Her er eitt brot, sum eg havi klipt burtur úr sendingini og haldi er væl funderað og væl hugsað:
Friday, November 22, 2013
Hanus Kamban sigur tað sum tað er..takk fyri!
Haldi ordiliga, at mentanarsendingin í dag í Norðurlandahúsinum var ein góð sending. Endiliga var okkurt, sum fór eitt sindur djypri enn alt annað roks, sum alt ov ofta er at hoyra í útvarpinum.
Her er eitt brot, sum eg havi klipt burtur úr sendingini og haldi er væl funderað og væl hugsað:
Her er eitt brot, sum eg havi klipt burtur úr sendingini og haldi er væl funderað og væl hugsað:
Monday, November 18, 2013
Og nú skulu vit so gráta um Atlantsflog
..ja, faktiskt kunnu vit í hvussu so
er lippa eitt sindur. Kanska ikki bara tí stjórin í 18 ár ikki er
stjóri longur. Men serliga eftir handfaringina hjá nevndini –
einamest nevndarformanninum Niels Mortensen.
Atlantsflog er seinastu árini komið í
eitt slag av hatistøðu hjá ein parti av Føroya fólki. Ikki veit
eg hvussu stórur hesin partur hevur verið, men tann sjálvsagda
vælvild, sum Atlantsflog hevði fyri nøkrum árum síðini hevur
ikki verið eins sjálvsøgd seinastu árini.
Kringvarpið hevur verið í eini
líkandi støðu.
Av onkrari grund, sum vit ikki kenna,
valdi nevndin seint leygarkvøldið at boða frá, at Magni Arge ikki
longur skuldi vera stjóri í Atlantsflog, men tað skuldi ein Jørgen
Holme verða. Fyribils í tvey ár skiltist.
Og hví skulu vit so lippa.
Tí, at tað skuldi verið púra
óneyðugt at siga farvæl við ein stjóra á so óhøviskan hátt.
Ein stjóri gjøgnum 18 ár hevur uppiborið eina virðiligari
viðferð.
At ein stjóri eftir 18 ár leggur frá
sær ella verður biðin um at lata nýggjar kreftir koma til, er
ikki so óskiljandi. So mikið haldi eg meg kenna Magna, at hann er
ikki so erkvisin, at hann ikki hevði skilt eina slíka áheitan frá
hægsta myndugleika í felagnum.
Nevndin kundi eitt nú skipa fyri einum
tíðindafundi mánamorgun, har gamli stjórin takkaði fyri seg og
nýggi stjórin var førdur fram. Og nevndarformaðurin greiddi
høvuðseigarunum – okkum – frá, hvat ætlaninar vóru við
hesum týdningarmikla felag. Nevndarformaðurin kundi eisini
fyrireika eitt svar uppá spurningin, hví ein nýggj strategi skal
mennast, hvat var galið við verandi strategi. At velja nýggja
strategi er ikki bara sum at mála stovuna. Man ger tað
ikki bara, tí man bara hevur hug til tað. Hví hava vit rætt til
spyrja.
Vit skulu eisini lippa, tí um
Atlantsflog eisini ætlaði at nýta hetta høvi at stimbra
vælvildina móti felagnum aftur, so er næstan vorðið verri –
bara eftir tveimum døgum.
At seta ein danskara sum stjóra kann
sjálvandi vera rætt, men tað slepst ikki undan, at tankarnir fara aftur til
Maersk-tíðina. Og serliga tá stjórin so kemur til arbeiðis og einki yvirhøvur hevur at siga. Og tá nevndarformaður, so úttalar seg meiri til danskar
miðlar enn til føroyskar, so grevur hann enn einaferð undan
vælvildini, sum føroyska flogfelagið hevur livað so væl av.
Eg havi meiri enn einaferð verið við
í kórinum, sum hevur funnist at kostnaðin á ferðaseðlum, men
tað er ein ábreiðsla, sum ein stjóri má duga at taka, og tað er
eisini ein ábreiðsla móti politiska eigaranum.
Og sjálvt um kórið – eftir mínari
sannføring er vaksið – so átti nevndin í Atlantsflog at verið
virðiligari, tá stjórin skuldi skiftast út, og nevndin átti at
sagt sínum eigarum – okkum – hvat var galið við gomlu
strategiini, og hvat ætlanin er at stremba fram ímóti.
Størri avlop, bíligari ferðaseðlar, færri rutur ella kanska, at landið skal keypa privata partin aftur?
Størri avlop, bíligari ferðaseðlar, færri rutur ella kanska, at landið skal keypa privata partin aftur?
Friday, November 15, 2013
Ótrúliga spennandi at lesa talvfrásagnir
Og so hendir tað mær aftur, sum
hendir mær í 1972. Sum ungur drongur fylgdi eg sera gjølla við
talvdystinum í Reykjavík millum Spassky og Fischer. Enn minnist eg,
hvussu spennandi tað var at fáa Dimmalætting og seta talvini upp.
Tá hevði eg eisini mína dagligu gongd í Talvhúsinum í R.C. Effersøegøtu.
Ongantíð havi eg verið bitin av at lesa
frásagnir frá fótbóltsdystum. Havi altíð hildið, at úrslitið
er tað týdningarmesta, og tá dysturin er liðugur, ja, so er hann
liðugur.
Samstundis veit eg væl, at bløðini
og útvarpið gera dystarfrásagnir, og tær eru sera væl umtóktar.
Eg tími onkuntíð at hyggja eftir frásagnum í sjónvarpinum.
Men nú hendir tað aftur.
Eg lesi eina frásøgn fyri og aðra
eftir á norsku portalunum um talvini millum Carlsen og Anand.
Ja, frásagnir frá einum teldum talvi.
Ja, frásagnir frá einum teldum talvi.
Ja, eg leppi brot sum hetta í meg:
Gleði meg longu til í morgin, har eg kann fylgja við á
www.vg.no
Eg eri ikki kringur at telva, men fasinasjónin er øgilig. Havi keypt Jens Brandi eitt talv, og eg havi latið hann vunnið. So kann eg droyma - sum nógvir pápar - um, at Magnus Carlsen er sonur mín.
Eg verið noyddur at frøast um, hvussu væl miðlarnir nú duga at siga frá einum HM-dysti sum hesum.
Nú brúki eg meiri tíð til bridge, men ikki duga vit eins væl at fáa okkara ediliga spæl at taka seg so væl út í miðlunum.
Hetta er ein av okkum stórum avbjóðinum.
Annars skipar Býarbókasavnið í Havn í morgin fyri borðspælsdegi. Tí verri frá kl. 10 til 14 meðan 6. talv er í gongd. Men kanska Arnbjørn setur skíggja upp, so vit eisini kunnu síggja teir stóru spæla borðspælið yvir øllum - talv.
Tuesday, November 12, 2013
Nú er lagamanni at senda Magnus og íslendska fótbóltslandsliðið
Herfyri segði Dia Midjord,
kringvarpsstjóri, at meiri norðurlendskt tilfar fór at verða í
kringvarpinum. Tað kann lesast her.
Í hesi vikuni er annars gott høvi á
ítróttarøkinum.
Norðmenn standa við møguleikanum at
vinna heimsmeistaraheitið í talvi. Ein stórhending í
norðurlendskum høpi. Men eg dugi ikki at síggja, at KvF ger nakað
burturúr yvirhøvur.
Í Íslandi hevur íslendska
fótbóltslandsliðið hjá monnum fyri fyrstu ferð og púra óvæntað
møguleikan at spæla seg til luttøku í HM í Brasilia.
Haldi heldur ikki Kringvarpið higartil
hevur gjørt nakað burturúr tí og so vítt eg dugi at síggja, so
ætla tey heldur ikki. Men hetta ber til at broyta til
fríggjakvøldið, lat okkum vóna, at Kringvarpið ger tað.
Portalurin hevur viðgjørt langdystin
í talvi og eingin ivi er um, at her er áhugi í Føroyum. Tað hevði verið fínur møguleiki hjá øðrum miðlum eisini at brúkt t.d Rana Nolsøe at umrøða hendan stórdystin.
Vágaportalurin hevur eitt
leinki til síðuna hjá norska blaðnum VG.
Dugi ikki at síggja, at in.fo hevur
nakað um talvdystin, men tey hava so eina grein um svenskaran
Zlatan, sum skal hava ein bil.
Wednesday, November 6, 2013
Videobloggur: Knúsa danska stórspegilin!
Subscribe to:
Posts (Atom)