Tað er so umráðandi at styrkja vinstravongin her á landi. Ný-liberalistarnir spríkja upp allastaðni. Eg haldi, at á tjóðveldislistanum til løgtingsvalið ber til at styrkja tey, sum arbeiða fyri einum samhaldsføstum samfelag og vísa aftur, at marknaðarkreftirnar er gudur rættvísins.
Vit skulu arbeiða fyri einum opnum samfelagi, ið tolir og viðurkennir, at vit eru ymisk. Vit skulu ikki forera okkara ríkidømi til nakrar spekulantar. Munurin millum rík og fátøk skal ikki hámetast sum nøkur drívmegi. Tvørtur í móti merkir samhaldsfesti, at tey stekastu hava natúrliga ábyrgd mótvegis teimum veikaru.
Vit skulu arbeiða fyri so javnbjóðis møguleikum, sum til ber, til eitt nú arbeiði, skúla, sjúkrahús, tilfeingi og til at lata sína rødd telja við.
Vit skulu síggja virði í mentan í breiðasta týdningi. At mentan og list eru meiri enn hjáputur, men ein partur av merginum. Vit skulu ikki bara fjálga um føroyska mentan, sum ofta verður tikið til, men vit skulu styrkja hana og stuðla hana og lata mentan og list bjóða okkum av, tí mentan og list eru grundleggjandi fyri, at vit tíma at vera her og flyta higar.
Vit arbeiða fram móti einum frælsum Føroyum, ið er partur av heimssamfelagnum. Tey sum í dag vísa leiðina móti einum samhaldsføstum samfelagi, skulu eisini standa sterk í arbeiðinum at gera einar frælsar Føroyar til eitt land, har øll tíma og vilja búgva,.
Á tí grundarlagnum byggja vit eitt gott og trygt samfelag.
Djúp sannføring
Politikkur er ikki pragmatiskur, men byggir á sjónarmið. Tað er ein sterk sannføring um, hvussu okkara samfelag best verður ment. Vit skulu standa fyri visjónum og virðum sum bera fram til batar.
Míni politisku sjónarmið hava støði í hesum grundleggjandi virðum, sum sita djúpt í mær. Virði sum samhaldsfesti. Áskoðanin um, at vit koma longst við at vera felags at bera byrðurnar.Virði sum tolsemi og viðurkenning. Ynskið um eitt opið samfelag, har pláss er til øll og rúm er til ymiskleika. Virði sum javnrættur.
Vitan telur
At siga “vitan telur”, er ikki at banna.
Meiningar, sannføringar, virði og visjónir eru týðandi fyri hvønn veg eitt samfelag fer. Men vitan hevur eins stóran týdning.
Vit skulu alla tíðina lurta eftir og taka tey við, sum hava vitan. Vitanin verður drigin inn í sjónarmiðini og í politiska arbeiði. Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava vitan um havið og fiskiskap.Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava vitan um skúlar og útbúgving. Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava vitan um burðardygga orku. Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava skil fyri mentan og list. Vit skulu lurta eftir teimum, sum vita um handverk, mál, um sjúkrahús, bygging, ja, um alt hevur við okkara lív at gera.
Hesa vitan skulu vit brúka í arbeiðinum at skipa okkara samfelag eftir okkara politisku sjónarmiðum – bæði á veg til loysingina og eftir loysingina.
Ábyrgd skal takast
Vandin fyri serfrøðingaveldi er ikki til staðar í løtuni. Tá politikkur byggir á sjónarmið, so styrkir tað bara sjónarmiðini at hava vitanina.
Vit skulu vísa teimum, sum taka útbúgvingar og ogna sær vitan, at vit hava brúka fyri teimum og at vit lurta eftir teimum, og at tey skulu og at tey sleppa at taka eina ábyrgd í samfelagnum.
Vitan gevur teimum sum taka avgerðir, eitt betri grundarlag og tey, sum hava vitanina, vilja búgva her og flyta higar.
Politisk virði og vitan skulu vera grundarsteinurin, meðan vit byggja land.
No comments:
Post a Comment