Saturday, October 31, 2015

Um samgonguna: Hartar tann man hevur álit á

Havi hoyrt eitt sindur fyri, at eg havi hartað samgonguna.
Summi siga: Gev samgonguni 100 dagar!
Veit ikki hvaðani tað kemur, men eftir at hava sitið í andstøðu í umleið 1400 dagar og sæð, hvussu stýrt hevur verið, eigur ein nýggj samgonga - sum er samlaða gamla andstøðan - beinanvegin at seta út í kortið, hvussu hetta landið skal stýrast.
Eg haldi, at nýggja samgongan beinanvegin eigur at vísa leiðina, at nú eru vit á veg inn í eina javnari, rættvísari og opnari framtíð.
Havi varðhugan av, at samgongan er um at mála seg yvir í ein krók:
- Skattalættin til tey múgvandi skuldi standa við
- Forskattingin av pensjónunum skuldi standa við
- Skattalætta til lág- og miðallønt
- Ikki sparast á mentaøkinum, almannaøkinum og heilsuøkinum
- Enn er tøgn um uppboðssølu, sum kundi útvega landskassanum inntøkur
- Borgarstjórar í dupultstørvum við dupultum lønum
- Einki uppskot um hjálp til tey, sum liva í fátækraváða
- Størsta byggiverkætlan á landi - Marknagilsdepilin - flýtur

Eg eri ikki vísur í, at nakar skal hava skattalætta. Heldur skulu tey múgvandi gjalda meiri.
Og rætturin til tilfeingið í Føroyum skal ikki latast til tey politiskt úrvaldu fyri lítið og lætt til spekulasjón.
Aksel helt fyri valið, at alivinnan hevði ráð at gjalda meiri. Man hann halda tað enn?
Eg eri so ein, sum haldi, at sjálvandi skulu vit gjalda skatt til mentaøkið, almannaøkið og heilsuøkið - og onnur øki við.
Skattur er ikki nakað avgjald - nøkur revsing - tað er gjald í felagskassan, men so skulu vit øll gjalda skatt.
Eg geri tað fegin.
Og eg vóni og vænti. at henda samgongan fer at duga betur at stýra felagskassanum.
Men so nyttar einki at krógva seg.
Sum fyrrverandi løgmaður helst hevði sagt:
Nú fara vit eftir bóltinum!

Tuesday, October 20, 2015

Tøgnin á tingi, men tíbetur hava vit Jenis

Í morgin er so løgtingsfundur aftur, men ikki nakað at hóma frá samgonguni.
Tíbetur hava vit Jenis av Rana, sum spyr, hvat tveir setningar í samgonguskjalinum merkja. Tað eru setingur um leiklutin hjá tí privata. Gott Jenis! 
Lok tykist vera lagt á ta nýskapan, tann framburð, ta menning, tað bjartskygni sum summi – ja, kanska nógv - væntaðu fór at koma við nýggjari samgongu.
Hvar eru hugskotini? Hvønn veg gongur leiðin – nei eg spyrji bara.
Nú er hálvur annar mánaði síðani nýggja samgongan var skipað.
Løgtingið hevur havt fýra fundir, men teir hava snúð seg um nevndarval og ein sjónleik um eina fíggjarlóg, sum ikki átti nakran góðan.
Fíggjarnevndin hevur havt ein fund 7. oktober, har hon skuldi skipa seg. Fíggjarnevndin lýsti við nýggjum fundi 8. oktober, men sambært heimasíðuni hjá løgtinginum hevur eingin fundur verið aftur.
Hvar er løgmaður, sum skal seta út í kortið, hvønn veg vit skulu fara?
Henrik Old situr í útvarpinum og roksar saman við Katrini Kallsberg.
Eg dugi at síggja, at ein landsstýrisfundur hevur verið – 8. oktober. Har var á skránni:
”Upprit og uppskot um broyting í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar”.
Annars veit heimasíðan hjá løgmansskrivstovuni at siga, at til bera søkja um at gerast starvslesandi á føroysku sendistovunum.
Spennandi at frætta frá løgtingsfundinum í morgin, um samgongan fer at siga frá tveimum av setningunum í samgonguskjalinum.