Hetta er heilt burturvið.
Fyri tað fyrsta er hetta beinleiðis álop á talufrælsið. Løgmaður skal ikki avgera, hvønn fólk mugu samskifta við.
Eg eri samdur við løgmann um, at tað nyttar einki at samskifta við Sea Shepard, tí tað verður misbrúkt, men hvørki løgmaður, forsætisráðharrin ella Drotningin, skulu senda fráboðanir út um, hvønn vit samskifta við.
Tað er roynd at avmarkað talufrælsið.
Í øðrum lagi er sera álvarsamt, um vit skulu hava álit á okkara fyrisiting, at løgmaður gevur beinleiðis fráboðan til fyrisitingina um at fyrisita øðrvísi mótvegis teimum, sum hann er ósamdur við.
Fyrisitingin skal arbeiða eftir teimum lógum og reglum, sum eru galdandi og ikki eftir um tað hóskar til meiningarnar hjá løgmanni.
Nú er meiri brúk fyri at uppbyggja eitt álit á fyrisitingina, heldur enn at fráboða og góðkenna, at fyrisitingarlógir bert er galdandi fyri summi – nevnliga tey, sum løgmaðurin er samdur við.
Í grannskoðaramálinum verða í løtuni kanningar gjørdir móti tveimum av hægstu embætismonnunum í fyrisitingini – júst fyri at hava fyrisitið ymiskt – alt eftir um tað vóru fólk í teirra parti ella fólk í einum øðrum parti.
Tað ber ikki til.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður (myndin lænt av Vágaportalinum) |
No comments:
Post a Comment