Wednesday, December 15, 2010

Bara ein byrsumaður

Víkingar hava búð í Søltuvík og danir komu víðari í semifinaluna - ja,og so er ein byrsumaður handtikin í Funningsfirði.

Friday, December 10, 2010

Høgni gloymir eitt álvarligt mál


Høgni nevnir trý mál, sum ein breið bjargingarstjórn eigur at loysa í vár: fíggjarlógaruppskotið, fiskivinnureform og bankakervi.
Men Høgni!
Tú gloymir eitt sera umráðandi mál, sum í mínari verð liggur omanfyri hasi trý.
Vit skulu hava eina almenna fyristing, sum byggir á demokratisk prinsippir og ikki eina fyrisiting, sum byggir á persónlig og enntá privat áhugamál hjá ráðgevum, deildarstjórum, aðalstjórum og landsstýrismonnum.
Her er brúk fyri eini álvarsamari upprudding.
Opinleiki, innlit og heiðurligheit eru høvuðsorðini.
Ein fyrsiting, sum vit ikki hava álit á, kann ikki standa á odda.
.
Greinin á portalinum kann lesast her:
portal.fo - Mugu fáa løgtingsval í mai

Thursday, December 2, 2010

Nú kom hevndin úr Vinnumálaráðnum

Jógvan Thomsen fingið átalu og ávaring frá landsstýrismanninum í vinnumálum.
Sambært Vágaportalinum hevur landsstýrismaðurin sagt sína hugsan um Eik-málið. Men Jógvan Thomsen var ikki stjóri á Skrásetingini, tá avgerðirnar í Eik-málinum vóru tiknar. Jógvan Thomsen bleiv stjóri fyri Skrásetingina í summar.
Hvat hevur hann so fingið ávaring fyri?
Tað sigur Vágaportalurin ella landsstýrismaðurin í vinnumálum einki um.
Jú, lítið er at ivast í, at talan er um reina hevnd fyri telefonnotatið um samrøðu við Bjarna Djurholm og í heila tikið fyri grannskoðarafrágreiðingina frá umboðsmanninum.
Boðini úr Vinnumálaráðnum eru greið: Eingin undir okkum skal halda seg sleppa væl frá at siga sannleikan, um hann kritiserar okkara arbeiði.
Vit mugu síggja ávaringina.
Men trúgv mær! Har síggjast hógvarnir!
vagaportal