Tuesday, March 15, 2016

Politikarin Astrup og tveir reiðarar

Gott at síggja sendingar í Kringvarpinum, sum gjølla lýsa føroysk viðurskifti. Kringvarpið er einasti miðil, sum kann fara so grundiga til verka.
Sendingin "Stríðið um tey 10 prosentini" var ein tvørskurður gjøgnum fiskivinnupolitikkin seinastu árini. Og fyrra helvt av skurðinum rakti rætt, nú verður spennandi at síggja í 2. parti, um skorið verður inn á bein.

Sendingin lýsti, hvussu fiskiríkidømið er savnað á nøkrum fáum hondum. Ikki so gjølla, hví og hvussu, men at soleiðis er tað blivið: Nøkur fáa hava tey flestu rættindi í sínum hondum, og tey vilja ikki av við tey aftur.
Samrøðurnar við reiðararnar Hanus Hansen og Anfinn Olsen vóru eftir mínum tykki tær, sum bóru hesum fyrra partinum av skurðinum. Teir tosaðu um egin áhugamál og hjálptu okkum at skilja, hvussu teir hugsa.

Pro-uppboðssølumaður nummar eitt Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, segði nakrar setningar, men ikki so nógv um uppboðssøluna, ta kritisku samrøðuna við hann eiga vit til góðar. Kári Petersen, búsksparfrøðingur, og Sjúrður Guðjónsson greiddu mest frá um miðsavningina, og tað var áhugavert.
Eg saknaði ein búskaparfrøðing við hinum sjónarmiðnum: at tað er ordiliga gott fyri eitt samfelag, at nøkur fáa eiga næstan alt - teir finnast eisini.

So lýsti sendingin eina politiska tilgongd og eisini aktuellu politisku støðuna, og júst her eri eg spentur uppá, hvussu djúpur og neyvur skurðurin í aðru sending verður.
Tí eingin búskaparfrøðingur kann argumentera fyri og sannføra øll - hvørki leikfólk ella politikarar - um at ein loysn er rættari enn hin.
Alt hetta endar í eini politiskari støðutakan.
Hetta er reinur politikkur, sum als ikki kann klistrast upp í nakran búskaparfrøðing.
Og tí undraði tað meg eitt sindur, at man valdi politikaran Jørn Astrup Hansen, sum ein so sentralan part í sendingini. Trúvirðið er í mínum eygum ivsamt og keldukritiskt eiga vit at minnast, at hann hevur sitið saftigt í øllum stólum kring dýru pengaborðini í Føroyum, ja, og nú tykist hann hanga í lampuni uppi yvir borðinum og spæla Guð.

Tá stríðið um tey 10 prosentini eftir míni fatan er ein politiskur spurningur, so vildi eg ynskt, at føroysku politikararnir fingu størri leiklut - tað eru hóast alt teir, sum fara at taka avgerðirnar - kroystir meiri ella minni av hægri maktum.

Hetta vóru 10 prosent av skurðinum - gleði meg til hini 90 prosentini.

Tuesday, March 8, 2016

Samdur við Jógvan á Lakjuni - ja, tað passar!!

Sjáldan eg eri samdur við Jógvan á Lakjuni.
Men tað eri eg í hansara uppskoti at endurskoða kringvarpslógina við tí fyri eyga, at hava í minsta lagi tvær óheftar tíðindaeindir í Kringvarpinum.
Eg var ikki samdur við Jógvan, tá hann klamsaði útvarp og sjónvarp saman. Eins og tá, haldi eg, at tað er ein standandi vandi fyri - tá miðlalandslagið er so smalt - at ein ovurstórur miðil gerst ein mastodontur, sum er trupul at vika og sum ikki styrkir fjølbroytni.

Vandarnir eru millum aðrar:
  • Øll hugskot vaksa úr sama jørildi. Manglandi fjølbroytni.
  • Hugskotini vera viðgjørd úr sama sjónarhorni. Skulu samsvara.
  • Vandi fyri at avtalað verður millum útvarp og sjónvarp, hvat skal gerast hvar og hvussu tað skal gerast.
  • Kringvarpið - sum ein stovnur - verður mótpartur hjá ov nógvum.
  • Sama tíðindafólk umboðar útvarp og sjónvarp á somu tíðindafundum og roynir so at finna upp á tveir ymsar spurningar - ein til útvarp og ein til sjónvarp.
  • Sjónvarp og útvarp mugu ikki ella ganga í hvussu so er ikki móti hvørjum øðrum.
  • Starvsfólk verða ofta tikin inn uttan um vanligan setanarpolitikk.
  • Eingin kapping verður um starvsfólk - summi sleppa inn í hitan - uttan gjøgnumskygni.
Um vit høvdu eitt breiðari miðlalandslag, so gjørdi tað einki, men støðan er, at Kringvarpið er næstan vorðið eitt tíðindamonopol (sjálvt um mær ikki dámar orðið), men ein mastodontur er Kringvarpið blivið.
Tað er ikki tí, at tey í kringvarpinum ikki royna ella duga, men tí tað ber ikki til at vera einsamallur 60-millióna miðil í Føroyum, sum eingin hevur nakran møguleika at kappast við.
Tað er í hvussu so er ikki tað besta fyri føroyska miðlaheimin.

Í stuttum haldi eg, at útvarpið og sjónvarpið skulu hava hvør sína tíðindadeild.
Og so haldi eg eisini, at vit skuldu umhugsa eina nýggja útvarpsrás við public service-skyldum.
Harafturat haldi eg eisini, at summar at verandi útvarpsrásum kundu røkt onkrar av verandi public- service skyldum. Tað er ikki tað perfekta, men í okkara lítla landi mugu vit gera okkurt, sum breiðkar miðlalandslagið.

Grein á Vágaportalinum um uppskotið hjá Jógvan á Lakjuni

Saturday, March 5, 2016

Slipsið og nótin

Var á aliráðstevnu í gjár.
Fyri fyrstu ferð.
Ein aliráðstevna við 350 gestum er ein ráðstevna, har bara ein maður var í slipsi - tað var landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, sum setti ráðstevnuna.
Hini vóru gerandisklødd - eisini teir dýru dreingirnir.
Hetta var ráðstevnan fyri tey, sum arbeiða í alivinnuni. Tey, sum eru errin av alivinnuni og sum síggja stóra týdningin tey og teirra arbeiðspláss hava. Og so fyri tey, sum skulu tæna alivinnuni ella halda eftirlit við henni.
Ein segði við meg, at um 1000 fólk arbeiða í alivinnuni, so mátti eg ikki gloyma, hvussu nógv onnur eru knýtt at vinnuni.

Tað, sum undraði meg á míni fyrstu aliráðstevnu var, at alinótin var eitt og alt - næstan bara um innihaldið í nótini.
At ráðstevnan næstan ikki viðgjørdi evni, sum vóru uttanfyri nótina.
At Føroyar eisini eru til uttan fyri nótina, var ikki ordiliga á skránni.

Týdningurin, sum alivinnan hevur í Føroyum. Tøkugjald. Rættin til aling. Hvat er burðardygg alivinna. Umhvørvisspurningurin. Kann stórt verða ov stórt. Ognarviðurskifti.

Havi skilt, at Umhvørvisstovan fyri nøkrum árum síðani var við, og búskaparfrøðingar eisini hava verið við onkuntíð.
Lívið uttanfyri nótina mugu onnur taka sær av - var mín fatan eftir sjey tímar á Hotel Føroyum.
So løgið tað ljóðar sá eg ongan løgtingslim - tó kann onkur hava verið millum tey 350 fólkini.

Fyriskiparin úr Havbúnaðarfelagnum segði fleiri ferðir, at ein slík ráðstevna setti fokus á tær avbjóðingar sum eru og ikki á alt tað sum gongur so væl - so hevði tað blivið ov nógv sjálvrós.
Tó var ikki eiðasørt, at pláss eisini var til tað - tað skuldi bara mangla - á eini aliráðstevnu.

Maðurin við slipsi segði teimum greitt, at tøkugjald var komið fyri at vera. Hann segði eisini, at krøvini til talið á laksalúsum á hvørjum laksi fór at vera hert. Men hann segði eisini, at føroyska alivinnan er fremst í heiminum.

Eg hevði sjálvur valt at fara.Næstu ferð fari eg at hyggja nærri eftir skránni, tí eg haldi, at tað sum er uttan fyri nótina eisini er áhugavert.
Ráðstevnan snúi seg um lúsina og laksin í nótini - og tað var eisini sera áhugavert.
Fyri ein amatør.

Wednesday, March 2, 2016

Ullint frágreiðing frá løgmanni um settan ráðgeva

At Flóvin Eidesgaard søkir og fær starv á Løgmansskrivstovuni er óivað í lagi. Hann kann so ikki lastast fyri tað.
Men frágreiðingin frá løgmanni og løgmansstjóranum, sum eg hoyrdi tað í útvarpinum, er eitt sindur ullint. (Kanska hevur hann sagt okkurt annað í løgtinginum, ja, tað vóni eg.)
Soleiðis segði løgmaður:
"Tað er soleiðis, at løgmansskrivstovan ynskti, at man vildi hava ein búskaparfrøðing í starv. Starvið var lýst leyst í august - haldi eg - í 2015. Men tað var eingin búskaparfrøðingur, sum hevði søkt, so søkti man av nýggjum og so fekk man 17 umsóknir, og tað var ein setanarbólkur, sum viðgjørdi tær umsóknirnar....og løgmaður hevur á ongan hátt havt nakað við setanina at gera.".

Nei soleiðis var tað ikki.

Løgmansskrivstovan søkti 22. juli eftir einum deildarstjóra til umsitingarliga partin av Løgmansskrivstovuni.

Kravið var kandidatútbúgving innan búskaparfrøði, leiðslu, fyriskipan/HR ella aðra eins viðkomandi útbúgving.
Ikki nakað krav um, at umsøkjarin skuldi vera búskaparfrøðingur.
Ikki eitt orð um, at umsøkjarin skuldi vera ráðgevi hjá løgmanni. (Haldi tað var ein avloysara fyri Peter Petersen, sum skuldi vera sendimaður í Reykjavík).
Tí í lýsingin stendur eisini, at starvsøkið fevnir um sendistovuskipanina.

14. september kemur nýggja samgongan til og 8. oktober kemur henda lýsing:
Her stendur beinleiðis, at "Nú nýggj samgonga hevur tikið við, og málsøkjabýtið er broytt, eru fortreytirnar broyttar fyri starvið, ið Løgmanskrivstovan lýsti leyst herfyri. Tí verður lýst av nýggjum."
Eg giti, at løgmaður eisini hevur verið við til hesa lýsingina, tí tað hevði verið løgið, um fyrisitingin einsamøll helt, at nýggi løgmaðurin hevði brúkt fyri einum meiri ella minni persónligum ráðgeva í búskaparmálum.
Ikki eitt orð um, at eingin umsøkjari var ella at tey ynsktu ein búskaparfrøðing - sum løgmaður segði í útvarpinum.
Og í nýggju lýsingini stendur eisini: "Høvuðsuppgávan verður at ráðgeva og vegleiða løgmanni í búskaparligum og fíggjarligum viðurskiftum".
Tað var ikki tað, sum fyrra starvslýsingin snúði seg um.
Altso mugu vit vænta, at løgmaður visti, at hann í oktober søkti eftir einum ráðgeva til sín sjálvs. Og ikki, sum løgmaður segði, sambært útvarpinum, at fyrisitingin vildi hava ein búskaparfrøðing.
Tað ljóðar eisini eitt sindur løgið. tá søkt verður eftir búskaparfrøðingi, har høvuðsuppgávan er at ráðgeva løgmanni, "at løgmaður hevur á ongan hátt  havt nakað við setanina at gera."
Kanska, men løgmansstjórin - næsti medarbeiðari hjá løgmanni - hevur so sett persónin í starv.
At so Jacob Vestergaard og Fólkaflokkurin mitt í tí heila skulu ganga reina vegin - er so nakað annað.

 Fyrsta starvslýsingin 22. juli 2015

Seinna starvslýsingin 8. oktober 2015

Útvarpstýdingini 2. mars 2016