliga var okkurt, sum fór eitt sindur djypri enn alt annað roks, sum alt ov ofta er at hoyra í útvarpinum.
Her er eitt brot, sum eg havi klipt burtur úr sendingini og haldi er væl funderað og væl hugsað:
Her er eitt brot, sum eg havi klipt burtur úr sendingini og haldi er væl funderað og væl hugsað:
Monday, November 18, 2013
Og nú skulu vit so gráta um Atlantsflog
..ja, faktiskt kunnu vit í hvussu so
er lippa eitt sindur. Kanska ikki bara tí stjórin í 18 ár ikki er
stjóri longur. Men serliga eftir handfaringina hjá nevndini –
einamest nevndarformanninum Niels Mortensen.
Atlantsflog er seinastu árini komið í
eitt slag av hatistøðu hjá ein parti av Føroya fólki. Ikki veit
eg hvussu stórur hesin partur hevur verið, men tann sjálvsagda
vælvild, sum Atlantsflog hevði fyri nøkrum árum síðini hevur
ikki verið eins sjálvsøgd seinastu árini.
Kringvarpið hevur verið í eini
líkandi støðu.
Av onkrari grund, sum vit ikki kenna,
valdi nevndin seint leygarkvøldið at boða frá, at Magni Arge ikki
longur skuldi vera stjóri í Atlantsflog, men tað skuldi ein Jørgen
Holme verða. Fyribils í tvey ár skiltist.
Og hví skulu vit so lippa.
Tí, at tað skuldi verið púra
óneyðugt at siga farvæl við ein stjóra á so óhøviskan hátt.
Ein stjóri gjøgnum 18 ár hevur uppiborið eina virðiligari
viðferð.
At ein stjóri eftir 18 ár leggur frá
sær ella verður biðin um at lata nýggjar kreftir koma til, er
ikki so óskiljandi. So mikið haldi eg meg kenna Magna, at hann er
ikki so erkvisin, at hann ikki hevði skilt eina slíka áheitan frá
hægsta myndugleika í felagnum.
Nevndin kundi eitt nú skipa fyri einum
tíðindafundi mánamorgun, har gamli stjórin takkaði fyri seg og
nýggi stjórin var førdur fram. Og nevndarformaðurin greiddi
høvuðseigarunum – okkum – frá, hvat ætlaninar vóru við
hesum týdningarmikla felag. Nevndarformaðurin kundi eisini
fyrireika eitt svar uppá spurningin, hví ein nýggj strategi skal
mennast, hvat var galið við verandi strategi. At velja nýggja
strategi er ikki bara sum at mála stovuna. Man ger tað
ikki bara, tí man bara hevur hug til tað. Hví hava vit rætt til
spyrja.
Vit skulu eisini lippa, tí um
Atlantsflog eisini ætlaði at nýta hetta høvi at stimbra
vælvildina móti felagnum aftur, so er næstan vorðið verri –
bara eftir tveimum døgum.
At seta ein danskara sum stjóra kann
sjálvandi vera rætt, men tað slepst ikki undan, at tankarnir fara aftur til
Maersk-tíðina. Og serliga tá stjórin so kemur til arbeiðis og einki yvirhøvur hevur at siga. Og tá nevndarformaður, so úttalar seg meiri til danskar
miðlar enn til føroyskar, so grevur hann enn einaferð undan
vælvildini, sum føroyska flogfelagið hevur livað so væl av.
Eg havi meiri enn einaferð verið við
í kórinum, sum hevur funnist at kostnaðin á ferðaseðlum, men
tað er ein ábreiðsla, sum ein stjóri má duga at taka, og tað er
eisini ein ábreiðsla móti politiska eigaranum.
Og sjálvt um kórið – eftir mínari
sannføring er vaksið – so átti nevndin í Atlantsflog at verið
virðiligari, tá stjórin skuldi skiftast út, og nevndin átti at
sagt sínum eigarum – okkum – hvat var galið við gomlu
strategiini, og hvat ætlanin er at stremba fram ímóti.
Størri avlop, bíligari ferðaseðlar, færri rutur ella kanska, at landið skal keypa privata partin aftur?
Størri avlop, bíligari ferðaseðlar, færri rutur ella kanska, at landið skal keypa privata partin aftur?
Friday, November 15, 2013
Ótrúliga spennandi at lesa talvfrásagnir
Og so hendir tað mær aftur, sum
hendir mær í 1972. Sum ungur drongur fylgdi eg sera gjølla við
talvdystinum í Reykjavík millum Spassky og Fischer. Enn minnist eg,
hvussu spennandi tað var at fáa Dimmalætting og seta talvini upp.
Tá hevði eg eisini mína dagligu gongd í Talvhúsinum í R.C. Effersøegøtu.
Ongantíð havi eg verið bitin av at lesa
frásagnir frá fótbóltsdystum. Havi altíð hildið, at úrslitið
er tað týdningarmesta, og tá dysturin er liðugur, ja, so er hann
liðugur.
Samstundis veit eg væl, at bløðini
og útvarpið gera dystarfrásagnir, og tær eru sera væl umtóktar.
Eg tími onkuntíð at hyggja eftir frásagnum í sjónvarpinum.
Men nú hendir tað aftur.
Eg lesi eina frásøgn fyri og aðra
eftir á norsku portalunum um talvini millum Carlsen og Anand.
Ja, frásagnir frá einum teldum talvi.
Ja, frásagnir frá einum teldum talvi.
Ja, eg leppi brot sum hetta í meg:
Gleði meg longu til í morgin, har eg kann fylgja við á
www.vg.no
Eg eri ikki kringur at telva, men fasinasjónin er øgilig. Havi keypt Jens Brandi eitt talv, og eg havi latið hann vunnið. So kann eg droyma - sum nógvir pápar - um, at Magnus Carlsen er sonur mín.
Eg verið noyddur at frøast um, hvussu væl miðlarnir nú duga at siga frá einum HM-dysti sum hesum.
Nú brúki eg meiri tíð til bridge, men ikki duga vit eins væl at fáa okkara ediliga spæl at taka seg so væl út í miðlunum.
Hetta er ein av okkum stórum avbjóðinum.
Annars skipar Býarbókasavnið í Havn í morgin fyri borðspælsdegi. Tí verri frá kl. 10 til 14 meðan 6. talv er í gongd. Men kanska Arnbjørn setur skíggja upp, so vit eisini kunnu síggja teir stóru spæla borðspælið yvir øllum - talv.
Tuesday, November 12, 2013
Nú er lagamanni at senda Magnus og íslendska fótbóltslandsliðið
Herfyri segði Dia Midjord,
kringvarpsstjóri, at meiri norðurlendskt tilfar fór at verða í
kringvarpinum. Tað kann lesast her.
Í hesi vikuni er annars gott høvi á
ítróttarøkinum.
Norðmenn standa við møguleikanum at
vinna heimsmeistaraheitið í talvi. Ein stórhending í
norðurlendskum høpi. Men eg dugi ikki at síggja, at KvF ger nakað
burturúr yvirhøvur.
Í Íslandi hevur íslendska
fótbóltslandsliðið hjá monnum fyri fyrstu ferð og púra óvæntað
møguleikan at spæla seg til luttøku í HM í Brasilia.
Haldi heldur ikki Kringvarpið higartil
hevur gjørt nakað burturúr tí og so vítt eg dugi at síggja, so
ætla tey heldur ikki. Men hetta ber til at broyta til
fríggjakvøldið, lat okkum vóna, at Kringvarpið ger tað.
Portalurin hevur viðgjørt langdystin
í talvi og eingin ivi er um, at her er áhugi í Føroyum. Tað hevði verið fínur møguleiki hjá øðrum miðlum eisini at brúkt t.d Rana Nolsøe at umrøða hendan stórdystin.
Vágaportalurin hevur eitt
leinki til síðuna hjá norska blaðnum VG.
Dugi ikki at síggja, at in.fo hevur
nakað um talvdystin, men tey hava so eina grein um svenskaran
Zlatan, sum skal hava ein bil.
Wednesday, November 6, 2013
Videobloggur: Knúsa danska stórspegilin!
Thursday, October 24, 2013
Kom til Føroya - tað er her vit búgva
Pínadoy hevur rokilsi um eina danska horisont-sending ikki lagt seg, har Kringvarpið ruddaði skránna fyri 25 donskum minuttum afturat, so heldur Kringvarpið fram í síni donsku verð við enn einum dømi um óvanliga ringa dømimegi.
Bæði í tíðindunum - kl. 17.00 - og á heimasíðuni skal Kringvarpið rætta eina grein í danska blaðnum Information. Tað er fulkomuliga burturvið, at almenna útvarpið skal átaka sær at rætta greinir í útlendskum bløðum, har politikarar halda seg vera skeivt umsettar ella endurgivnar.
Hetta kann ongantíð verða eina public-service uppgáva.
For hundin, altso!
Kom til Føroya - tað er her vit búgva!

Wednesday, October 23, 2013
Ein einsamallur landsstýrismaður avger, hvar 2 milliardir krónur skulu fara
Radarin í útvarpinum er eitt stórt fet framá fyri tilfar, sum ikki bara er tað bera roks. Tvørturímóti er hugaligt at hoyra, at dugnalig fólk sleppa framat - bæði útvarpsfólk og gestir.
Legði í dag serliga merki til innslagið um korrupsjón, har Grækaris Djurhuus Magnussen hevði Kára av Rógvi og Kára Petersen í útvarpsststovuni.
Her er eitt brot, sum eg leygði merki til:
Til ber at hoyra Radaran her:

Sunday, October 20, 2013
Snópisligur grindapartur í Sandavági
Var í grind í Sandavági herfyri.
Ikki kann sigast, at tað hilnaðist
serliga væl – og tað var ikki bara mín skyld.
Fóru úr Havn seint fyrrapart og
gjørdu okkum vátar á sandinum í Sandavági mitt seinnapartin. Ein
politistur í politibúna skrivaði okkum upp.
Men tá vit ongan kendu í Sandavági
var einki at gera enn at fara aftur til Havnar at bíða til
seðlarnir komu út.
Eftir at hava klikt nakrar hundrað
ferðir inn á Vágaportalin sást, at seðlarnir komu út á
midnátt. Koyrdu so aftur til Miðvágs, har hvalirnir vóru heysaðir
upp.
Har lógu 108 hvalir - tilsamans góð
700 skinn.
Og so kom sýslumaðurin og fór at
lesa, hvussu hann hevði skift. Fyrst teir á sandinum segði hann,
men mítt navn var ikki millum nøvnini. So bátarnir og so hugdi
sýslumaðurin fram fyri seg og sá einar 50 mans standa á keiini –
nógvir í termodraktum.
”Hvat gera tit? Vóru tit eisini í
grind?” spurdi sýslumaðurin.
”Ja, vit vóru á sandinum”,
svaraðu vit – minst annar hvør svaraði.
”So er okkurt galið. Eg skal fara í
bilin at vita um eg finni seðilin”, segði sýslumaðurin og fór.
Afturkomin mátti hann staðfesta, at
seðilin við okkum minst 50 monnum, umframt nøkrum fáum kvinnum,
var burtur.
Eftir eina løtu hoyrdist sýslumaðurin
aftur:
”Tit taka hval nummar 65 og 66 –
tit finna bara út av tí sjálvir!”
Ja, hetta vóru boðini til okkum
umleið 50 mans, umframt nakrar fáar kvinnur, á keiini í Miðvági
kl. 02.00 um náttina.
Tað gekk væl at skera upp. Vit býttu
okkum so lagaliga, sum gerast kann í grind mitt um náttina.
Haldi eini 20 hvalir vóru merktir til
drápspartar – í mesta lagi.
Og hetta gjørdist drápsparturin hjá
mær. Ein flá og eitt tvøstpetti.

Tíðliga morgunin eftir lýstu tey í
útvarpinum eftir fólki at skera upp á keiini í Miðvági til
heimapartar. Seinni lýstu tey eftir fólki – eisini aðra staðni
frá – at koma og fáa sær grind.
Uppi á Brandstøðini í Havn lá
grind til allar smærru bygdirnar í Suðurstreymoy og í Vestmanna
og Kvívík skulu fólk møta, so fingu tey grind.
Og dagin eftir seldu onkrir menn grind
í Vágsbotni í Havn.
Eitt sindur snópisligt, haldi eg, at tað skuldi hilnast so illa.
Tuesday, October 15, 2013
Navnið spillir ongan
Gott vit hava so nógvar portalar, sum kunnu bera okkum viðkomandi og týðandi tíðindi:
| Tórsportalur |
| In.fo |
| Kringvarpið |
| Vágaportalurin |
Wednesday, October 9, 2013
Tunnilssendingin: Politiska handalagið hjá løgmanni væl lýst
So fantastiska deiligt at síggja eina føroyska sending í sjónvarpinum, sum er so væl frágingin.
Ein vælgjørd sending í allar mátar.
Bygd upp í einum róligum frásøgustíli. Vit blivu førd trygt gjøgnum hetta stóra mál. Vælskrivaðir og lættskiltir tekstir, nógvar nýggjar myndir, sum stuðlaðu søguna væl og útbygdu hana. Óræddar og viðkomandi samrøður – bæði tær nýgjørdu og tær gomlu.
Við tí ”gamla” tilfarinum, sum var brúkt, vitnaði sendingin eisini um, at Kringvarpið – bæði útvarp og sjónvarp – hava sett nógvar viðkomandi spurningar í hesum málinum.
Í roynd og veru var hatta ikki mest ein sending um Skálafjarðatunnilin, men ein sending um politiska handalagið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni
Haldi ikki, at sendingin dokumenteraði, um nakað ólógligt fór fram í gongdini frá tí, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, setti ferð aftur á arbeiðið at gera tunnilin, til landsstýrismaðurin var koyrdur frá.
Hinvegin dokumenteraði sendingin væl, at vit hava ein løgmann og eina fyrisiting, sum ikki hevur verið serliga demokratisk sinnað í hesi gongdini.
Vit hava ein løgmann og eina fyrisiting, sum bæði er óprofessionell og veik.
Vit hava ein løgmann, sum avgjørt ikki hevur hildið nakað effektivt eftirlit við Kára P. Højgaard og toppinum í Innlendismálaráðnum.
Vit hava ein løgmann, ein løgmannstjóra og eina løgmanfyrisiting, sum ikki duga at lesa týdningin av, hvat bløðini skriva, ikki duga at seta tað inn í ein demokratiskan samanhang. Ikki vilja síggja, at demokrati krevur opinleika.
Vit hava eisini ein løgmann, sum í versta føri leyg fyri løgtinginum, í besta føri var óvanliga kargur við sannleikanum, tá hann umrøddi sín leiklut í avtaluni um milliónaendurgjaldið. Í hvussu so er royndi hann ikki at upplýsa Løgtingið um allar síður av málinum, men hinvegin at tøla Løgtingið.
Sendingin lýsti sera væl leiklutin hjá løgmanni og hansara fyrisiting í málinum.
Á ein stillisliga, men kortini konsekventan hátt, legði sendingin fram, hvussu leikur var farin fram.
Hon legði dentin á leiklutin hjá løgmanni og eftir stendur, at vit hava ein løgmann, sum ikki tekur sínar leiðsluuppgávur í Tinganesi í størsta álvara. Heldur skýtur hann ábyrgdina frá sær. Ger gjøldur. Og sum tað nýggjasta er farin at tosa um heksajakt og persónsforfylgjing. At taka hetta álvarsmál í álvara kemur honum ikki til hugs.
Í einum broti verður løgmaður spurdur um støðuna, nú Innlendismálaráðið er burtur og sera trupult tykist vera at sleppa fram at upplýsingum, tí fyrispurningar verða meylaðir víðari og ringt er at finna rætta persónin at svara. Løgmaður hyggur spyrjandi og svarar: Hatta kenni eg einki til!
Júst hesin setningurin er prógvið fyri, at eingin tekur ábyrgdina, nú Innlendismálaráðið er burtur. Løgmaður, sum tók Innlendismálaráðið av, kennir einki til tað!
Svarið skuldi sjálvandi verið: ”Hatta havi eg ábyrgdina av, og um tað er rætt sum tú sigur, so skal eg syrgja fyri at hatta verður í lagi í dag!”
Sendingin ”Skálafjarðatunnilin – kosta hvat tað kosta vil” var ikki ein sending um Skálafjarðatunnilin, men ein sending um handfaringina hjá løgmanni av einum stórum politiskum máli – dømið var Skálafjarðatunnilin.
So hugaligt at síggja, at føroyskt public service sjónvarp kann verða besta sjónvarp, sum vit kunnu fáa. Sjálvandi, mundi eg sagt!
Gott arbeiði!

Subscribe to:
Posts (Atom)