Thursday, April 24, 2014

Kringvarpsleiðslan: Vit – einsamøll - móti øllum

Kringvarpið siglir í tungum sjógvi. Tað er vorðið næstan ókeypis at knarra um kringvarpið, at skuldseta navngivnar journalistar fyri at renna politisk ørindi fyri serliga Tjóðveldi. Tað er vorðið so ókeypis, at grundgevingar als ikki eru neyðugar.
Má vera ótakksamt og møðsamt at arbeiða á einum arbeiðsplássi, sum fær so nógvan lort oman yvir seg.
Øll kunnu vera við. Sig okkurt ringt og óreint um Kringvarpið, og hini kunnu nikka uttan at biðja um nærri grundgeving.
Og eg skilji tað, tí Kringvarpið eigur ein part av skyldini sjálvt!

Frástøða frá teimum sum gjalda
Seinastu árini hevur Kringvarpið málað seg sjálvt upp í ein krók við krógvaða herrópinum “Vit – einsmøll – móti øllum!”.
Heldur enn at royna herrópið “Vit saman við øllum”, so hevur Kringvarpið tikið frástøðu frá nógvum av teimum fólkum, sum skulu gjalda gildið og frøast um, at vit hava Kringvarpið.
Tað er ikki at taka frástøðu at varpa tíðindi ella annað tilfar, sum er atfinningarsamt. Júst tað eigur at vera ein sjálvsagdur partur av journalistiskum arbeiði og skal verða so væl úr hondum greitt og gjørt á einum stovni við trúvirði, so undirtøkan millum lurtarar og hyggjarar er sjálvsøgd.
Men her gleppur hjá Kringvarpinum.

Trúvirðið er íbygt
Nógv av journalistiska arbeiðinum verður væl úr hondum greitt, men missir undirtøku, tí tað ikki er sprottið úr einum stovni við trúvirði. Fyrsta kravið til trúvirði er, at tað sum sagt verður, er satt og er sakligt og fjøltáttað. Men trúvirði er eisini ein íbygdur partur av einum miðli. Journalistiskt trúvirði verður uppbygt yvir ár og skal viðlíkahaldast og mennast. Og tað er óluksáliga skjótt, at trúvirðið kann fáa eitt skot fyri bógvin.
Og tað haldi eg er ein orsøk til, at Kringvarpið siglir í so tungum sjógvi, og tað er vorðið ókeypis at siga”lukka lortið!”.
Tað hevur í nøkur ár fjarað í karinum við trúvirði.

Í fólksins tænastu
At taka frástøðu frá sínum kundum er eisini at máa undan teimum virðum, sum eiga at vera knýtt at einum kringvarpi, og sum vit uttanfyri tilvitað ella ótilvitað knýta saman við einum almennum public service stovni – einum stovni í fólksins tænastu.
Tá avtornar er trúvirðið tað týdningarmesta, ið vit lurtarar og hyggjarar gjalda fyri á journalistiska økinum.
Herrópið ”Vit – einsamøll – móti øllum!” hevur verið og verður staðfest við alt ov ofta hoyrdum boðum frá leiðsluni í Kringvarpinum: Vit gera ongan feil og lurta ikki eftir øðrum. Alt var rætt, sum Kringvarpið gjørdi í sambandi við keyp ella sølu av nýggjársendingi í 2013 og 2014. Alt var rætt í sendingunum um brandfellurnar. Alt var rætt í innslagnum um horvna mannin, sum var funnin í Oyndafirði. Fyri nøkrum árum síðani var alt rætt, tá morgunlesturin var fluttur fyri at fáa betri flow í fyrrapartin. Alt er rætt. Eingin skal innum. Í onkrum av hesum dømunum hevur leiðslan so verið noydd at svølgja atfinningar uttanifrá. Men mín varðhugi er, at leiðslan í Kringvarpinum ikki heldur tað vera uppiborið.
At vera so avgjørd og ikki taka eitt sindur ímóti, venda og snara eitt sindur og kanska taka okkurt til sín, tað tærir á trúvirði, tí nógv fólk uttanfyri er so nógv meiri fjøltáttað og duga at síggja at næstan einki er bara rætt.
Eg giti, at tað má verða trupult at arbeiða undir eini leiðslu, sum bara letur alt fara.

Dáma, dáma og dáma – seg sjálvan
Tá hugsjónin ”Vit – einsamøll – móti øllum” vinnur fram á einum arbeiðsplássi, so er ikki óvanligt, ja, helst neyðugt, at bólkurin fer í verjustøðu. Bólkurin tekur seg saman um seg sjálvan og ”dámar” hvønn annan ókritiskt bæði her og har og alla tíðina.
Ja, tað er vorðið so galið, at bólkurin í stóran mun er farin leggja seg eftir at gera samrøður við hvønn annan, tí ”vit vita allíkavæl best og øll eru móti okkum.”
Hetta tykist gerast eitt innara skilvísi.
Samrøður verða gjørdar við hvønn annan. Fyri at undirbyggja “Vit – einsamøll – móti øllum”-linjuna, so skal Gunnar Nolsøe verja seg móti atfinningum frá Kinnu Poulsen, so skal Barbara Samuelsen, deildarleiðari, í sjónvarpsstovuna at verja bólkin móti atfinningum frá Birgiri Kruse. Liljan Weije skal í útvarpsstovuna at verja bólkin móti eini einfaldari atfinning móti innslagnum í Oyndarfirði. Bergljót D. Hentze skal legitimera bólkin, tá Sjónvarpið var 30 ár. So skal Uni Leitistein siga, at Liljan Weihe hevur lopið á bláman, og Liljan skal so fyri opnari mikrofon biðja Una Leitisstein loypa á bláman. So skal Tróndur Vatnhamar verður gestur hjá Eyðfinn Jensen og so kann Eyðfinn aftur vera gestur hjá Tróndi seinni um dagin.

Journalisturin í miðdepilin
Fyrst skal Anna Ellingsgaard í morgunsendingini siga, hvørjar bøkur hon lesur, so skal hon aftaná hava samrøðu við Høgna Mohr um eina sending í útvarpinum. So skal Armgarð Arge siga, hvørjar bøkur hon lesur.
Fleiri og fleiri innsløg i sjónvarpinum snúgva seg mest um journalistin. Gitna redaksjonella valið tykist vera, at myndir av Høgna Mohr eru mest týðandi fyri Føroya fólk. Uni Leitisstein etur tosk saman við teimum fínu í Áarstovu.
Tann dagin Jørgen Niclasen heldur tíðindafund um tollmálið verður Sveinur Tróndarsson biðin at vera vangamynd hjá tíðindaleiðaranum. Eitt óvanliga illa gjøgnumhugsað val. Kanska vildi Jørgen ikki, minnist ikki um tað var sagt, men so at velja ein journalist, sum bara ger sítt arbeiði.
Sjálvur havi eg eisini verið við nakrar ferðir, sum journalistur!

Lýsingar tæra
Hetta eru alt tekin um, at egni heimurin fyllir ov nógv, og tað máar undan trúvirðinum, tá sjónarringurin snørist um tey allar nærmastu, og man heldur seg sjálvan verða lýtaleysan.
At bjóða privatum fyritøkum at gjalda fyri ávísar sendingar ger, at ivi tekur seg upp um hetta er ein óheftur almennur miðil ella um Kringvarpið er ein fyritøka, ið skal selja lýsingar fyri privatar fyritøkur. Ein privatmaður skal útvega sponsorar og fær prosentir av sponsorpengunum. Fótbóltssambandið keypir seg inn í 3-2 og leverar útvarpsvert til vikuskiftissendingina fríggjadag. Og vinningar latnir av privatum fyritøkum stinga seg upp inni í summum sendingum.
Útvarps- og kringvarpsfólk eru at síggjast sum løntir orðstýrarar og undirhaldarar her og har, og næstu løtuna skulu tey kanska gera journalistikk í sama høpi ella næstu løtuna kunnu tey ikki gera tað, tí tey eru ov tætt knýtt onkrari fyritøku ella onkrum felag.
Stjórin, sum skal leggja linjuna, er ósjónligur – í hvussu so er úteftir.
Sigur tú einki Dia? Ert tú har? Yvir!

Máa undan trúvirðinum
Alt hetta, haldi eg, máar undan trúvirðinum, sum hevur størstan týdning, um ein almennur public service miðil skal hava undirtøku og vera í fólksins tænastu.
Men eg endurtaki, at nógvur journalistikkur er væl úr hondum greiddur, men kann ov lætt kveistrast til viks, tí trúvirðið hjá stovninum skinklar – og tað er leiðsluábyrgd. Eg haldi eisini, at nógv annað tilfar, sum sent verður, er dygdargott. Eg var sjálvur í dómsnevndin fyri Winther-heiðurslønina og tók 100% undir við, at heiðurlønin var latin aktueltredaksjónunum í Kringvarpinum fyri arbeiðið við Skálafjarðatunnlinum og kanningarstjóranum.
Men hollur journalistikkur má verða gjørdur á einum stovni við trúvirði.
Og tað er hetta trúvirðisumhvørvið, sum er niðurbrotið seinastu árini. Tað ber til at byggja tað uppaftur, men tað krevst, at leiðslan broytir herrópið ”Vit – einsmøll – móti øllum!” til ”Vit saman við øllum!”