Tuesday, June 28, 2011

Tíðindi: Hvussu hava spekulantar og reiðarar tað?

Í útvarpinum vóru tíðindini, hvussu spekulantarnir í BankNordik hava tað við teimum virðunum, sum føroyski skattgjaldarin hevur goldið. Í sjónvarpinum knarra reiðararnir um, hvussu teir kunnu fáa sum mest til sín sjálvs av teimum virðunum, sum Føroya fólk hevur útvegað landinum.
Forrestin segði Magni Laksáfoss í somu sending, at tað er vinnan, sum avger um vit fáa fólkavøkstur.
Og Nema hevur eina lýsingarherferð, sum ljóðar nakað soleiðis: "Bla, bla, bla...vinnan veit!"

Thursday, June 23, 2011

Gott Reyði Krossur ikki arbeiðir við úrreiðslunevtraliteti


Jørgen Niclasen vísti sítt borgarliga lyndi í Degi og Viku í kvøld, har hann segði, at grundin til at eingin millión var sett av til kanning av Eik-grunninum, var, at uppskotið frá landsstýrinum ikki var útreiðslunevtralt. Sambært Jørgeni Niclansen so skuldi Eik-grunnurin ikki kannast, tí uppskotið ikki var útreiðslunevtralt. Hvørja grundgeving hini limirnir í fíggjarnevndini høvdu, vita vit ikki. Vit vita, at Bill Justinussen helt, at ein kanning var óneyðug, tí øll vistu, hvat var hent.
Men hví vildi eingin annar í fíggjarnevndini kanna viðurskiftini í Eik-grunninum?
Í somu sending var innslag um hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi. (ja, har var eisini ein danskari, sum segði, at føroyingar góvu meiri enn danskarar!) Men gott at Reyði Krossur ikki arbeiðir við útreiðslunevtraliteti, so var ikki nógv hjálpt.
Ja, tað er eisini gott, at Sløkkiliðið ikki arbeiðir við útreiðslunevtraliteti.
Niðurstøðan um Eik-grunnin kann lesast í petti 6.4 í frágreiðingini her.
Álitið frá fíggjarnevndini kann lesast (viðmerkingin hjá Bill er á síðu 5) her.
Innslag nr. 2 í Degi og Viku 22. juni 2011 

Føroyska trýstið hvarv, men gott vit hava Danmark


Nýggja nevndin í Eik ætlar at ógilda fráfaringaravtalurnar við gomlu stjórarnar í Eik, eftir at ein danskur advokatur er komin til, at stjórarnar hava handlað ábyrgdarleyst.
Hvar hevur føroyska trýstið verið at draga stjórar, nevnd og grannskoðarar til svars?
Tykist, sum at gott er, at vit hava danskar advokatar, sum verða tiknir í álvara í Føroyum.
Her hjá okkum mælti landsstýrismaðurin í vinnumálum til at seta 1 mill. kr. av til kanning av viðurskiftunum í Eik-grunninum í eykafíggjarlóg fyri mai.
Men ein samd fíggjarnevnd(!) tók milliónina burtur og harvið hvarv kanningin av Eik-grunninum.
Nú kunnu vit bara vóna, at onkur danskur advokatur tekur seg saman og sigur okkum, hvat vit skulu gera.
Sera flóvisligt, at vit ikki sjálvi hava kravt, mælt til og sett í verk kanning av hesum spekulantunum, sum hava stýrt Eik og spælt sær við peningin hjá 30.000 føroyingum - og so ætlaðu teir sær eyka-milliónir afturfyri.
Eg havi onga grundgeving hoyrt fyri, hví allir flokkar á tingi skóru milliónina burtur til kanning av viðurskiftunum í Eik-grunninum. Bill Justinussen skal hava sagt, at øll vita, hvat fór fram.
- Ja, eg veit so ikki!
Tíðindaskrivið frá Eik kann lesast her
Frágreiðingin um Eik Føroyar

Wednesday, June 22, 2011

At lurta og spyrja er eisini fólkaræði

Her er maðurin, sum hevur tosað við føroysk børn. Ongan kross og onga bíbliu, kann tað gerast verri?

Óvanliga snørd grein á portalinum.
Samansnørt ótolsemi.
At Skúlin á Løgmannabreyt hevur boðið Pete Bethune innum, er bara tekin um tolsemi og virðing.
Tað vísir virðing fyri øðrum sjónarmiðum, fyri fremmandum, fyri næmingunum og fyri fólkaræðinum.
Og Helena roksar um, at hon fer at spyrja skúlastjóran. Hon skuldi í staðin fyri beinanvegin stuðla hann.
Samansnørd grein á Portalinum

Tuesday, June 21, 2011

Trý síl á á kolskálina


Á útferðini á Sandi við Hagstovuni, gingu vit framvið Mølbursvatni - omanfyri Traðarhamar. Miðstovubóndin segði, at hann helt síl verða í vatninum.
Eg hevði eina teleskoptráðu við og royndi við einum 6g Droppen-spinnara.
Og mín sann. Kastaði tríggjar ferðir og trý síl. Tað seinasta so mikið lítið, at eg tveitti tað útaftur. Ingmar royndi so eina løtu og fekk tað triðja.
Øll trý vórðu kolsteikt heima hjá okkum.
Aftruvið: røregg, tomat og nýbakað breyð.
Posted by Picasa

Thursday, June 16, 2011

Dimmalætting: Gamlar myndir

Síggi, at forsíðan á magasininum, sum Dimma hevur givið út, er ikki nøkur aktuel mynd av Havnini. Á forsíðuni verður spurt ella staðfest - fortíð ella framtíð. Ja, myndin er so fortíð. Men tó, eg dugi at síggja, at myndin er ikki eldri eg so, at hon er tikin eftir, at Kongaminni var reist.

Tuesday, June 14, 2011

Ingolf S. Olsen ætlar sær í Løgtingið

Altíð gott við nøkrum journalistum á listanum.
Ja, hvør verður so tann næsti?

Ingolf S. Olsen ætlar sær í Løgtingið

Saturday, June 11, 2011

Miðlar heftir av innsendum tilfari


Tað sum liggur í at spyrja, um miðlarnir eru óheftir, er eittans, og tað eru um trúvirði í miðlunum er intakt.
Nógv kann ávirka trúvirði hjá einum miðli.
Bara tað, at ein miðil er ein fyritøka, sum skal hava yvirskot, kann ávirka trúvirðið. Tað vil siga longu her kann fyrstsa bindingina vera, sum gnaðar av trúvirðinum.
Eg seti trúvirði hjá miðlunum sera høgt og so ber til at spyrja, hvat gnaðar av trúvirðinum.
At verða heftir ella bundin at onkrum nýtist ikki at gnaða av trúvirðinum. Tá SMS-blaðið kemur í postkassan, so er blaðið heft - 100 % -, men kortini kann trúvirði verða í lagi. Hetta tí, at vit vita, hvar vit hava SMS-blaðið.

Trúvirði sum ein heild
Trúvirðið er ein nógv breiðari spurningur, sum meiri er ímyndin av miðlinum, sum heild.  Fyri meg er trúvirði ein spurningur um eg kann hava álit á, at eg fái tað, sum miðilin sigur seg geva, sigur seg umboða, sigur seg standa fyri. Trúvirði er ikki bara einstaka greinin og einstaka sendingin.Er her talan um ein miðil, sum eg havi álit á útfrá tí, sum miðilin sigur vera.

Wednesday, June 8, 2011

Fór at hugsa um hetta brotið

Minnist bara, at eg helt hetta verða nokk so stuttligt.