Tuesday, February 14, 2012

Eiga at umhugsa samhugaverkfall

 

Eg haldi, at Starvsmannafelagið - mítt fakfelag - átti at umhugsa samhugaverkfall í 24 tímar. Sjálvt um feløgini ikki dugdu at standa saman undir samráðingunum, so kann tað ongantíð vera ov seint at vísa samhuga.
At vísa fakligan samhuga er erisini at skillja krøvini hjá einum øðrum fakfelagi og vísa teimum sín stuðul. Og at vísa restini av samfelagnum, at hetta er eitt fakligt stríð. Øll faklig stríð hava týdning fyri samlaðu styrkina hjá fakfeløgunum.
Nógv bendir á, at Pedagogferlagið hevur verið til samráðingar við ein part (Kommunala Arbeiðsgevarafelagið), sum ikki hevur havt neyðugu heimildir at gera endaligan sáttmála.
Hetta haldi eg er skeivt í eini verkfallsstøðu: Tá partarnir seta seg yvir av hvørjum øðrum í einari verkfallstøðu, eiga partarnir kring borðið at hava neyðugu heimildir at gera semju við borðið.
Men námsfrøðingarnir áttu eisini at tryggja sær, at tá hurðin var latin aftur í samráðingarhølunum, ja, so skuldu fólkini, sum kunnu taka endaligar avgerðir, sita kring borðið.
Nakað annað er, tá samráðingar eru mánaðar ella vikur fyri, at freistin gongur út. Tá ber betur til at hava samráðingarnevndir, sum venda aftur til høvuðspartarnar aftanfyri.

Monday, February 13, 2012

Hvat hendir í Grikkalandi?


Eg vildi ynskt, at eg visti, hvat eg skal halda um støðuna í Grikkalandi.
Einki er at ivast í, at livikorini í Grikkaland fara at versna nógv og arbeiðsloysi og fátækradømi veksur.
So er spurningurin um krøvini frá ES, IMF og Centralbankanum, eru rímulig.
Í roynd og veru verður Grikkaland sett undir administrasjón.
Haldi hetta minnir eitt sindur um, tað sum hendi í Føroyum 6. oktober 1992. Tá vóru Føroyar settar undir administrasjón. Í fyrsta lagi var almenna skuldin ikki so stór, men tá kravt var, at landskassin skuldi veðhalda fyri bankarnar, so vaks almenna skuldin so nógv, at Føroyar vórðu settar undir administrasjón.
Tá var IMF esini við í leikinum og settu vill krøv til føroyska búskapin. Men tað bleiv so ikki rættuliga til nakað.
Tá vóru eisini røddir frammi um, at vit heldur skuldu latið bankarnar farið á heysin og so tikið tað har frá, men danska kvøkratakið um føroysku politisku skipanini var ov sterkt.
Løgtingið tók eisini undir við, at landskassin skuldi átaka sær ábyrgdina at bjarga bankunum, so politiski legitimiteturin tóktist vera í lagi ella?
Í Danmark var sagt á stjórnarskrivstovunum, at endamálið var at læra føroyingar "krisebevidsthed"!
Kundi hugsa mær at hoyrt onkran búskaparfrøðing ella fíggjareygleiðarar gjørt metingar um hesi viðurskiftini.

Men var tað so eisini rætt, at griska tjóðartingið tók undir við teimum treytum, ES o.o. settu fyri at veita Grikkalandi eitt risastórt lán? Og er politiski legitimiteturin har í lagi - við einum fyrisitingarligum forsætisráðharra?
Og samstundis streyma 10.000 ella 100.000 fólk út á gøturnar at mótmæla kravdu niðurskeringunum.
Longu nú eru nógvir grikkar so illa fyri og arbeiðsloysið er so høgt, at kann verða trupult at síggja hendan sonevnda hjálparpakka, sum annað enn ein bjaringarpakki til franskar og týskar bankar.
Vísir hetta, at onkur torskilt evropeisk búskaparskipan riggar ella vísir hetta, at hon ikki riggar?

 http://www.bbc.co.uk/news/business-13798000

http://politiken.dk/udland/ECE1536833/ekspert-det-er-som-at-tisse-i-bukserne-for-graekerne/