Wednesday, September 9, 2015

Annika vann 961 atkvøður, men meinti hon ikki tað, sum hon segði

961 atkvøddu fyri Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum. Men tað er ivasamt, um hon meinti tað, tá hon segði seg stuðla Fólkaflokkin.

Uttanifrá síggja politisk floksskift ofta løgin út og eisini illgrunaverd. Løgin, tí vit trúðu vit høvdu við persónar at gera, sum høvdu sjónarmið, sum flugtaðu við flokssjónarmiðini og sum vardu flokssjónarmiðjini. Løgin tá man letur seg velja fyri ein flokk og beint aftaná takkar fyri seg, tí man er so ósamd við floksins politikk. Janus Rein takkaði fyri seg í Framsókn, Kristianna Winther Poulsen í Sjálvstýrisflokkinum. Løgið bara at skifta sjónarmið frá degi til dags,  men løgnast at gera tað beint eftir at vera vald.
Tá gerst tað eisini illgrunasamt.


Annika Olsen kundi verið farin úr Fólkaflokkinum, tá Poul Michelsen fór, men gjørdi tað ikki. Og tað var rætt sæð, um politikur er soleiðis háttaður, at tað er møguleikin fyri persónligari karrieru, sum telur mest.
Í fýra ár hevur Annika Olsen vart politikkin hjá samgonguni.

Og eisini í valstríðnum var hon eitt av fremstu valevnunum hjá Fólkaflokkinum, har hon eisini vardi politikkin seinastu fýra árini. Væntaði Annika, at møguleikin fyri persónligari karrieru var størstur við at vera verandi í Fólkaflokkinum, so var tað ikki rætt sæð - hesuferð.
Er politikkur soleiðis, at nú hevur hon sæð, at møguleikin fyri persónligari karrieru er størstur uttanfyri Fólkaflokkin?
Ja, nú verður spennandi at hoyra, hvat Annika meinar, tí efir 14 døgum hevur hon slept hesum meiningunum:























Wednesday, September 2, 2015

Bara trý vunnu einsamøll inn á ting

Bara Aksel, Sonja og Høgni vunnu inn á ting við einum atkvøðutali, sum var hægri enn kostaðurin á einum tingsessi.
Í alt vóru greiddar 32.375 atkvøður, og býta vit tað við 33, so kostaði ein tingsessur 981 atkvøður.
Aksel V. Johannesen fekk 2405 atkvøður - tað svarar til 2,5 tingsess til Aksel, Høgni Hoydal fekk 1142 atkvøður og tað svarar til 1,2 tingsess og Sonja Jógvansdóttir fekk 1020 atkvøður - svar til beint yvir ein tingsess.
Øll hini eru vald við hjálp frá atkvøðum til listan ella við atkvøðum frá øðrum valevnum, sum ikki vóru vald. Jacob Vestergaard og Annika Olsen vóru rættuliga nær við einsamøll at vinna sínar sess - Jacob fekk 965 atkvøður og Annika 958 atkvøður.

Annars vænti eg, at tað var óneyðugt at seta iva um býtið millum Nýggja Sjálvstýrið og Framsókn.
Niðanfyri sæst dømi um, hvat skal til í finteljingini fyri at Framsókn fær ein afturat og Nýtt Sjálvstýri missir ein. Í hesum døminum skulu 22 atkvøður flytast beinleiðs frá Nýggjum Sjálvstýri til Framsókn.
Sjálvandi kunnu aðrar broytingar henda, men ikki serliga sannlíkt.

Sunday, August 30, 2015

Helena, Hanus, lygnirnar og skúlasamanlegging


Lygn 1
I skúlasamanleggingini av Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum hava leiðsla, skúlastýrið og politiski myndugleikin lovað at ongir flokkar skulu syndrast. Her er lyftið frá Helenu Dam á Neystabø.

Longu fyrsta skúladag eftir summarfrítíðina blivu allir 8. flokkarnir í Skúlanum á Fløtum syndraðir sundur, uttan nakra sum helst kunning frammanundan til foreldur ella næmingar. Onkur flokkur hevur ongar av somu lærarunum, sum teir høvdu í Venjingarskúlanum.

Lygn 2
Hanus Joensen, skúlastjóri, segði, at tað hevði týdning at savna allar flokkar á sama aldursstigi. Afturtfyri lovaði hann, at børnini á Venjingarskúlanum skuldu hava somu tilboð, sum børnini í Kommunuskúlanum. (Sum átti at verið sjálsagt, tá tey ganga í sama skúla)
Soleiðis segði Hanus í útvarpinum:



Tað var lygn. Nú tvær vikur eru farnar av skúlaárinum, hava vit foreldur at børnum í Venjingarskúlanum fingið at vita, at okkara børn ikki fáa sama tilboð um tónleikaundirvísing og myndlistundirvísing.

Her sæst meiri um tónleikatilboðið í Kommunuskúlanum.

Av onkrari orsøk hevði tað týdning at leggja skúlarnar saman mitt í einum skúlaári. Helena Dam á Neystabø hevði eina frágreiðing i Sosialinum seinasta vikuskiftið, men at svara foreldrum aftur, tað hirðir hon ikki. Hetta hevur í eina viku staðið ósvarað á síðuni hjá Helenu Dam á Neystabø
 
Vit kenna ikki røttu frágreiðingina til at samanleggingin skuldi skundast ígjøgnum, men eftir at hava sæð alment innlit bæði úr Menamálaráðnum og Fíggjamálaráðnum, halda vit, tað helst var einasti máti at gera Hanus Joensen til stjóra, uttan at lýsa starvið leyst á virðiligan hátt. Tá eitt stjórastarv skal latast uttan um vanligar setanarreglur, mugu børnini bara liva við tí.

Saturday, August 15, 2015

Føroyingahavnin: Restirnar rotnaðar

Føroyingahavnina er í bakborði, tá vit stevna inn eftir fjørðinum í dýrdarveðri. Tað tók bara tveir tímar at stima úr Nuuk og suðureftir. Summarið er komið og sólin stendur sterk á saltgoymsluna, sum er fyrsti bygningur, sum sæst, tá vit sigla inn eftir fjørðinum.
Tað sær ikki vandaleyst út at leggja at træbryggjuni, tí leggja vit bátin fyri kýla og rógva í land í einum lítlum gummibáti.
Tað er púra kvirt og tómt.
Ringt at síggja fyri sær, at fyri nógvum árum síðani hava stór frystiskip lagt til bryggjuna og flutt fleiri túsund tons av flaki og saltfiski til meginlandið. Og larmandi kranar sveiggjaðu inn og úr saltgoymsluni.
Á landi vóru fleiri hundrað fólk – summi á flakavirkinum, summi í salfiskinum, summi á sjómansheiminum, summi í smiðjuni, summi í norska vælferðahúsinum. Summi í ”Himmelbjerget”, sum skrivstovu- og handlishúsið var rópt og sum eisini gjørdist eitt eyðkenni fyri Nordafarstøðina í Føroyinghavnina. Arbeiðsfólkið búði í barakkunum. Kanska onkur stóð og fekk sær ein pylsu í pylsuvogninum, sum stóð við smiðjuna.
Nordafar-støðin var bygd í 50-unum, tá gamla Føroyingahavnin – longri úti á fjørðinum - var niðurløgd og føroyingar kastaðu saman við norðmonnum og danskarum.
Har var stór saltgoymsla, flakavirkið og frystarí, og Føroyingarhavnin virkaði sum inn- og útskipingarhavn og var eisini týðandi útgerðarhavn hjá fremmandum skipum í Grønlandi.
Fyrst í 80-unum minkaði virksemið í Føroyingahavnini, men roynt varð at halda lív í Nordafar. Løgtingið og Fiskasølan royndu at blása lív í støðina í 80-unum, men tað bar ikki til.
Síðst í 80-unum fór Nordafar á húsagang. Roynt varð at selja, tað sum seljast kundi.
Síðani 1920-unum hava føroyinar róð út og fiskað í Grønlandi. Okkurt árið vóru væl yvir hálvt hundrað bátar í Grønlandi – smáðir útróðrabátar, sluppir, línuskip og trolarar.
Í 25 ár hevur støðin ongan góðn átt. Í dag standa bygningarnir tómir og oyddir - sum eitt søgufrøðiligt prógv um, hvat hendir við einum lítlum býi, tá øll eru rímd.
Ikki ein rútur var heilur – fleiri síggja út at vera skotnir í knús - og kanska eitt ella tvey borð stóðu á fýra beinum.
Eini 18 tons av salti standa enn inni í saltgoymluni og enn liggur pakningur at L/F Fiskasøluni og sløðist á gólvinum.
Men í dag er púra kvirt á Nordafar-støðini.

























Thursday, April 9, 2015

Keypa seg av bíðilistanum til musikkskúlan

Við loyvi frá Georg L. Petersen, journalisti, endurgevi eg tvær greinar úr Dimmu um, hvussu musikkflokkarnir í Tórshavnar Kommunuskúla er skipaðir. Mín áhugi í hesum er, at nú skúlarnir verða lagdir saman møtast tvær heilt ymiskar mentanir. Vit sendu okkara børn í ein kommunuskúla - Venjingarskúlan - og ikki í ein privatskúla, har tey ríkastu kunnu keypa seg fram um hini. Tí er hetta ein liður í ynskinum hjá foreldum at børnum í 1. a í Venjingarskúlanum um at biðja myndugleikar lata skúlarnar fáa frið til nýggi Vesturskúlin er liðugur.
Øssur

Keypa seg av bíðilistanum til musikkskúla
1087 børn standa á bíðilista at sleppa at spæla ljóðføri við Tórshavnar Musikkskúla – men tað er ein vegur uttanum bíðilistan. Tað ræður bara um at velja rætta skúlan til sítt barn og rinda 5000 krónur, so ber til elegant at hoppa upp um bíðilistan
Georg L. Petersen
  • Eg dugi væl at síggja at hetta er ein trupulleiki. Men reint pedagogiskt hava vit lært nøkur børn at spæla á einum ávísum støði, og tað hevði verið skeivt at steðga undirvísingini og sett tey aftast á listan. Tá er vandi fyri, at tey missa alt á gólvið.
Tað sigur Bo Isholm, leiðari á Tórshavnar Musikkskúla, sum er so mikið væl umtóktur millum tey ungu í kommununi, at 1083 børn í dag standa á bíðilista at sleppa til undirvísing.
  • Hesin trupulleikin var als ikki aktuellur, um musikkskúlin hevði neyðugu játtanina. So høvdu vit kunna undirvíst nógv fleiri. Men vit eru noydd ídag gera eitt væl, sum eg skilji nógv fata sum ódemokratiskt, sigur Bo Isholm.
Tað vóru ikki øll børnini í Litir og Leiki sum søktu víðari á musikkskúlan og hoppaðu upp øll hini. Flokkarnar taldu 25 næmingar, og sambært Bo Isholm søktu tey 15 inn á musikkskúlan og sluppu inn. Soleiðis verður eisini frameftir so hvørt ein næmingur skal víðari eftir 4. flokk.
Eitt gott tilboð
Tað byrjar við einum hugskoti frá einum av eldsálunum og undangongumonnunum inn tónleikaundirvísing í Føroyum, Ólavi Hátún, sum longu í 2007 setir seg í samband við Mentamálaráðið.
Hann leggur eitt uppskot fram, hvussu skipað tónleikaundirvísing kann byrja longu í 1. flokki í fólkaskúlanum. Hetta ger hann í samatarvi við Hanus Joensen, skúlastjóra í Tórshavnar Kommunuskúla. Tað byrjar við eini umsókn til Mentamálaráðið um stuðul til eitt skeið í London til tríggjar musikkskúlalærarar. Tórshavnar Kommuna og Mentamálaráðið veittu stuðul.
Tað verður fylgt upp við skeiðum og ferðum til millum annað Finnlands, og talan er um eina finsk-ungaraska skipan, har næmingar fáa dagliga tónleikaundirvísing umframt fólkaskúlagongd. Seinni varð skipað fyri líknandi ferð til Finnlands, og Sunnleif Rasmussen gjørdist eisini partur av toyminum at fáa seta ætlanina í verk.
Ætlanin fekk navnið Litir í Leiki, og Mentamálaráðið fór í 2009 inn í ætlanina við stuðli, eins og foreldur og kommuna skuldu rinda sín part. Talan gjørdist um eina trý ára royndarverkætlan, har gransking eisini var inni í myndini. Fróðskaparsetrið/Læraraskúlin skuldu millum annað kanna, um børn, sum valdu tónleikin, mentust fakliga og sosialt.
25 næmingar vóru skúlaárið 2009/2010 tiknir inn í skipanina. Eftir øllum at døma hevur skipanin virkað avbera væl.
Talan er ikki um eina fólkaskúlatilboð burturav, men meira eina samanrenning av fólkaskúla og Musikkskúla, har lærarar frá Musikkskúlanum eisini undirvísa í Tórshavnar Kommunuskúla. Skúlin hevði samstundis ein annan øðrvísi 1. flokk, har dentur varð lagdur á ítrótt ístaðin.
5.000 krónur
Mentamálaráðið hevur stuðlað ætlanin, men foreldragjald hevur eisini verið í myndini alla tíðina. Um ein næmingur skal ganga á hesum serstaka 1. flokki, er luttakaragjaldið 5.000 krónur umframt eitt leigugjald fyri ljóðføri á 500 krónur árliga.
Talan hevur verið um eina trý ára royndarverkætlan, sum Mentamálaráðið hevur fíggjað fyri tað mesta, men nú er tann ætlanin av, og nýggjur leistur skal finnast fyri børnini, sum eru liðug í tilboðnum.
Tað hevur ikki verið hugsað so nógv um, hvat skal henda við næmingunum, tá sjálvt tilboðið í fólkaskúlanum hvørvur eftir trimum árum, og musikkskúlaskipanin skal taka við næmingunum.
Bíðilistarnir at koma inn á sjálvan musikkskúlan í Tórshavnar Kommunu er langur, og í dag standa omanfyri túsund børn á bíðilista. Tann skipanin er sum útgangsstøði ikki samskipað við fólkaskúlan, og børn kunnu byrja á skúlanum heilt tíðliga ella munandi seinni.
Trupulleikin er, at tey aftaná tey fýra árini sum útgangsstøði skulu á sama bíðilista sum øll onnur børn í kommununi og eru í vanda fyri at undirvísingin steðgar eftir 4. flokk.
Tórshavnar Musikkskúli hevur í tí sambandi tikið avgerð um at lata hesi børnini halda fram í musikkskúlanum uttan um allar bíðilistar. Tískil skumpa tey fleiri onnur til viks, sum møguliga hava bíðað í áravís.
Bo Isholm, leiðari á Tórshavnar Musikkskúla, sigur, at skúlin er noyddur at taka eitt val – antin at ganga tann millimetur demokratiska vegin og bróta undirvísingina av, ella lata tey halda fram og harvið leypa bíðilistan um. Skúlin hevur valt tann pedagogiska leistin, so alt arbeiðið í Litir í Leiki ikki dettur á gólvið.
  • Men eg haldi tað er gott at kjakið tekur seg upp, tí hetta er stak óheppið. Var játtanin nóg høg høvdu vit ikki bíðilistan og so var hetta ikki ein trupulleiki, sigur hann.


FAKTA
Bíðilistin við Tórshavnar Musikkskúla
Klaver: 423
Harmonika: 17
Strikljóðbøri: 127
Fagott: 0
Klarinett: 23
Obo: 6
Saxofon: 23
Tvørfloyta: 62
El-bassur: 15
Gitarr: 280
Slagverk: 9
Trummur: 56
Kelda: Tórshavnar Musikkskúli

Býráðið vil halda fast
Skipanin Litir í Leiki verður í næstum eftirmett, og verður helst ein partur av nýggja Vesturskúlanum. Forkvinnan í mentamálanevndini lovar greiðari mannagongdir frameftir
Georg L. Petersen
  • Givið er, at tað skulu vera greiðar mannagongdir viðvíkjandi bíðilistanum. Eitt annað mál er so, at kommunan fer at viðgera allan problematikkin í samband við bíðilistan til musikkskúlan í Tórshavnar Kommunu, serliga nú, ið nýggjur skúli verður bygdur. Bíðilistin er alt ov langur, tað hevur verið støðan í áravís, og tað er ikki í lagi, at ein musikkskúlaskipan, sum bæði Mentamálaráðið og kommunan hava ábyrgd av at fíggja um skattin, ikki megnar at tryggja, at musikkskúlatilboð standa øllum børnum í boði, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar Kommunu.
Tað er neyvan nakar ivi um, at tilboðið Litir í Leiki fer at halda fram í Tórshavnar Kommunu, hóast Mentamálaráðið hevur tikið seg burtur úr verkætlanin, sum var ein trý ára royndarverkætlan. Trupulleikin er bara, at pláss er ikki fyri øllum hesum børnum í Tórshavnar Musikkskúla, tá tilboðið endar eftir 3. flokk, um børnini ikki skulu leypa upp um øll hini, sum kanska hava staðið á bíðilista í áravís, men bara ikki hava verið so heppin at hava gingið í Kommunuskúlanum.
Helena Dam á Neystabø sigur, at hon ikki kennir til nakað lyfti um at hesi børn verða tikin fram um onnur. Tað er ein avgerð musikkskúlin hevur tikið – talan er annars um Tórshavnar Musikkskúla, sum er kommunalur.
Tann landsfevnandi Musikkskúlaskipanin tekur sær av at samskipa og hava fakligu ábyrgdina av musikkskúlaundirvísingini. Upptøkuna blandar Musikkskúlaskipanin, sum liggur undir Mentamálaráðnum, seg ikki upp í. Tað er upp til teir lokalu musikkskúlarnar kring landið, millum annað Tórshavnar Musikkskúla.

Monday, February 9, 2015

South Pelagic: Ein søga um Beinisvørð

Skrásett parlag millum loyvi og skip


Afturvendandi leikurin í fiskivinnuni er at keypa seg til skrásett parlag millum loyvi og skip. Ein vegur til eitt eydnusamt parlag er at keypa og selja sama skip fleiri ferðir. Og tað verður ornað á skriviborðinum. Trolarin Beinisvørð var keyptur og seldur fýra ferðir fyri at para veiðirættindi hjá Vesturskin í Sørvági og trolaran úr Vági. 16 milliónir krónur lógu eftir í Sørvági hjá Vesturskin – sum ikki er nakað skip, men eitt partafelag.


Øssur Winthereig - PRESS

25. juni í ár vóru tríggir keypssáttmálar dagfestir. Allir tríggir sáttmálarnir eru um sølu av trolaranum Beinisvørð.
Sakførarar og reiðarar høvdu gjørt eina konstruksjón, hvussu fiskiloyvi frá Vesturskin í Sørvági kunnu parast við Beinisvørð úr Vági.
Hetta er paringaleikurin í fiskivinnuni. Skip og loyvi verða parað.
Beinisvørð fór nú nakrar túrar eftir skriviborðinum og stevndi aftur til reiðaran í Vági við veiðirættindunum hjá Vesturskin í Sørvági.
Á fyrsta túrinum á skriviborðinum fór Beinisvørð frá smápartafelagnum Sancy Trawl til partafelagið Baglhólm, og tá var prísurin 15 milliónir krónur. Annar túrur á skriviborðinum var til sp/f Vesturskin í Sørvági og prisurin var aftur 15 milliónir krónur. Triðji túrurin var yvirum borðið aftur til Sancy Trawl, men nú var kostnaðurin hækkaður til 31 milliónir krónur.
16 milliónir lógu eftir í Sørvági.
Í august var fjórði túrurin, sum gekk til Baglhólm - aftur fyri 15 mill. kr.

Innvikla at keypa loyvi
- Tað snúi seg um, at vit skuldu keypa nøkur loyvi úr Sørvági. Og tað skuldu tveir sakførarar og ein frá Vørn til at fáa flutt loyvini hendan vegin. Tað er blivið so innviklað, at man má finna, hvar í lógina man skal fara fyri at vita, hvussu man skal gera, sigur Alex Vilhelm, sum er reiðari á Beinisvørði.
Alex Vilhelm sjálvur var stjóri í Sancy Trawl, sum seldi til Baglhólm, og har var Alex Vilhelm eisini stjóri. Hann skrivaði undir bæði sum seljari og keypari. At hjálpa sær høvdu suðringarnir Eyðfinn Jakobsen advokat, og sørvingarnir høvdu Poul Hansen, advokat.
Ikki nakað óvanligt í paringarleikinum í fiskivinnuni, men innviklað og ógjøgnumskygt.
Lógin, sum Alex Vilhelm sipar til, er lógin um vinnuliga fiskiskap. Lógin er 20 ára gomul og skal áseta allar reglur um fiskiskap í Føroyum. Lógin er broytt ótalligar ferðir og er vælegnað at finna hol í og at finna greinar í, sum til ber at loypa bukk um.
Og tað er hvørki ólógligt at leita eftir holum ella at loypa bukk.
Ein av greinunum í lógini um vinnuliga fiskiskap, sum ofta liggur ovarliga á skriviborðunum hjá advokatum og reiðarum er grein 8 stk. 4. Í hesi greinini liggur grundarlagi
fyri tí sum kann seljast og keypast. Orðið er: ”tilsøgn”.

Lóg um skrásett parlag millum loyvi og skip
Grein 8 stk. 4 í lógini um vinnuliga fiskiskap snýr seg um veiðuloyvi hjá reiðarum, sum einki skip eiga. Nógvar grundir kunnu vera til, at reiðarar hava rættindi og einki skip. Skipið kann vera selt, tað kann verða sokkið ella okkurt triðja.
Í lógini um vinnuligan fiskiskap skal hendan grein geva teimum reiðarum ein kjans at útvega sær nýtt skip, um teir selja, høgga upp ella missa skipið.
Í lógargreinini stendur: ”Verður fiskifar við veiðuloyvi lagt med alla .... ella farið verður strikað í skipaskránni, kann landsstýrismaðurin eftir umsókn veita eigaranum tilsøgn um veiðuloyvi til annað fiskifar ístaðin, sum skal verða skrásett í skipaskránni innan 2 ár frá tí degi, at tilsøgnin er givin.”
Hetta er greinin um skrásett parlag millum skip og loyvi.
Í lógini um skrásett parlag millum skip og loyvi er tað landsstýrismaðurin sum skal góðkenna at skip kann parast við onnur loyvi. Og tað ger landsstýrismaðurin, og eingin annar kann tala at.
Í fyrsta lagi gevur landsstýrismaðurin reiðaríðum eina ”tilsøgn” eftir grein 8 stk. 4.
Og ein tilsøgn er eins gott og reiður peningur. Eitt skip kann bara fara ein skriviborðstúr inn í tað felagið og so útaftur við veiðurættinunum.
Tilsøgnin er váttanum frá landsins hægsta myndugleika, at reiðaríið kann varðveita fiskirættindini í tvey ár, hóast tað einki skip hevur. Og við eitt sindur av advokathjálp kann loyvið gerast til reiðan pening.
Í fiskivinnustýrinum kunnu tey ikki við vissu siga, hvussu nógvar slíkar tilsøgnir er givnar.
- Tað eru ikki nógvar, men tað eru altíð nakrar, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri.

Tilsøgnin skal aktiverast
At gera ein tilsøgn til reiðan pening er í roynd og veru einfalt.
”Tilsøgnin skal aktiverast,” verður ofta sagt.
Og tað var konstruksjónin sum var gjørd á skriviborðinum 25. juni í ár. Ein konstruksjón sum skuldi aktivera tilsøgnina hjá Vesturskin. Tí Vesturskin var ikki nakað skip. Vesturskin var eitt partafelag, sum hevði átt Vesturskin, sum felagið ikki longur hevði.
Men partafealgið Vesturskin hevði eina tilsøgn.
Alex Nielsen váttar, at tann knortluti vegurin til Sørvágs var neyðugur fyri at para loyvi frá Vesturskin við Beinisvørð.
- Tá Beinisvørð kemur aftur úr Sørvági er keypsprísurin 16 milliónir hægri. Er tað so einfalt, at tað er tí, at nú er loyvið parað við Beinisvørð?
- Ja..., svarar Alex Nielsen og leggur afturat, at grundin til, at Beinisvørð er keyptur og seldur fleiri ferðir er fyri at flyta loyvi aftur og fram.
- Man ger alt hatta fyri at fáa økonomi í tað, fyri at útnytta veiðirættindini, fyri at skapa arbeiðspláss og fyri at fáa vinning úr vinnuni, sigur Alex Nielsen.

Ein hálv milliard í keyp og sølu
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum svaraði 8. oktober einum fyrispurningi í løgtinginum um keyp og sølu av fiskiførum við veiðiloyvi.
Í svarinum er yvirlit yvir veiðiloyvi, sum eru flutt millum skip og yvirlit yvir skipasølur í 2013.
Landsstýrismaðurin sigur, at í alt hava verið 41 skipasølur, og at skrásetta virðið í teimum 41 sølunum tilsamans er góðar 552 mió. kr.
Tað ber ikki til at frætta úr Fiskimálaráðnum, hvussu stórur partur av hesi hálvi milliard er fyri skip og hvussu nógv er fyri veiðirættindi.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður svarar: ”Fiskimálaráðið hevur onga skráseting ella meting av, hvat er virðið á sjálvum fiskifarinum, og hvussu nógv kann metast sum gjald fyri veiðiloyvi.”
Men í døminum við Beinisvørði vóru 16 mill. kr fyri rættindi.
Landsstýrismaðurin veit ikki, hvussu nógvar paringarkonstrukjónir eru gjørdar.
Men at tað hendir, at tað er lógligt, og at tað er gott, ivast landsstýrismaðurin ikki í.
Lógir og kunngerðir eiga at stuðla undir skynsaman rakstur, virðisskapan og produktivitet.
Eg haldi, at ein liður í hesum er, at vinnan hevur møguleika at tillaga virksemið og optimera raksturin við at flyta veiðiloyvi og at avhenda fiskirættindi.
Sum eg dugi at síggja, eru nógvar av sølunum av fiskiførum og flytingum av veiðiloyvum í ár gjørdar við eittans enda máli – nevniliga at fáa gagnnýtt makrelkvotur í 2014 við betri egnaðum fiskiførum.” sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Innlagdar seinkingar
Konstruksjónin á skriviborðinum 25. juni í ár kann ikki í sær sjálvum aktivera nakra tilsøgn. Landsstýrismaðurin skal eisini geva síni loyvi.
Og hetta verður gjørt á túrunum tvørtum um skriviborðið. Tí verður ein ávís seinking løgd inn í skriviborðstúrarnar.
14. juli verður boðað frá til Skipaskrásetingina, at Beinisvørð er selt til Baglhólm. Fiskimálaráðið góðkennir sølu og ymisk onnur viðurskifti. Í fráboðanini til Skipaskrásetingina verður víst til keypssáttmála frá 25. juni.
Tveir dagar seinni 16. juli kemur aftur fráboðan til Skipaskrásetingina, at Beinisvørð nú er seldur til Vesturskin og víst verður til keypssáttmála frá 25. juni. Fiskimálaráðið fer beinanvegin í sving og góðtekur paringina millum loyvini hjá Vesturskin og Beinisvørð.
Aftur tveir dagar seinni 18. juli verður boðað frá til Skipaskrásetingina, at Beinisvørð er seldur frá Vesturskin til Sancy Trawl og víst verður til aftur keypssáttmála frá 25. juni.
Eftir skriviborðstúrin lógu 16 milliónir eftir í Sørvági – prísurin fyri veiðuloyvið, sum var knýtt í eina tilsøgn.
Og so loysti Beinisvørð frá skriviborðinum.

Sunday, January 4, 2015

At ein hissini FB viðmerking um mammu løgmann fór so víða kom ovart á meg

Kom eitt sindur óvart á meg, at henda viðmerkingin um mammu løgmann fór so víða. Tí vil eg fegin útgreina mína hugsan eitt sindur.
Hatta slag av innslagi verður í journalistiskum høpi nevnt vox-pop (Vox Populi), sum dyrgir eftir hugsanini hjá "manninum á gøtuni" um eitthvørt evni. Fólk verða spurd - oftast á onkrum almennum staði - her og nú og uttan høvi at fyrireika seg og uttan nakra serliga útveljing - tilvildin ræður. Tí ber ikki til á nakran hátt at siga nakað um, hvat meirilutin heldur ella ikki heldur, men til ber at savna eitt úrval av meiningum um evnið. Ongin er við grundað journalistiska útveljing, men tí tey eru stødd á staðnum ta løtuna spurt verður.
Her eru longu tveir skeivleikar í innslagnum:
Í yvirskriftunum verður sagt, at eldra ættarliðið gav løgmanni frægastu ummælini fyri løgmansrøðuna vísti spurnaðarumfar seinnapartin í dag. Hetta er rein misnýtsla av einum vox-pop - tað er ikki nakað spurnaðarumfar. At ein redaktørur loyvir hesum í gjøgnum er óskiljandi. Hann kundi eins væl sagt, at sitandi fólk geva løgmanni bestu ummælini.
Í øðrum lagi broytist tilvildin mitt í innslagnum. Tá verður ein kona vald út og verður presenterað, sum mamma løgmann. Við hesum hvørvur tilvildin, og ein persónur verður valdur út eftir serligum treytum. Og júst valið av hesum serliga persóni eigur at fáa journalist, fotorgraf ella redaktør at hugsa um hon - sum mamma løgmann - dugdi at meta um fylgjurnar av tí hon sigur. Eg veit ikki, um hon dugdi tað, men ein redaktørur, sum hevur ein vox-pop liggjandi, eigur at siga, at her mugu vit tryggja okkum, at vit ikki misnýta metingarevnini hjá persóninum og klippa viðkomandi burtur.
Tá ein persónur á hendan hátt journalistiskt verður valdur út, tá broytist innslagið og setur størri journalistisk krøv til dygdina í innslagnum.
Hetta hevur einki at gera við um persónurin er gamal ella ungur, gloymskur ella ikki, men snýr seg bara um, at eitt vox-pop brádliga fær eina snaring burturfrá tí, sum eitt vox-pop er, nevnliga at savna ymsar tilvildarligar áskoðanir um eitt evni.
Men eg skilji kortini, at hon var við í innslagnum, tí í logikkinum hjá journalisti og redaktøri, so var lagt upp til skemt. Og sanniliga var tað stuttligt, men ivasamt er kortini um slíkt skemt hoyrir til í eini tíðindasending.
Eitt annað er, at hetta kann koma kringvarpinum aftur um brekku, tá tey ætla at vitja onnur støð av hasum slagi. Tað veri seg skúlar, stovnar av ymsum slagi ella arbeiðspláss. Sjálvandi eigur fakliga støðið at vera so høgt í kringvarpinum, at man skal kenna seg tryggan at bjóða kringvarpinum innum. Starvsfólk, sum hava lovað kringvarpinum inn, eiga ikki aftaná at hava skuldarkenslu, tey eiga at vita, at Kringvarp Føroya er fakliga so sterkt, at eingin aftaná fer at kenna misnýttan. At starvsfólkini á stovninum hava ábyrgdina í síðasta enda er nakað annað.
Um tað kortini hendir - og sjálvandi kann tað henda - so er beinanvegin at koma við eini umbering, so fleiri dyr ikki verða læstar í framtíðini og fyri at vísa, at vit fakliga vita, hvat vit gera.
Annars haldi eg, at journalistiskt var tað skirvisligt bara at hava eitt miseydnað vox-pop, sum viðgerð av røðuni.

Innslagið kann síggjast her
Leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið kunnu lesast her.