Thursday, May 26, 2016

Skattamálið: Vara seg fyri at fremja málsviðgerð

Stuttligt at koma aftur til Føroya, og enn ein dokumentarur hevur verið í sjónvarpinum - hesi ferð aftur um uppiborna ella óuppiborna skattafrádráttin hjá EIK.
Nógvar myndir vóru nýggjar og dramaeffektin var í hásæti, men ivist í, um so nógv nýtt var lagt afturat.
Ein flott sending - greitt sett saman, so sjónarmiðið hjá KvF var lætt at skilja.
Haldi eg havi nevnt tað fyrr um skattamálið hjá Eik:
Kann vera vandamikil journalistikkur at fara undir at kalla beinleiðis málsviðgerð í eini sjónvarpssending.
Grundin til, at eg brúki málsviðgerð, er tí eingin frá EIK, Fíggjarligum Støufesti, ymiskum grannskoðarafyritøkum ella TAKS var við ella vildi vera við.
Kortini er talan um eitt mál, sum avgjørt eigur at viðgerast í miðlunum.
Men journalistiskt hendir ofta tað, at søgan fer at halta, tá høvuðsskálkarnir ikki vilja vera við.
So sjálvandi haltaði mikukvøldið, og vit nærkaðust málsviðgerð.
Tá ein søga haltar verður ofta roynt at finna skorður at stiðja søguna við.
Ein skorða var, at journalistar hava samrøður við hvønn annan. Tað hækkar ikki nakað serligt um trúðvirðið.
Sjálvur kom eg í sjáldsamt selskap í sendingin. Millum Helga Abrahamsen og Jógvan Páll Lassen, tí vit vóru skírdir at vera vinir Tryggingarfelagsins.
Brúktir sum skorður.
Eg - helst tí - at eg saknaði eitt mótspæl móti áskoðanunum hjá Astrup í seinastu sendingini.
Sjálvur var eg siteraður fyri, at siga: "Er tað so platt, at TF Holding hevur gjørt ein handil við Astrup (umboðandi Fíggjarligt Støðufesti), sum Astrup ikki dugdi at gjøgnumskoða?"
Eg kann so taka ein annan setning úr sama bloggi:
"Men at alt hetta luktar er nakað annað - luktar av heilt vanligari kapitalismu."
Áhugavert verður at fylgja hesum málinum næstu mánaðirnar - kanska árini.
Gott vit hava Public Service.

Sendingin sæst her.

Aðrar viðmerkingar:
Eljustríð í EIK
Er hatta eitt marknaðarátak fyri Astrup?

Friday, May 13, 2016

Jú - ryggleysur vart tú, Heðin Mortensen

Sjálvandi er tað ikki mest týðandi fyri ein borgarstjóra og annan løgtingsformann at fylgja Tórhavnar Kamarkóri í Írlandi.
Um tað so var avgjørt fyri trimum mánaðum síðani ella 17 tímar áðrenn, at hann skuldi til Írlands. Hevur ongan týdning. Heðin Mortensen setur fram broytingaruppskot í løgtinginum um fólkaatkvøðu um samkynd hjúnarband, men velur ikki at standa við sítt egna uppskot. Rýmir av landinum.
Tað er ein maður, sum ongan rygg hevur.
Sjálvur heldur hann, at hann kann alt í senn - borgarstjóri og løgtingsmaður - men tá á stendur velur hann - sum hann sjálvur sigur - at vitja sonin í Írlandi - og letur Tórshavnar Kommunu gjalda.
Tað - sum Georg L. Petersen so rætt segði -er ryggloysi.
Ein rygg, sum eitt kókað spagetti.
Sum tað var gott, at Kringvarpið vísti okkum á hetta.

Innslagið um Heðin Mortensen sæst her.
Samrøðan við Georg L. Petersen sæst her.
Rætting kl. 19.49: Heðin var í Írlandi saman við Tórshavnar Kamarkóri og ikki Tórshavnar Manskóri, sum skrivað á fyrstu versjón.

Tuesday, May 10, 2016

Nýggj religión: Hitapumpu-samkoman

Deiliga provokerandi var hann: Hendrik Egholm á orkuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í dag.
Hann er stjóri í Magn - stóra oljufelagnum - og hann fór beint í móti landsstýriskvinnu, SEV og Umhvørvisstovuni.
- Tit hava valt síðu - tit hava valt hitapumpu-síðuna, segði Hendrik Egholm.
Helt at hatta við hitapumpum ljóðaði gott.
Men stjórin í Magn provokeraði so deiliga nógv, at kanska fari eg at hugsa meg um í nakrar mánaðar afturat, áðrenn eg leggi pengarnar á borðið fyri eina hitapumpu.
Tá hann var spurdur, um tað ikki bara var, tí hann hugsaði um at selja meira olju.. ressaðist hann:
- Eg eri ikki skítibýttur. Sjálvandi hevur tað eisini við tað at gera, men Magn skal nokk tjena pengar - eisini í framtíðini.
Og so pakkaði hann boðskapin inn í "orkuvarðan", sum felagið Byggitrygd legði fram. Nevnliga, at áðrenn tað almenna fer at mæla øllum til at skifta frá oljufýri til hitapumpu, so er vert at hyggja eftir, hvar orka í dag kann sparast - serliga í gamla setahúsahópinum. Og Ejvind Christiansen frá Marin E. Leo, vísti á, hvussu nógv kundi sparast við at kanna, hvussu illa tað trekkir í føroyskum sethúsum.

Nýggj samkoma
Sambært orkuvarðanum og Byggitrygd so skulu vit fyrst royna at minka um verandi orkutørvin, gera alt vit kunnu við verandi húsahóp, áðrenn valt verður, hvørja hitaskipan man skal velja til sethúsini.
- Vit hava fingið ein nýggjan átrúnað, sum eitur hitapumpusamkoman, segði Magn-stjórin og undirstrikaði sína framsókn við, at eisini hitapumpur brúka streym frá SEV, sum ikki í dag framleiðir grønan streym, men svávul-dálkandi streym burtur úr tungolju (sum eg giti, at Magn ikki selur teimum).
Í eini roynd at vísa aftur, at hann bara hugsaði um at selja olju, vísti hann á, at júst bjálving og minking av orkutørvinum longu hevði kostað Magn nógvar pengar.
Hóast Hendrik risti okkum ígjøgnum út á seinnapartin, so stóð hansara sjónarmið eftir, sum eitt stuttskygt sjónarmið. Eitt sjónarmið, sum elvdi til kjak og sum royndi at leingja livitíðina hjá oljuni og oljufýrunum í Føroyum. 

Sleppa av við oljuna
Almenni politikkurin er, at Føroyar skulu royna at sleppa oljuni, bæði tí hon ikki grøn og tí sveiggini eru so svikalig fyri búskapin.
Hákun Djurhuus - sum í løtuni sólar sær í grønari umhvørvisgloriu, svaraði, at ætlanin var ikki at hækka um oljunýtsluna.
- So hvørt tørvurin á elorku økist, so byggja vit út, so meiri og meiri verður grønt, lovaði Hákun Djurhuus.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, keypti heldur ikki sjónarmiðini hjá Magn-stjóranum. Hon boðaði frá, at nýggj byggireglugerð kemur um nakrar vikur og krøv vera sett til svávulútlát.
- Neyðugt er at gera alt í senn, tí málið er ikki at binda seg so nógv at oljuni.
Sum hon segði:
- Ja, vit suðringar merkja tað á túratalinum hjá Smyrli, um oljuprísurin á heimsmarknaðinum lækkar ella hækkar.
Men Hendrik fekk okkum at hugsa um orku sum annað enn bara landsstuðlaðar hitapumpur frá Demich her og nú.

Wednesday, May 4, 2016

Hví fáa kvinnur lættan og lekran lesna?

Síggi at eitt nýtt kvinnublað "Hon" kemur við Sosialinum í dag. Sum ikki-kvinna, so havi eg ikki altíð skilt, hví kvinnur partú skulu lesa  úrvalt møsn - nevnt kvinnutilfar - sum "hvar tú kanst finna besta cappuccino í Havn". Og so lesa kvinnur eisini um "at endurnýggja eitt rúm fyri 250 krónur". Og so skulu kvinnur nú læra at gera eitt laksaspjót við sitrónsós og DIY-serfrøðingur skal læra kvinnur at skapa miðjarhavsstemning í heiminum.
Hví er slíkt tilfar kvinnutilfar? Eg meini, eru ikki eisini nógvir menn, sum vilja vita, hvar besta cappucciono í Havn er... og eru ikki eisini menn, sum vilja læra at gera laksaspjót við sitrónsós.
Pínadoy tað er gott, at eg ikki komið undir felagsnevnaran "kvinna" - eg hevði verið frætør yvir at slíkt møsn er ætlað, sum sertilfar til mítt kyn, hevði eg sagt um eg var kvinna.
Er restin forrestin fyri menn?
Men tit kvinnur nú er tykkara blað á veg í postkassarnar.
Og redaksjónin sigur seg vera fegin um at kunna

"veita tær lættan og lekran lesna púra ókeypis."

So kunnu vit menn gjalda fyri tungan og ólekran lesna.