Wednesday, January 30, 2013

Júmen, bankarnir eiga Elektron


Hvat sigur fyritøka Elektron, sum bankarnir eiga, tá átta fólk verða uppsøgd eftir at bankarnir/Elektron løgdu alt elektroniska virksemi niður til Danmarkar? Hongur hetta saman?

- Nei tað hevur einki við peningastovnarnar at gera!
Og hvat sigur fyritøkan Elektron, sum bankarnir eiga, um sítt víðkaða virksemi t.d. reypar Elektron á heimasíðuni av, at tey hava stovnað skrivstovu í Danmark í 2010?

- Tað hevur ikki gingið, sum vit høvdu vónað.

Sunday, January 27, 2013

Miðlaheiðurslønir




Ársins pressumynd:
Tróndur Dalsgarð: Eitt afturstig at flyta heimaftur, Exit Føroyar

Ársins innslag: 
Bergljót Debes Hentze, journalistur/Høgni Jacobsen, fotografur

Ársins grein:
Georg L. Petersen: “Stranda Skúli broytti ársmet eftir próvhandan”

Ársing sending:
Heini í Skorini og Hans Petur Hansen: "Eg vil ikki krógva tað"

Winther-heiðurslønin:
Redaksjónin á Dimmalætting


 Grundgevingar hjá dómsnevndini:(Kári Mikkelsen, Beint Løwe, Birgir Kruse, Helgi Arntórsson og Øssur Winthereig)

Ársins pressumynd
Ársins pressumynd er í fyrsta føri vald, tí hon uttan óðviðkomandi ørindi stuðlar væl upp undir tekstin, sum hon er knýtt at. Pressumyndin sigur eina greiða søgu um tey viðurskifti, sum verða tikin fram í greinini. Samstundis er myndin so mikið góð, at hon eisini sigur eina sjálvstøðuga søgu um eitt samfelagsligt evni, sum alt árið hevur verið frammi í pressuni. Lesirætningurin í myndini varpar so greitt ljós á evnið, at vit á ein ikki sørt skemtiligan hátt beinanvegin síggja, hvør støðan er og hvat myndamaðurin vil siga. Myndatøknin er framúr og fangar allar smálutir, hóast eingin leflandi tøkni verður brúkt at seta støðuna í átuligt ljós. Gerandisstøðan tænir tekstinum. Myndin, sum ikki er stilla upp ella á nakran hátt tilgjørd, er svørt og hvít. Myndin lýsir brúkaraprísir, sum eru so høgir, at hyggjast má uppeftir. Virðisløn fyri Ársins Pressumynd fær Tróndur Dalsgarð fyri mynd til greinina ”Eitt afturstig at flyta heimaftur” á blaðsíðu 56 í bókini Exit Føroyar (2012).

 Ársins innslag
Ársins innslag var serstakliga viðkomandi í føroyska tíðindameldrinum farna árið. Innslagið nemur við eitt evni, sum fylti nógv í navnleysu hagtølunum, sum struku framvið. Ársins innslag er væl frásagt í orðum og myndum, har vit beinan vegin fanga støðuna í eygnabránum á høvuðspersóninum, uttan at støðan elvir til eitt negativt kensluspæl. Journalistiskt er álvarsliga evnið væl viðgjørt í hesum innslagnum. Vit fáa sett andlit og orð á søguna, sum hagtølini siga okkum, samstundis sum vit fáa frágreiðingina frá myndugleikanum um, at soleiðis er støðan nú einaferð. Vit fáa søguna hjá einum vanligum borgara, sum datt úr einum trygdarneti í samfelagnum - meskarnir gjørdist ov stórir. Virðisløn fyri Ársins innslag fáa Høgni Jacobsen og Bergljót Debes Hentze fyri innslagið Dottin úr ALS, sum var í Degi og Viku 29. mars 2012.

Ársins grein
Hann gav okkum í dómsnevndini høvuðbrýggj. Vit hildu tað vera eitt sindur problematiskt, at tríggjar av tilnevndu greinunum vóru skrivaðar av sama persóni.
Har var tó einki at gera. Georg L. Petersen dugir sítt hondverk til lítar, og hann himprast ikki við, tá hann fær frænir av einari góðari tíðindasøgu.
Gjøgnum árini hevur Georg ferð aftan á ferð bitið seg fastan, tá okkurt ikki ruggar rætt í samfelagsliga týðandi viðurskiftum, og hann megnar við sikrari journalistiskari hond at halda fast, til síðsta punktum.
2012 var einki undantak.
Ársins grein er ein klassisk tíðindasøga við øllum tí, sum ein slík skal innihalda.
Vit høvdu væl kunnað hugsað okkum at hava verið flugur á vegginum hjá skúlastjóranum í Stranda Skúla, tá Georg ringdi og byrjaði at spyrja um broytingarnar, hann framdi á ársmetunum í kristni og ítrótti í 9. flokki farna summar.
Greinin varð byrjanin á eini tilgongd sum enn ikki er endað, men vit eru ikki í iva um, at Georg fer at fylgja málinum, til tað hendir.
Dómsnevndin hevur avgjørt at lata heiðurin fyri ársins bestu grein til Georg Lindenskov Petersen fyri greinina “Stranda Skúli broytti ársmet eftir próvhandan” og síðugreinarnar sum stóðu í Dimmalætting 10. desember.


Ársins sending

Ársins sending er undrunnarvert væl frágingin, tí hon viðger nakað, sum ikki er upplivað fyrr á henda hátt í einum føroyskum miðili. Sendingin setir sær fyri at lýsa eitt stórt og torført evni, og ger tað væl. Sendingin lýsir umstøðurnar hjá einum marginaliseraðum samfelagsbólki.
Sendingin gloppar hurðina ínn í ein heim, har vit vanliga ikki sleppa, og sum flestu okkara einki vita um. Somuleiðis lýsir sendingin væl, hvussu týdningarmikið tað er, at hesin marginaliseraði samfelagsbólkurin fær skjóta og rætta hjálp, tá óunnilig viðurskifti sníkja seg inn á tilveruna.
Inniliga, ektað og tó ósentimentalt sigur sendingin okkum frá, um teir kargu møguleikar, sum í hesum føri eru.
Vit fáa innlit í tankar og trupulleikar hjá teim raktu, har starvsfólkini gera sítt til at veita linna. Sendingin gevur góða mynd av aktuellu støðuni og avdúkar karmar innan eitt viðkvamt øki, sum ikki eru nær námindi nóg góðir.
Talan er um eina sending, sum bæði er væl uppbygd, væl filmað og væl framleidd. Sendingin heldur fast í hyggjaranum frá fyrsta til síðsta minutt, tá vit sleppa inn á stongdu deild at síggja føroysku psykiatriina her og nú.
Virðisløn fyri Ársins Sending 2012 fáa Heini í Skorini og Hans Petur Hansen fyri sjónvarpssendingina “Eg vil ikki krógva tað”, sum varð send í Kringvarpi Føroya 11. oktober 2012.


Winther-heiðurslønin
Føroysk Miðlafólk hevur stovnað nýggju journalistisku virðislønina “´Winther-heiðurslønin”.
Felagið sigur, at Winther-heiðurslønin verður latin journalisti ella journalisttoymi, sum við serliga dygdargóðum journalistiskum handverki miðvíst hevur viðgjørt og sett á breddan eitt týðandi samfelagsligt evni farna árið.
Dómsnevndin hevur verið í gjøgnum tilfarið. Nøkur evni vóru innstillaði beinleiðis til Winther-heiðurslønina, men nevndin tók í hesum førinum sær rættin at meta um alt innsenda tilfarið.
Allar virðislønirnar bera ein heiður í sær. Heiðurin fyri við journalistiskum handverki at lýsa viðkomandi viðurskifti, ið á serliga hátt hugtaka, øsa, røra og/ella upplýsa.
Kravið fyri at verða við er, at tilfarið hevur verið almannakunngjørt í einum føroyskum miðli.
Miðlarnir eru ikki nógvir, men í nærum øllum miðlum hevur tilfar verið, sum kundi liva upp til virðislønar-krønini. Hinvegin var tað torførari at velja vinnararnar millum tey, sum vit tilnevndu.
Virðislønirnar “Ársins pressumynd”, “Ársins innslag”, “Ársins grein”, og “Ársins sending” eru knýttar til ávísar miðlar – pappír ella elektroniskar . Hesar virðislønir skulu eisini latast fyri eina einstaka framleiðslu.
Winther-heiðurslønin lyftir seg uppum slagi av miðlum og skal heldur ikki knýtast at einari einstakari framleiðslu – eini grein, einari sending ella einari mynd.
Her er høvi at hyggja breitt útyvir miðlalandslagið og meta um journalistiska dygd, áhaldni, miðvíst arbeiði og hvørji týðandi samfelaglig evni hava verið lýst farna árið.
Skoða vit aftureftir, so halda vit, at tað er trupult ella ógjørligt at peika á eina einstaka greinarøð ella sendirøð, sum hevur skarað framúr við serliga dygdargóðum journalistiskum handverki.
Nevndin heldur tó, at nógv týðandi samfelagslig evni hava verið sett á breddan í miðlunum seinasta árið. Og í fleiri førum hevur eisini verið arbeitt miðvíst og dygdargott.
Hyggja vit aftureftir síggja vit, at á redaksjónum hevur áhaldandi verið arbeitt við at seta týðandi samfelagslig evni á breddan. Vit síggja, at redaksjónir hava roynt at bitið seg fast í summi evni, tó at bitið ikki altíð hevur verið nóg fast.
Nevndin hevur tí valt, at fyrsta Winther-heiðurslønin verður latin eini redaksjón – einum toymi – fyri dygdargott journalistisk handverk í fleiri týðandi samfelagsligum evnum. Eini redaksjónin, sum hevur tikið evni upp, ið onnur helst vildu, vóru tagd burtur.

Eingin kann siga seg hava kritahvítan vegg aftanfyri seg, men royndin at halda veggin hvítan eigur eisini at lønast - og tað er tað, sum dómsnevndin eisini ger við Winther-heiðurlønini.
Allir miðlar hava trong fíggjarlig kor og freistandi og lætt er at slaka í journalistisku dygdini, men Winther-heiðurslønin verður latin eini redaksjón, sum ikki hevur slakað, men hildið journalistiska handverkið í hevd.
Hendan fyrsta Winther-heiðurslønin verður latin redaksjónini á Føroya elsta blaði: Dimmalætting.

Saturday, January 19, 2013

Ja, sumt hevur størri týdning enn annað - 2 -

Portalurin ber prísin - 2 -
Meistarar í óviðkomandi tíðindum av onkrum donskum portali.


Blómur við knúti

Stuttligt at fara inn á gólvið í Steinprenti seinnapartin.
Tóroddur signeraði seinastu bókina "Avbyrginginar". Jan gekk og manureraði við maskinurnar. Haldi hasin maðurin arbeiðir altíð.
Jens Brandur og Tóroddur samdust um, at tað sum hann teknaði vóru blómur við knúti á.
Annars var sera stuttligt og áhugavert at síggja samrøðuna, sum Sigrún H. Brend gjørdi við Tórodd Poulsen í Degi og viku fríggjakvøldið 18. januar.

Sunday, January 13, 2013

Ja, sumt hevur størri týdning enn annað

Gott at tíðindini á portalinum eru so viðkomandi.
Eg má siga sum er - hatta visti eg ikki og hevði heldur ikki roknað við hasum.

Friday, January 11, 2013

Millimetrar eru ikki langir

Kári Sólstein tók myndina - og eg havi lánt hana.
Var í Pressuni í Kringvarpinum hósdagin 10. januar um nýggjárssendingina í Kringvarpinum, men ikki komu vit nakað víðari.
Haldi ikki, at nakað nýtt var sagt - og so yvirhøvur ikki av mær.
Vit kundu verið komin víðari, um har vóru onkrar samrøður sum bóru kjakið um privata luttøku í public-service-skyldunum hjá Kringvarpinum víðari.
Eitt nú hevði borið til at spurt Poul Michelsen um, hvussu hann helt tað riggaði at vera við í einum floksumfari, sum hann sjálvur hevði goldið. Var tað løgið ella natúrligt?
Man kundi spurt Tryggingarfelagið Føroyar ella Hotel Føroyar, um tey fingu tað tey ynkstu burturúr at sponsera sendinga.
Man kundi spurt stjóran ella starvsmannin í Content um teirra sjónarmið.
Tíverri var hatta for nógv "hopp á staðnum".
Flutti ikki ein millimetur.
Og ein millimetur er ikki langur.

Sunday, January 6, 2013

“Eg gloymdi nýggjárskonsertina”



Flestu av okkum vilja  helst og fegin setast í samband við okkurt gott. Í hvussu so er okkurt, sum vit halda er gott og sum vit gita, at onnur – okkara javnlíkar - eisini halda er gott.
Serliga væl dáma politikarum at festa eitt petti av onkrum góðum og vældámdum á seg, so telur tann fjøðurin kanska við eina ferð seinni.
Á Facebook er tað ókeypis – hjá øllum – at velja teir vakrastu fjaðrarnar, vísa teir og seta teir í sítt egna høvdingaprýði.
Hesiferð var tað nýggjárskonsertin hjá symfoniorkestrinum.
Her er nakrir fjaðrar:

Annika spælir eisini violin.
 Høgni fegnast um dýrmætastu gripirnar í landinum.
Eyðgunn vil ikki skerja men satsta upp á symfoniorkestrið.
Rósur til orkestrið og KvF.
Ein fyrrverandi, sum heldur seg kunna rósa við betri samvitsku nú enn hann kanska gjørdi fyri einum tveimum árum síðani.
Men eg má siga, at dagføringin hjá Jónu Mortensen er fín. Og kanska pyntar hesin fjøðurin enn meiri. Næstrakærleikin er so stórur, at hon gloymdi nýggjárkonsertina.



Wednesday, January 2, 2013

Loynilig privat sjónvarpsending í Kringvarpinum nýggjársaftan.

So er klárt at fara undir fyrsta skrivliga knarrið í nýggja árinum – ja í roynd og veru kom íblásturin longu seinastu tímarnar í fjør.
Privata fyritøkan Content við Kára Durhuus og Høgna í Jákupsstovu fekk atgongd til sjónvarpssendinetið hjá Kringvarpinum frá klokkan 18.30 og einar seks tímar fram nýggjársaftan.
Ekslusiv avtala var gjørd millum Kringvarp Føroya og Content um, at privata fyrtøkan skuldi gera eina sjónvarpssending, har “Kringvarp Føroya skal ikki hava rokningar frá tiltakinum ella hava útreiðslur í sambandi við sendingina nýggjársaftan. Content rindar starvsfólkunum løn/samsýning fyri sendingina.”, sum tað eitur í sáttmálanum.

Content kann brúka starvsfólk úr Kringvarpinum ella onnur starvsfólk.

Tvær høvuðstreytir eru í sáttmálanum.
1.  “KvF letur Content ókeypis sendibilar og útgerð. Kravið er, at fólk við royndum nýta útgerðina, og at tey somuleiðis handfara bilar/útgerð.”
2. “Ymiskir partar uttan fyri KvF stuðla sendingini.”

Hetta er so ein av fyrstu royndunum, at gera stórar framleiðslur í samstarvi við privatar fyritøkur uttanfyri húsið.
Hví hetta ikki er sagt greitt fyri hyggjarum veit eg ikki. Tó haldi eg, at tað eigur man, so bland ikki kemur í, hvat vit kunnu rokna okkum frá almenna public-service kringvarpinum og nær privatar fyritøkur fáa ræðisrættin yvir sendinetinum.

Sá ikki alla sendingina
Beinanvegin skal eg siga, at eg ikki sá alla sendingina, men bert brot og hava síðani hoyrt um innihald í hesi nýggjárssendingini.
Fyrr í dag lá sendingin undir “netvarp” hjá Kringvarpinum, men nú seinnapartin finni eg ikki sendingina aftur. Tá var heldur ikki nevnt eitt orð um, at hetta var ein privat sending, men hon lá á netinum millum hinar sendingarnar. Men tað ger hon so ikki nú.
Einasta eg dugi at síggja er “Løgmansrøðan”, sum altso var løgd inn í sendinga hjá privatu fyrtøkuni. Byrjan og endin á Løgmansrøðuni vóru myndir tiknar av Hotel Føroyum, haðani sendingin var send. Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum er røðan pyntað við myndum frá sendingini av Hotel Føroyum.

Inni í sendingini vóru eisini tíðindabrot úr sjónvarpinum: “Árið ið fór”.
Dia Midjord, stjóri, sigur soleiðis um ábyrgdina av vali av brotum til “Árið í fór”:
“Í sambandi við tilfarið, sum varð um árið í  fór, so hevði okkara journalistur Finnur Koba redaksjonellu ábyrgdina. Hann varð biðin at gera 4 stk blokkar við árinum, ið fór. Einasta treytin var, at blokkurin skuldi hava ávísa longd. Finnur Koba, journalistur, og Jan Arnskov, miðlagrafikari, gjørdu hetta í felag. Sjálvandi óheft, tí hvørki stuðlar ella fyriskipari høvdu atgongd til savnstilfarið hjá KvF.”

Privat fyritøka lænir alment tilfar
Tað má so merkja, at Kringvarpið leggur fólk og tilfar til sendingina. Eg veit so ikki, hvør hevur rindað Finni Koba og Jan Arnskov løn fyri hetta arbeiðið.
Men eg veit, at vit sum rinda kringvarpsgjald, hava goldið fyri innsløg, sum hava verið í Degi og Viku seinasta árið, og at ein privat fyritøka, fekk loyvi at leggja hesi innsløg inn í sína sending. Og man ikki hetta verða eitt hampuligt argument, tá stuðlar skulu fáast til sendinga. Altso – innsløg gjørd fyri kringvarpsgjaldið – vera brúkt til at ein privat fyritøka kann fáa partar uttanfyri KvF at stuðla sendingini.
At almenna røðan hjá løgmanni eisini liggur inni í sendingini, man eisini gera mun, tá stuðulspengar skulu útvegast.
Veit ikki um, floksformenninir vistu um konstruksjónina, men teir – ja TEIR – drógu so eisini sína byrðu í hesi royndini, at samantvinna privata vinnu og alment sjónvarp. Nú veit eg, at Poul Michelsen visti, hvussu støðan var, tí hansara fyritøka var ein av stuðlunum.
Ein annar nevndur stuðul var Tryggingarfelagið Føroyar – høvuðssponsor hjá Pál Joensen. Giti, men veit ikki, at Hotel Føroyar so ella so eisini var stuðul. Um hetta er rætt gitt, so var talan um ónevndnan stuðul, haldi eg.
Í sáttmálanum verður eisini nevnt: ”Somuleiðis skal KvF hava greitt at vita frá fyriskiparanum, hvat stuðlarnir fáa aftur fyri stuðulin. Hetta fyri at tryggja, at tað verður gjørt í samsvari við reglur og mannagongdir á økinum.”
Hvussu uppgerðirnar verða gjørdar veit eg sjálvandi ikki – enn.
Í hvussu so er, er ein mannagongd, at lýsingar bert mugu liggja millum sendingar og ikki inni í sendingum hjá almenna kringvarpinum. Veit ikki, hvussu tulkingin hjá Kringvarpinum og Content var, men lýsingarnar hjá stuðlunum vóru ofta at síggja.

Knarrið hesuferð
Eg haldi, at tað er fínar greiðir at royna nýggja framleiðsluhættir.
Men knarrið hesiferð gongur uppá:
Hyggjarin skal hava at vita, tá Kringvarpið letur privatum fyritøkum sendinetið at ráða yvir. Og hyggjarin skal eisini hava at vita nágreiniliga, hvønn leiklut Kringvarpið – sum vit gjalda fyri – hevur.
Vit kunnu ikki gjalda fyri tíðindasendingar, sum so privatar fyritøkur yvirtaka og útvega sær stuðul upp á tilfar, sum allir kringvarpshyggjarar longu hava goldið fyri.
Og so sjálvandi: Kringvarpið kann ikki bara gera so nýskapandi og stóran sáttmála við tveir fyrrverandi tíðindaleiðarar, har annar er núverandi medarbeiðari. Hesin seinni er í sáttmálanum fluttur frá Kringvarpinum og yvirum við heitinum: ”Starvsmaður í Content”. Sjálvandi skal slíkt bjóðast út.

Eg sendi soljóðandi skriv til stjóran í kringvarpinum:
”Hervið biði eg um alment innlit í øll skjøl, avtalur, mail-samskifti og annað viðkomandi í sambandi við planlegging, framleiðlsu, redaktionella ábyrgd og annars onnur viðurskifti, sum eru knýtt at nýggjársendingini, sum var send í Kringvarpinum nýggjársaftan 2012.  Eg hugsi um alla sendingina, sum var send av Hotel Føroyum.”
Stjórin skrivar, at 2 fundir hava verið og  2-3 telefonsamrøður, men at eingi notat eru til.
Einasta tilfar, sum liggur í hesum málinum er sáttmálin, sum sæst her.


Misskiljið meg ikki!
Men - misskiljið meg ikki! Vit fingu seks tímar av sjónvarpi gamlaárskvøld.
Ein nýskapandi ógjøgnumskygd konstruksjón, sum einki var gjørt fyri at kunna hyggjararnar um.