Saturday, December 28, 2013

Privatøkonomiskt sniðálop á trúvirðið

Nú vísa kringavarpsstjórin og stýrisformaðurin aftur, hvussu lítil dugur er í teimum, tá ræður um, at halda handilsáhugamál burtur frá sendingum í Kringvarpinum.
Sjálvandi er tað blóðskeivt - eins og tað var í fjør - at lata sendinet, manning og útgerð - til eitt privat felag nýggjársaftan at selja til hægstbjóðandi.
Vónandi er onkur leiðari í Kringvarpinum sum gevur sínum medarbeiðarum greið boð um, at tey skulu ikki leggja navn, andlit og trúvirði til sendingar, har privatar fyritøkur og kommunur keypa sær vælvild á almenna sendinetinum.
Og vónandi eru onkrir medarbeiðarar í Kringvarpinum, sum gera púra greitt, at tilfar, sum tey hava framleitt til Kringvarpið í ár, ikki undir nøkrum umstøðum má brúkast sum søluagn fyri ríkum kommunum og privatum fyritøkum.
Og vónandi eru onkur so fræg i Kringvarpinum, at tey duga at síggja at hetta er ein so óheppin blanding fyri óheftan tíðindaflutning, at tey siga nei og ikki lata seg keypa av eini hægri tímaløn.
At eitt privat felag við einum fyrrverandi leiðara í Kringvarpinum og einum núverandi royndum medarbeiðara klára at fáa einkarætt til føroyska sendinetið nýggjársaftan og sleppa at selja senditíð, ja tað er væl klárað av teimum. At teir kunnu tjena upp á tað er fantastiskt. At teir draga stjóra og nógv onnur upp á tráð er spell. Men eitt vælmeint liberalt til lukku!
Men tað eru júst slík privatøkonomisk sniðálop á trúvirðið, sum eitt alment kringvarp skal klára at standa í móti - annars gevur tað onga meining at tosa um public service - og sum eg havi nevnt so ofta, so ivist eg í um tað gevur meining við tí miðlapolitikki, sum Kringvarpið stendur fyri.
At framleiðslan ikki er boðin út er minsti trupulleikin - trupulleikin er sjálvandi, at har er so lítið skil í.
Men eitt gott nýggjár ynski eg øllum, tí tað hava vit øll uppiborið!

Friday, December 13, 2013

Tey ráðandi siga, at hetta eru tiðindi...so vit trippaðu avstað

 Summi tíðindi enda við at gerast tíðindi, bara tí, at tey ráðandi siga, at tey eru tíðindi.
Dagsins dømi er samanlegging av tveimum kommunufeløgum. Tá hvørki sjónvarpið ella portal.fo megnaðu at gera annað enn skúlablaðsjournalistikk burturúr, so áttu tey at slept hasum tíðundunum ella gjørt okkurt, sum gav meining.
Tað er næstan bara ein viðkomandi spurningur í øllum hasum: Hvønn týdning fær tað fyri borgaran?
Um hvørki nakar journalistur ella nakar borgarstjóri klárar at greiða tann spurningin, so hevur ein slík samanlegging ongan týdning. Og tá eingin heldur spyr, ja, so er tað púra burturvið.
Men tí Heðin Mortensen ella onkur annar hevur kallað pressuna á Hotel Hafnia, ja, so fer pressan trippandi avstað. Tað kundi eins væl verið SMS, sum bjóðaði til tíðindafund, tí eitt nýtt SMS-blað var komið út.

Í Degi og Viku í kvøld vóru tey við á Hafnia til hesa stórhending.

Hetta vóru høvuðssetningarnir í tíðindainnslagi um samanlegging av tveimum kommunufeløgum:

Søguligt. Fyrstu ferð, at allar kommunurnar eru í einum felagsskapi.
Hetta er stovnandi aðalfundurin.
Gamli formaðurin var sorgblíður.
Her er vinningur á øllum frontum.
Tað verður best fyri tær smáu kommunurnar.
Heldur tú fram í tí nýggja felagnum?
Hevði tú ynskt at hildið fram?
Klapp. Klapp.
Í nýggja stýrinum sita bara borgarstjórar.

Ikki ein spurning, tíansheldur nakað svar uppá, hvønn týdning hetta fær. Hvussu fara borgararnir at merkja hetta? Hví verða kommunufeløgini løgd saman?

Og á portal.fo á sama hátt. Bara ein skúlablaðs-konstatering um, at nú eru tvey feløg blvin til eitt.
 Video á portal.fo

Ikki eitt orð um, hvat hetta fer at merkja fyri borgaran. Heðin Mortensen hoyrist siga við útvarpi, at hetta hevur stóran týdning.

Kommunualu høvdingarnir í Føroyum eitur ein grein á portal.fo. Reint skúlablað.
Kommunalu høvdinarnir - portal.fo

Og portal hevur eina grein afturat, sum eisini skoytar omaná.
Eitt kommunufelag gevur betur tænastu - portal.fo

Heðin Mortensen verður siteraður fyri at siga:
"Hann metir, at eitt samlað sterkt felag fer at vera betri fyri at takla tær stóru avbjóðingar, sum kommurnar fara at fáa næstu árini, nú fleiri og fleiri landsuppgávur verða lagdur út til kommunurnar."

Higartil havi eg ikki skilt, um samanlegging av tveimum kommunufeløgunum hevur nakran sum helst týdning fyri okkum borgarar, men Heðin Mortensen slapp fleiri ferðir at siga, at tað er søguligt.
So vita vit tað.

Tuesday, December 10, 2013

Tað regnaði í Árnafirði, og tað regnaði í Soweto

Sat seinnapartin í kirkjuni í Árnafirði, har systkinabarn mammu mína – Jógvan Svend Joensen – fór til gravar. Hann gjørdist 91 ára gamal.
Samstundis vóru eini 90.000 fólk til minnishátíð fyri Nelson Mandela, sum var deyður 95 ára gamal.
Jógvan Svend og Nelson vóru smádreingir í senn.

Sum prestur – Hanus á Gørðum – segði fyri stúgvandi fullu kirkjuni, so hevur Árnafjørður altíð verið staðið, har Jógvan Svend kendi seg heima og har hann livdi sítt lív. Hann giftist Ketty, og tey fingu fýra børn.
Jógvan Svend hevði í mong ár postsavningarstøðina í Árnafirði og gekk um Áarskarð til Klaksvíkar minst tvær ferðir um vikuna. Hann var eisini við til at stoypa Kósabrúnna og turrdokkina á Skála.
Tá hann fór gjøgnum bygdina, plagdu fólk at biðja hann keypa ymiskt við sær, tá hann kom aftur til Árnafjarðar. Tað gjørdi hann fegin.

Fyrsta ørindi vit sungu ljóðaði:

Takk, Guð, fyri alt, sum hendi,
fyri gávur, tú oss ber,
fyri tíð, sum er at enda,
fyri stundina, sum er!
Takk, Guð, fyri ljósa várið,
fyri myrka, kalda heyst,
fyri hvørt hitt gloymda tárið,
fyri hjartafrið og treyst.

Edmund í Garði týddi sálmin í 1963, árið eftir, at Nelson Mandela var settur í fongsul á Robben Island, tí hann var skýrdur yvirgangsmaður.

Sama árið vóru mamma, babba og eg og vitjaðu í Árnafirði hjá Jógvan Svend. Ongin tunnil var úr Klaksvík, so vit tóku leiðina um Áarskarð.
Vit gistu har nakrar dagar, og hetta er ein túrur, sum eg minnist so sera væl. Nøkur av bestu minnunum saman við pápa mínum og nøkur so góð minnir saman við Jógvan Svend og Ketty. Og so spældu sonurin Símun og eg so væl á køksgólvinum. Ketty hevði telefonstøðina og sat og proppaði allar leidningarnar inn í holini, sum hoyrdu til tey ymsu húsini í bygdini. Símun og eg báðir spældu við pappírsbátar á gólvinum.

Símun vísti mær í ervinum í kappróðraneystinum á ein mann í mínum aldri, sum eg hevði bjargað frá at druknað. Tí verri minnist eg ikki, at eg var ein hetja niðri á brúnni í Árnafirði, árið eftir, at hetjan Nelson Mandela var fongslaður.

Seinastu árini havi eg einki havt við tey í Árnafirði at gera. Kortini kenni eg røturnar aftur til Árnafjarðar og eg kendi við sorgini hjá teimum avvarandi hjá Jógvan Svend.

Mær dámdi so væl hoyra um henda stillføra mannin, sum eg altíð hevði vitað um – ikki altíð kent – men vita um. Prestur vísti á, hvussu trúgvur hann var til bíbliutímarnar í KFUM&K. Hann segði ikki nógv, men var trúfastur. Og at vita, at í Árnafirði stóð vøggan hjá ommu míni, og at í Árnafirði liva menniskju, sum eg altíð fari at vita, eru skyldfólk.

Regnið oysti niður uttanfyri, tá sangarnir fór syngjandi fitta teinin út í Kirkjugarðin við kistuni við Jógvani Svend – strevandi móti hvassa vindinum.

Í kappróðraneystinum vistu øll, at ein góður maður var farin, sum var mettur av døgum.
Tað regnaði í Árnafirði í dag og tað regnaði eisini í Soweto.


Wednesday, December 4, 2013

Ringt veður í Danmark...

Undrist bara yvir, hví alt skal síggjast gjøgnum Danmark - og sum oftast bara Danmark.
Og nú skulu vit í  heilum minnast á, hvussu verðið verður í Danmark.
Hesiferð var tað portalurin. Ikki hevði verið ringt at gjørt eina journalistiska søgu um ódnarveðrið, sum sær út til at raka alt økið sunnanfyri og vestanfyri okkum - og ikki bara Danmark.
Men so skulu tey klikkja longur enn til Danmarkar - og tað tykist ringt.
Portalurin kláraði at klikkja seg inn á Berlingske.
Aftonbladet.se
bbc Skotland
vg,no

Tuesday, December 3, 2013

Kringvarpið tosar í gátum um sendingar eftir 1. januar 2014

"Eg vil gjarna verða við til at týða sendingar og filmar, um eg veit, at tað er ein samlað ætlan um at gera eitt føroyskt sjónvarp. Og eg vil gera tað ókeypis - sjálvandi. "


Haldi, at Kringvarpið kundi sagt sínum trúgvu gjaldarum, hvør avleiðingin verður av, at Danmarks Radio hevur sagt upp sáttmálan við Kringvarpið um, at KvF kann senda sendingar, sum hava verið í DR. Hetta hongur saman við, at Føroyar nú hava egna lóg um upphavsrætt, skilji eg.
Her hanga nógvir ósvaraðir spurningar í luftini.

Tosa í gátum
Eitt er at politikarar tosa í gátum, so politiskir eygleiðarar skulu til fyri at royna at tulka, hvat liggur undir tí sum sagt verður.
Men at størsti miðilin á hendan hátt tosar í gátum, tá tað snýr seg um framtíðina hjá okkara einastu føroysku rás, er ikki í lagi.

DR vil ikki gjalda fyri Krinvarpið
Hvat fevnir sáttmálin, sum DR hevur sagt upp, um? Fevnir hann bert um útlendskt tilfar, sum DR keypir. Í gomlum døgum keypti DR tilfar, sum kundi brúkast í øllum kongaríkinum, tí vóru Føroyar við. Men nú, tá vit eru okkara egna upphavsrættarøki, so ber helst ikki til hjá DR at keypa inn ókeypis eisini fyri okkum - í hvussu so er skal helst samráðast av nýggjum, og kanska tímir DR ikki tað ella verður tað ov kostnaðarmikið.

Tað stendur ógreitt, um ongar sendingar úr DR verða í Kringvarpinum eftir 1. januar. Ella ber framvegis til hjá KvF at keypa sendingar frá DR at senda í Føroyum, kanska sendingar, sum DR sjálvt hevur framleitt. Í sjónvarpinum mánakvøldið, var sagt, at KvF keypir sendingar frá TV2. Hvussu við teimum?

Hvat ætlar Kringvarpið at gera? Er ætlanin at finna onkra skipan við DR og kanska TV2 um kortini at royna at fáa so nógvar danskar sendingar sum til ber hendan vegin?

Ella skal Kringvarpið nú gera egnan sáttmála við allar upphavasrættarhavarnar til allar sendingar, danskar eins væl og aðrar? Í gomlum døgum bar eisini til at keypa BBC-sendingar og týða tær til føroyskt, fer tað at bera til eftir 1. januar?

Norðurlendskt samstarv
Norðurlendsku public-service-stovnarnir hava samstarv í Nordvision (haldi ikki, at Føroyar eru sjálvstøðugur limir har, men veit ikki), er Nordvision eitt samstarv, sum nyttar nakað eftir 1. januar.

Stjórin hevur sagt, at KvF fer at venda sær aðrar vegir. Hvørjar eru ætlaninar við teimum sendingunum? Er tað sendingar framleiddar í hinum Norðurlondum og er ætlanin at tær skulu tekstast?
Hvussu við filmum?  Skal KvF út á marknaðin at keypa útlendskar filmir og so skulu teir tekstast til føroyskt?
Hvøjra ávirkan fær nýggja støðan á kostnaðin fyri føroyskt sjónvarp?

Eg haldi, at tað hevði verið fantastiskt um Kringvarpið nú legði seg eftir at fáa fleiri sendingar og filmar tekstaðar til føroyskt. Nú er at gera eitt samstarv við øll, ið kunnu hugsast at vilja verða við at byggja eitt føroyskt sjónvarp: Skúlar, Føroyamálsdeild, Rithøvundafelag, Sprotan, pensjoneraðar lærarar og onnur, sum vilja hjálpa.

Tjóðarbygging í verki
Eg vil gjarna verða við til at týða sendingar og filmar, um eg veit, at tað er ein samlað ætlan um at gera eitt føroyskt sjónvarp. Og eg vil gera tað ókeypis - sjálvandi.
Mítt einasta krav er, at ein ætlan verður gjørd, sum greitt arbeiðir fram móti einum føroyskum sjónvarpi við føroyskum máli.
Gerist ikki kløkkur um eisini onnur bjóða seg at týða ókeypis - tað hevði verið tjóðarbygging í verki.

Friday, November 22, 2013

Hanus Kamban sigur tað sum tað er..takk fyri!

Haldi ordiliga, at mentanarsendingin í dag í Norðurlandahúsinum var ein góð sending. Endiliga var okkurt, sum fór eitt sindur djypri enn alt annað roks, sum alt ov ofta er at hoyra í útvarpinum.
Her er eitt brot, sum eg havi klipt burtur úr sendingini og haldi er væl funderað og væl hugsað:

Monday, November 18, 2013

Og nú skulu vit so gráta um Atlantsflog

..ja, faktiskt kunnu vit í hvussu so er lippa eitt sindur. Kanska ikki bara tí stjórin í 18 ár ikki er stjóri longur. Men serliga eftir handfaringina hjá nevndini – einamest nevndarformanninum Niels Mortensen.

Atlantsflog er seinastu árini komið í eitt slag av hatistøðu hjá ein parti av Føroya fólki. Ikki veit eg hvussu stórur hesin partur hevur verið, men tann sjálvsagda vælvild, sum Atlantsflog hevði fyri nøkrum árum síðini hevur ikki verið eins sjálvsøgd seinastu árini.
Kringvarpið hevur verið í eini líkandi støðu.

Av onkrari grund, sum vit ikki kenna, valdi nevndin seint leygarkvøldið at boða frá, at Magni Arge ikki longur skuldi vera stjóri í Atlantsflog, men tað skuldi ein Jørgen Holme verða. Fyribils í tvey ár skiltist.

Og hví skulu vit so lippa.
Tí, at tað skuldi verið púra óneyðugt at siga farvæl við ein stjóra á so óhøviskan hátt. Ein stjóri gjøgnum 18 ár hevur uppiborið eina virðiligari viðferð.

At ein stjóri eftir 18 ár leggur frá sær ella verður biðin um at lata nýggjar kreftir koma til, er ikki so óskiljandi. So mikið haldi eg meg kenna Magna, at hann er ikki so erkvisin, at hann ikki hevði skilt eina slíka áheitan frá hægsta myndugleika í felagnum.

Nevndin kundi eitt nú skipa fyri einum tíðindafundi mánamorgun, har gamli stjórin takkaði fyri seg og nýggi stjórin var førdur fram. Og nevndarformaðurin greiddi høvuðseigarunum – okkum – frá, hvat ætlaninar vóru við hesum týdningarmikla felag. Nevndarformaðurin kundi eisini fyrireika eitt svar uppá spurningin, hví ein nýggj strategi skal mennast, hvat var galið við verandi strategi. At velja nýggja strategi er ikki bara sum at mála stovuna. Man ger tað ikki bara, tí man bara hevur hug til tað. Hví hava vit rætt til spyrja.

Vit skulu eisini lippa, tí um Atlantsflog eisini ætlaði at nýta hetta høvi at stimbra vælvildina móti felagnum aftur, so er næstan vorðið verri – bara eftir tveimum døgum.

At seta ein danskara sum stjóra kann sjálvandi vera rætt, men tað slepst ikki undan, at tankarnir fara aftur til Maersk-tíðina. Og serliga tá stjórin so kemur til arbeiðis og einki yvirhøvur hevur at siga. Og tá nevndarformaður, so úttalar seg meiri til danskar miðlar enn til føroyskar, so grevur hann enn einaferð undan vælvildini, sum føroyska flogfelagið hevur livað so væl av.

Eg havi meiri enn einaferð verið við í kórinum, sum hevur funnist at kostnaðin á ferðaseðlum, men tað er ein ábreiðsla, sum ein stjóri má duga at taka, og tað er eisini ein ábreiðsla móti politiska eigaranum.

Og sjálvt um kórið – eftir mínari sannføring er vaksið – so átti nevndin í Atlantsflog at verið virðiligari, tá stjórin skuldi skiftast út, og nevndin átti at sagt sínum eigarum – okkum – hvat var galið við gomlu strategiini, og hvat ætlanin er at stremba fram ímóti.

Størri avlop, bíligari ferðaseðlar, færri rutur ella kanska, at landið skal keypa privata partin aftur?

Friday, November 15, 2013

Ótrúliga spennandi at lesa talvfrásagnir

Og so hendir tað mær aftur, sum hendir mær í 1972. Sum ungur drongur fylgdi eg sera gjølla við talvdystinum í Reykjavík millum Spassky og Fischer. Enn minnist eg, hvussu spennandi tað var at fáa Dimmalætting og seta talvini upp. Tá hevði eg eisini mína dagligu gongd í Talvhúsinum í R.C. Effersøegøtu.

Ongantíð havi eg verið bitin av at lesa frásagnir frá fótbóltsdystum. Havi altíð hildið, at úrslitið er tað týdningarmesta, og tá dysturin er liðugur, ja, so er hann liðugur.
Samstundis veit eg væl, at bløðini og útvarpið gera dystarfrásagnir, og tær eru sera væl umtóktar. Eg tími onkuntíð at hyggja eftir frásagnum í sjónvarpinum.

Men nú hendir tað aftur.
Eg lesi eina frásøgn fyri og aðra eftir á norsku portalunum um talvini millum Carlsen og Anand.
Ja, frásagnir frá einum teldum talvi.
Ja, eg leppi brot sum hetta í meg:
So spennandi at lesa.
Gleði meg longu til í morgin, har eg kann fylgja við á www.vg.no
Eg eri ikki kringur at telva, men fasinasjónin er øgilig. Havi keypt Jens Brandi eitt talv, og eg havi latið hann vunnið. So kann eg droyma - sum nógvir pápar - um, at Magnus Carlsen er sonur mín.
Eg verið noyddur at frøast um, hvussu væl miðlarnir nú duga at siga frá einum HM-dysti sum hesum.
Nú brúki eg meiri tíð til bridge, men ikki duga vit eins væl at fáa okkara ediliga spæl at taka seg so væl út í miðlunum.
Hetta er ein av okkum stórum avbjóðinum.
Annars skipar Býarbókasavnið í Havn í morgin fyri borðspælsdegi. Tí verri frá kl. 10 til 14 meðan 6. talv er í gongd. Men kanska Arnbjørn setur skíggja upp, so vit eisini kunnu síggja teir stóru spæla borðspælið yvir øllum - talv.

Tuesday, November 12, 2013

Nú er lagamanni at senda Magnus og íslendska fótbóltslandsliðið

Herfyri segði Dia Midjord, kringvarpsstjóri, at meiri norðurlendskt tilfar fór at verða í kringvarpinum. Tað kann lesast her.
Í hesi vikuni er annars gott høvi á ítróttarøkinum.
Norðmenn standa við møguleikanum at vinna heimsmeistaraheitið í talvi. Ein stórhending í norðurlendskum høpi. Men eg dugi ikki at síggja, at KvF ger nakað burturúr yvirhøvur.
Í Íslandi hevur íslendska fótbóltslandsliðið hjá monnum fyri fyrstu ferð og púra óvæntað møguleikan at spæla seg til luttøku í HM í Brasilia.
Haldi heldur ikki Kringvarpið higartil hevur gjørt nakað burturúr tí og so vítt eg dugi at síggja, so ætla tey heldur ikki. Men hetta ber til at broyta til fríggjakvøldið, lat okkum vóna, at Kringvarpið ger tað.
Portalurin hevur viðgjørt langdystin í talvi og eingin ivi er um, at her er áhugi í Føroyum. Tað hevði verið fínur møguleiki hjá øðrum miðlum eisini at brúkt t.d Rana Nolsøe at umrøða hendan stórdystin.
Vágaportalurin hevur eitt leinki til síðuna hjá norska blaðnum VG.

Dugi ikki at síggja, at in.fo hevur nakað um talvdystin, men tey hava so eina grein um svenskaran Zlatan, sum skal hava ein bil.

Wednesday, November 6, 2013

Videobloggur: Knúsa danska stórspegilin!

Her er ein videobloggur, sum eg havi gjørt til NORA-ráðstevnuna á Norðuratlantsbryggjuni hósdgain 6. november 2013. Foto og klipt hevur Thomas Koba.


Um myndin ikki sæst, so ber til at trýsta her.

Thursday, October 24, 2013

Kom til Føroya - tað er her vit búgva

Pínadoy hevur rokilsi um eina danska horisont-sending ikki lagt seg, har Kringvarpið ruddaði skránna fyri 25 donskum minuttum afturat, so heldur Kringvarpið fram í síni donsku verð við enn einum dømi um óvanliga ringa dømimegi.
Bæði í tíðindunum - kl. 17.00 - og á heimasíðuni skal Kringvarpið rætta eina grein í danska blaðnum Information. Tað er fulkomuliga burturvið, at almenna útvarpið skal átaka sær at rætta greinir í útlendskum bløðum, har politikarar halda seg vera skeivt umsettar ella endurgivnar.
Hetta kann ongantíð verða eina public-service uppgáva.
For hundin, altso!
Kom til Føroya - tað er her vit búgva!

Wednesday, October 23, 2013

Ein einsamallur landsstýrismaður avger, hvar 2 milliardir krónur skulu fara

Radarin í útvarpinum er eitt stórt fet framá fyri tilfar, sum ikki bara er tað bera roks. Tvørturímóti er hugaligt at hoyra, at dugnalig fólk sleppa framat - bæði útvarpsfólk og gestir.
Legði í dag serliga merki til innslagið um korrupsjón, har Grækaris Djurhuus Magnussen hevði Kára av Rógvi og Kára Petersen í útvarpsststovuni.
Her er eitt brot, sum eg leygði merki til:


Til ber at hoyra Radaran her:

Sunday, October 20, 2013

Snópisligur grindapartur í Sandavági

Var í grind í Sandavági herfyri.
Ikki kann sigast, at tað hilnaðist serliga væl – og tað var ikki bara mín skyld.
Fóru úr Havn seint fyrrapart og gjørdu okkum vátar á sandinum í Sandavági mitt seinnapartin. Ein politistur í politibúna skrivaði okkum upp.
Men tá vit ongan kendu í Sandavági var einki at gera enn at fara aftur til Havnar at bíða til seðlarnir komu út.
Eftir at hava klikt nakrar hundrað ferðir inn á Vágaportalin sást, at seðlarnir komu út á midnátt. Koyrdu so aftur til Miðvágs, har hvalirnir vóru heysaðir upp.
Har lógu 108 hvalir - tilsamans góð 700 skinn.
Og so kom sýslumaðurin og fór at lesa, hvussu hann hevði skift. Fyrst teir á sandinum segði hann, men mítt navn var ikki millum nøvnini. So bátarnir og so hugdi sýslumaðurin fram fyri seg og sá einar 50 mans standa á keiini – nógvir í termodraktum.
”Hvat gera tit? Vóru tit eisini í grind?” spurdi sýslumaðurin.
”Ja, vit vóru á sandinum”, svaraðu vit – minst annar hvør svaraði.
”So er okkurt galið. Eg skal fara í bilin at vita um eg finni seðilin”, segði sýslumaðurin og fór.
Afturkomin mátti hann staðfesta, at seðilin við okkum minst 50 monnum, umframt nøkrum fáum kvinnum, var burtur.
Eftir eina løtu hoyrdist sýslumaðurin aftur:
”Tit taka hval nummar 65 og 66 – tit finna bara út av tí sjálvir!”
Ja, hetta vóru boðini til okkum umleið 50 mans, umframt nakrar fáar kvinnur, á keiini í Miðvági kl. 02.00 um náttina.
Tað gekk væl at skera upp. Vit býttu okkum so lagaliga, sum gerast kann í grind mitt um náttina.
Haldi eini 20 hvalir vóru merktir til drápspartar – í mesta lagi.
Og hetta gjørdist drápsparturin hjá mær. Ein flá og eitt tvøstpetti.


Tíðliga morgunin eftir lýstu tey í útvarpinum eftir fólki at skera upp á keiini í Miðvági til heimapartar. Seinni lýstu tey eftir fólki – eisini aðra staðni frá – at koma og fáa sær grind.
Uppi á Brandstøðini í Havn lá grind til allar smærru bygdirnar í Suðurstreymoy og í Vestmanna og Kvívík skulu fólk møta, so fingu tey grind.
Og dagin eftir seldu onkrir menn grind í Vágsbotni í Havn.
Eitt sindur snópisligt, haldi eg, at tað skuldi hilnast so illa.

Tuesday, October 15, 2013

Navnið spillir ongan

Gott vit hava so nógvar portalar, sum kunnu bera okkum viðkomandi og týðandi tíðindi:
Tórsportalur
In.fo

Kringvarpið
Vágaportalurin




Wednesday, October 9, 2013

Tunnilssendingin: Politiska handalagið hjá løgmanni væl lýst

So fantastiska deiligt at síggja eina føroyska sending í sjónvarpinum, sum er so væl frágingin.
Ein vælgjørd sending í allar mátar.

Bygd upp í einum róligum frásøgustíli. Vit blivu førd trygt gjøgnum hetta stóra mál. Vælskrivaðir og lættskiltir tekstir, nógvar nýggjar myndir, sum stuðlaðu søguna væl og útbygdu hana. Óræddar og viðkomandi samrøður – bæði tær nýgjørdu og tær gomlu.

Við tí ”gamla” tilfarinum, sum var brúkt, vitnaði sendingin eisini um, at Kringvarpið – bæði útvarp og sjónvarp – hava sett nógvar viðkomandi spurningar í hesum málinum.

Í roynd og veru var hatta ikki mest ein sending um Skálafjarðatunnilin, men ein sending um politiska handalagið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni

Haldi ikki, at sendingin dokumenteraði, um nakað ólógligt fór fram í gongdini frá tí, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, setti ferð aftur á arbeiðið at gera tunnilin, til landsstýrismaðurin var koyrdur frá.

Hinvegin dokumenteraði sendingin væl, at vit hava ein løgmann og eina fyrisiting, sum ikki hevur verið serliga demokratisk sinnað í hesi gongdini.
Vit hava ein løgmann og eina fyrisiting, sum bæði er óprofessionell og veik.
Vit hava ein løgmann, sum avgjørt ikki hevur hildið nakað effektivt eftirlit við Kára P. Højgaard og toppinum í Innlendismálaráðnum.
Vit hava ein løgmann, ein løgmannstjóra og eina løgmanfyrisiting, sum ikki duga at lesa týdningin av, hvat bløðini skriva, ikki duga at seta tað inn í ein demokratiskan samanhang. Ikki vilja síggja, at demokrati krevur opinleika.
Vit hava eisini ein løgmann, sum í versta føri leyg fyri løgtinginum, í besta føri var óvanliga kargur við sannleikanum, tá hann umrøddi sín leiklut í avtaluni um milliónaendurgjaldið. Í hvussu so er royndi hann ikki at upplýsa Løgtingið um allar síður av málinum, men hinvegin at tøla Løgtingið.

Sendingin lýsti sera væl leiklutin hjá løgmanni og hansara fyrisiting í málinum.

Á ein stillisliga, men kortini konsekventan hátt, legði sendingin fram, hvussu leikur var farin fram.
Hon legði dentin á leiklutin hjá løgmanni og eftir stendur, at vit hava ein løgmann, sum ikki tekur sínar leiðsluuppgávur í Tinganesi í størsta álvara. Heldur skýtur hann ábyrgdina frá sær. Ger gjøldur. Og sum tað nýggjasta er farin at tosa um heksajakt og persónsforfylgjing. At taka hetta álvarsmál í álvara kemur honum ikki til hugs.

Í einum broti verður løgmaður spurdur um støðuna, nú Innlendismálaráðið er burtur og sera trupult tykist vera at sleppa fram at upplýsingum, tí fyrispurningar verða meylaðir víðari og ringt er at finna rætta persónin at svara. Løgmaður hyggur spyrjandi og svarar: Hatta kenni eg einki til!
Júst hesin setningurin er prógvið fyri, at eingin tekur ábyrgdina, nú Innlendismálaráðið er burtur. Løgmaður, sum tók Innlendismálaráðið av, kennir einki til tað!
Svarið skuldi sjálvandi verið: ”Hatta havi eg ábyrgdina av, og um tað er rætt sum tú sigur, so skal eg syrgja fyri at hatta verður í lagi í dag!”

Sendingin ”Skálafjarðatunnilin – kosta hvat tað kosta vil” var ikki ein sending um Skálafjarðatunnilin, men ein sending um handfaringina hjá løgmanni av einum stórum politiskum máli – dømið var Skálafjarðatunnilin.

So hugaligt at síggja, at føroyskt public service sjónvarp kann verða besta sjónvarp, sum vit kunnu fáa. Sjálvandi, mundi eg sagt!

Gott arbeiði!

Thursday, October 3, 2013

Eitt sindur um fólkatalið

Fólkatalið í Føroyum sveiggjar mánaða fyri mánaða, tí kann tað vera misvísandi at samanbera fólkatalið 26. september eitt ár við 1. juli eitt annað ár, sum løgmaður ger á Facebook.

Soleiðis sveiggjar fólkatalið. Vaksandi til og við juli og so fellur tað munandi í august og septembermánaði, har nógv flyta av landinum. Tí ger tað sjálvandi stóran mun, hvørjar dagfestingar man velur, tá samanberast skal millum tvey ár.
Um vit taka munin millum august 2012 og juli 2008, var fólkatalið næstan 800 fólk hægri í 2008. Samanbera vit hinvegin juli 2012 og august 2008, ja, so vóru 70 færri í 2008.
Altso ein munur upp á meiri enn 800 fólk millum 2008 og 2012 - alt eftir, hvørju megin juli tú gert uppteljingina.
So tá løgmaður velur at samanbera 26. september 2008 við 1. juli 2013, so haldi eg vit mugu siga, at tað er missvísandi.

Um vit taka 1. september 2008 og hyggja eftir fólkatalinum pr. 1. sept. 2008-2012 so er hetta gongdin í fólkatalinum:
1. sept. 2008 : 48.550
1. sept. 2009 : 48.476
1. sept. 2010 : 48.457
1. sept. 2011 : 48.267
1. sept. 2012 : 48.062.

Altso ein fólkaminking hvørt ár frá 2008:-74,-19,-190,-205 ella í alt -488.




Um vit taka 1. juli 2008 til 2013 er gongdin í fólkatalinum ein onnur:
2008 : 48.619
2009 : 48.859
2010 : 48.723
2011 : 48.634
2012 : 48.414
2013 : 48.424
 Her er myndin nakað øðrvísi, tí fólkatalið 1. juli 2009 var sera høgt
+240,-136,-89,-220,+10 ella í alt -195.





Sostatt hava vit 3 ymisk tøl:
Løgmanstølini: samanberingin 26. september 2008 til 1. juli 2013: -67 fólk
1. september 2008 til 1. september 2012: -488 fólk
1. juli 2008 til 1. juli 2013: -195 fólk

Bara gott at vita.

Monday, September 30, 2013

Jørgen lýgur okkum næstan upp i gronina

Jørgen Niclasen er heilt nær við at lúgva fólki beint upp í gronina.
Hansara mantra hevur verið og er, at tað ringasta í verðini er, at undirskot er á fíggjarlógini.
Ikki øll halda, at tað er tað ringasta í verðini, men um vit royna at fylgja logikkinum hjá Jørgen, so roynir landsstýrismaðurin at snúgva sær uttan um sannleikan.
Fyri einum ári síðani segði Jørgen Niclasen, at undirskotið fyri í ár - 2013 - fór at vera 243 mill. kr.
Hetta talið hevði einki hald í veruleikanum. Í búskaparfrágreiðingini stendur, at nú verður undirskotið fyri 2013 mett at vera 448 mill. kr - altso meiri enn 200 mill. kr hægri.
Og hvussu ber so tað til?
Fyrst er ein jokari inni í øllum hesum fíggjarlógartosinum. Og tað eru íløgurnar.
Hvørt ár verður samtykt, hvussu nógv skal brúkast til íløgur, men ferð eftir ferð vísir tað seg, at tey, sum skulu gera íløgurnar klára tað ikki. Sostatt loypir av hvørt ár til íløgur.
Frá 2012 til 2013 lupu 170 mill. av, sum vóru fluttar til 2013.
Tað vil siga, at fyri hvørja krónu, sum brúkt verður av hesum fluttu íløgunum í ár, hækkar undirskotið tilsvarandi.
Higartil sær út sum, at umleið 46 mill. kr av teimum 170 mill. kr til íløgur verða brúktar í 2013. Sostatt hækkar undirskotið fyri 2013 beinanvegin úr 243 upp í 290 mill. Men landsstýrismaðurin væntar undirskot upp á 448 mill. kr, tað vil siga, har er eitt glopp upp á 150 mill. kr. Og hetta kemst av, at inntøkurnar fyri í ár ikki hildu yvirhøvur. Hvørki flatskattur ella nakað annað hevur hækkað um inntøkurnar hjá landskassanum.
Og ringt er at síggja, at tað sær frægari út fyri 2014.
Hyggja vit fyrst eftir íløgu-jokaranum, so verða væntandi 115 mill. kr fluttar frá í ár til 2014.
Tað vil siga, at tá landsstýrismaðurin nú sigur, at undirskotið í 2014 verður 250 mill. kr, so hevur hann ikki roknað upp í, at tær 115 mill. kr, sum verða fluttar, kanska verða brúktar í 2014. Og undirskotið hækkar fyri hvørja krónu, sum brúkt verður.
Landsstýrismaðurin skuldi sagt: "Vit hava mett, at undirskotið fyri 2014 verður 250 mill. kr. umframt tær milliónir, sum  vit fara at brúka av íløgunum, sum verða fluttar frá 2013 til 2014."
Tað hevði verið reiðiligari.
Og verða flutt íløgurnar ikki brúktar í 2014, so verða tær kanska í 2015 ella 2016. Altso rullar hann eina komandi undirskotsbylgju frammanfyri seg.
Nú er støðan blivin so løgin, at fyri mantraði hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum skal halda, um at undirskotið skal verða so lágt, sum gjørligt, ja, so verður tað mitt í tí heila ein fyrimunir fyri landsstýrismannin, tess færri íløgur verða gjørdar.
Haldi vit aftur mugu seta okkum spurningin, um úrslitið á fíggjarlógini er tað sum hevur størsta týdning.

Tuesday, September 24, 2013

Stigið er fallandi á portal.fo

Tað var stuttligt at síggja, hvussu skjótt portal.fo fótaði sær aftur.
Eftir eina sindur trilvandi byrjan, funnu fólkini á portal.fo ein fínan leist við viðkomandi og týðandi tilfari.
Eisini sást nýskapan við sjónvarpstilfari á netinum. Óført.
Men nú er stigið keðiliga fallandi.
Portal.fo er fallið munandi aftur. Redigeringin er burtur og tilfarsúrvalið er mekrt av møsni, óviðkomandi og einkisigandi tilfari.
Kom nú portal.fo!
Haldið stigið!