Tuesday, February 23, 2016

Viðvíkjandi Irak- innrásini 2002

Evnið um føroyskan veteranar er sera viðkvæmt, so her ræður um at vera varin, men Løgtingið atkvøddi til dømis móti innrásini í Irak - men ikki var lurtað eftir tí.
Skal føroyskur landstýrismaður handa teimum medalju, sum fóru til Irak - ivist.
Haldi, at føroyingar sum velja at fara í kríggj fyri onnur lond, teir mugu vænta at fáa viðurkenning frá tí landinum.
Skal ein føroyingur dømast í Føroya Rætti fyri at fara í kríggj fyri fremmant land. Nei, ha.

Eg skrivaði eina viðmerking á Facebook um, at Løgtingið atkvøddi móti innrásini í Irak. Og tað er rætt, at Løgtingið atkvøddi móti at gera innrás uttan ST-samtykki.
Bara fyri ein ordans skyld, so eru keldurnar her:

Málið í Løgtinginum
Upprunauppskot
Atkvøðugreiðsla

Thursday, February 18, 2016

EIK skal vera føroyska samfelagnum at gagni - siga tey

- skal vera føroyska samfelagnum at gangi.
So snøggur er ein setningur í virðisgrundarlagnum hjá EIK banka.
Og nú kemur undan kavi, at Astrup - ein danskur nevndarlimur í EIK - segði nevndarsessin frá sær, tí hann helt, at EIK royndi at snýta føroysku skattamyndugleikarnar heldur enn vera føroyska samfelagnum at gagni.
15. januar 2016 verður kaldliga staðfest á heimasíðuni hjá EIK Banka, at Jørn Astrup Hansen, sum síðani 2011 hevur umboðað Finansiel Stabilitet í nevndini fyri Eik Banka, hevur sagt henda nevndarsess frá sær.
Ikki eitt orð um hví. Ikki eitt orð um, at tað var tí hann helt, at EIK ikki var føroyska samfelagnum at gagni.
Sjálvur vildi Astrup heldur ikki siga, hví hann fór úr nevndini í ótíð í samrøðu í Degi og Viku 18. januar. Hann vónaði helst, at onkur fór at grava meiri í, hvat lá í ósemjuni - og tað gjørdi Berlingske Tidende so. Málið verður eisini viðgjørt í einum bloggi á Berlingske. Eisini tí grannskoðararnir sýttu fyri at góðtaka frádráttin í roknskapinum.
EIK hevur fingið ein frádrátt upp á uml. 90 mill. kr frá TAKS, men Astrup heldur ikki, at TAKS kann hava havt allar upllýsingar, tá TAKS hevur játtað frádráttin - og tí átti frádrátturin ikki at verið latin. Í bankastjóri máli merkir tað, at TAKS hevur handlað móti betri vitan.
Um Astrup hevur rætt ella ikki ber ikki til at siga enn, men á aðalfundinum fæst kanska at vita um, EIK gjørdi eftir egnum virðisgrundarlagi - og var føroyska samfelagnum at gagni.
Í samrøðu í útvarpinum í dag loysir Astrup so frá posabandinum.
Heldur ikki so hugaligt at hugsa, at TAKS ikki setur fleiri spurningar, áðrenn tey lata 90 mill. krónur úr kassanum.


Tuesday, February 16, 2016

Frælsi at keypa rullupylsu

Stuttligt, tá reklamufólk skulu vera snild.
Nú Atlantsflog fer at krevja pening fyri máltíðir og sterkan løg umborð eitur tað á reklamumáli:
"Frælsi at velja ein betri bita."
Reklamufólkini kundu eisini sagt um nýggja matarpolitikkin:
"Frælsi at sleppa undan atlantic-bollanum."

Atlantsflog hevur higartil havt ta standandi hóttanina móti øllum komandi kappingarneytumum, at felagið kann leggja rullupylsu aftur á ókeypis rugbreyðið. Nú hvarv tann hóttanin, so kanska fara onnur flogfeløg nú at ressast við og bjóða seg fram á Føroyarutuni.

Men um eg skilti Johonnu á Bergi frá AA rætt í Degi og Viku í kvøld, so væntar hon vøkstur upp á 7-8% í ferðafólkatalinum. Um vit taka ferðafólkatalið í fjør, so er tað ein vøkstur upp á sløk 30.000 ferðafólk. Og talið á bíligum ferðaseðlum til og úr Danmark hækkar úr 35.000 upp í 45.000. So vítt eg dugi at rokna, so verða ikki nógvir eyka bíligir ferðaseðlar til tey ferðandi - í hvussu so er ikki til øll. Og hetta skrivi eg bara, tí eg ivist í um tað verður bíligari fyri tey flestu.

Vit, sum plaga at fáa okkum ein lítlan í flogfarinum, fara nokk ikki at líða nakra neyð.