Friday, August 3, 2012

Friggjakvøld: Lætt tilfar skal eisini gerast gott


Mær dámar væl sendingina "Fríggjakvøld". Í kvøld vóru fleiri áhugaverd innsløg. Samrøðan við Jacob Vestergaard var ein perla...ok..tað var kanska lætt, men tað var væl gjørt Finnur. Haldi ikki, at forteljiteknikkurin í innleiðandi søguni um makrelloyvi til línuskipini var serliga góður. Standup í Klaksvík og nakrar myndir av linuskipum og ein grafikkur, sum ikki hjálpti so øgiliga nógv. Problematikkurin kom so nógv betur fram í samrøðuni hjá Finni. Í innslagnum var alt ov lítil informasjón og alt ov illa borin fram - spell, tí evnið er so einfalt.
Eisini samrøðan við løgmann var óvanliga góð - haldi eg.
Jensjáku og Jógvan á Dul vóru framúr.
At hava ein so dugnaligan journalist, sum Kaj (sá tíverri ikki hvør tók myndirnar) útsendan kring landið, er altíð gott sjónvarp.
Men kjakið var ikki nóg gott í kvøld, men tað hevur eisini verið fínt onnur kvøld.
Haldi ikki verturin visti, hvat hon ætlaði at tosa um. Royndi at seta tíðindi og mentan upp í móti hvørjum øðrum, sum um tað var eitt minuttkríggj - tíðindi ella mentan - sum Árni og Niels Uni vóru í. Haldi ikki, at verturin skilti, at hetta er eitt kjak um public service. Hon royndi at gera tað til eina smaksak (hvat dámar mær og hvat dámar tær) - og tað er tað ikki. Niels Uni nevndi public service-sáttmálan og Árni nevndi public service-skyldur, men verturin spurdi út í bláan heim: skulu vit hava meiri mentan ella meiri tíðindi.
Annars er hatta eitt frálíkt konsept.

Friday, June 29, 2012

Gerið uppreistur - setið krøv!


Var gestarøðari á pisufundinum í Viðalundini 28. juni 2012:

Góðu pisur!
Eg fari at uppfinna eina nýggja app.
Eina app. til telefonina ella til Facebook, har tað ber til at spyrja, hvat kann eg gera nú?
Hon skal kappast við allar hinar, har til ber at spyrja: Hvussu fái EG best pilka mær í mínum egna nalva? Hvussu væl dámdur eri EG? Hvørjum fái EG vitjan av? Skriva eitt orð um meg, sum byrjar við K! Sig mær, hvat slag av persóni EG eri?
Ja, spurningurin skal vendast frá: Hvat fái EG burtur úr til “Hvat kann eg gera?” ella vit kunnu hugsa enn longri: Hvat kunnu VIT gera?
Hetta er ikki ein ring app at gera, tí svarið er so einfalt:
Hvat kann eg gera? Svarið er: Tú skalt – eg sigi skalt – taka ábyrgd fyri, at hetta landið verður eitt gott land at búgva í!
Og spyrja vit tann stóra spurningin: Hvat kunnu VIT gera, so kemur ein annar spurningurin kanska fyrst: Hvørji VIT? Jú, Vit sum í dag eru so glað tí VIT eru liðug í Hoydølum, Vit, sum eru foreldur hjá tykkum, Vit sum búgva her! Vit sum elska tykkum! Ja tá skal svarið verða – ikki so ringt at rokna út, ha?:
Tit skulu – ja tit skulu øll taka ábyrgdina av at gera hetta til eitt gott land at búgva í!
Vit síggja bert nøkur fá aftur
Av øllum tykkum, sum ætla tykkum uttanlands at taka útbúgvingar, er stórur vandi fyri, at vit bara síggja nøkur fá aftur. Seinastu mongu árini er bert ein komin aftur av hvørjum trimum, sum eru farin.
Giti at fleiri tykkara hugsa beint nú: Ja, eg ætli mær so aftur til Føroya – tað veit eg!
Onnur hugsa kanska longu nú: Eg tími ikki at vera í Føroyum, hetta er eitt lorta land.
Onnur spyrja seg sjálvan: Hvat fái EG burturúr at koma aftur til Føroya?
Tí fari eg at uppfinna nýggju appina – fyri at minna tykkum á at spyjra, hvat kann eg gera ella hvat kunnu vit gera?
Nógv at finnast at
Í Føroyum eru fleiri ting, sum vit kunnu kritisera. Her eru fleiri ting, sum vit vildu havt vóru øðrvísi. Men ábyrgdin at broyta til tað betra er okkara.
Vit sum liva her í dag hava brúk fyri tykkum. Tit hava orkuna og hugskotini.
Vit vilja hoyra tykkara røddir í felagsskapinum: Gerið uppreistur! Setið krøv! Blandið tykkum! Rópið, skrálið, argið og krevjið.
Vit minnast so illa
Fólk í mínum aldri elska at siga við ungfólk, at tey eru nakrir egoistar. Soleiðis vóru vit ikki – nei vit vóru ikki so sjálvupptikin og vit droymdu ikki bara um at vera við í Pardise-Hotel, har egoisman trívist so væl og miðlagreðin er øgilig. Men trupulleikin hjá fólki í mínum aldri er, at vit minnast so illa, hvussu vit sjálvi vóru sum ung og vit vita ikki serliga væl, hvussu nútímans ungdómur er. Helst tí vit ikki duga nóg væl at lurta eftir tykkum.
Tí hevur tað týdning, at tit eru sjónlig og hoyrast. Lærið tykkum aðrar spurningar enn: Hvat fái EG burtur úr?
Ung taka seg saman
Fleiri staðni í Evropa eru ungdómsrørslur, sum seta krøv til samfelagið. Krøv um at vera tikin í álvara, at fáa somu rættindi sum onnur, at fáa arbeiði, at fáa part í ríkidøminum..hetta eru rørslur, sum vit eiga at stuðla ella í hvussu so er læra av.
Styrkin í felagsskapinum er, at rúm kann gerast fyri øllum.
Men soleiðis er ikki í øllum londum. Tað hendir eisini í summum londum, at ungfólk heldur velja bara at flyta og venda heimlandinum bakið. Hetta sigst henda í Portugál – og hetta hendir í Føroyum.
Í Føroyum hava vit ikki sama ójavna at berjast ímóti, ikki sama fátækradømi, men vit hava onnur viðurskifti at berjast fyri. Og tí vil eg heita á tykkum um ikki bara at rýma, ikki bara flyta og hvørva.
Hevjið røddina, gevið valdinum mótspæl. Vit hava brúk fyri tykkum!
Mugu ikki tagna uttanlands
Og gerið tað eisini, um tit skulu liva uttanlands eitt skifti. Tit mugu ikki tagna. Alla tíðina krevja at verða eina partur av hesum samfelagnum. Men hetta hendir ikki av sær sjálvum.
Tit eru ikki borin í hendan heim fyri at akta autoritetirnar og fara krúpandi fram við vegginum, sum sligin hundur!
Tit eru borin í henda heim fyri at vera eina partur av felagsskapinum og broyta hann, so rúm verður fyri øllum.
Tit hava fingið eina útbúgving í hesum landi, tí VIT hava brúk fyri tykkum. Verið við til at gera Føroyar til eitt VIT-samfelag og ikki eitt EG-samfelag.
Tað eru eisini nøkur virði til, sum eita samhaldsfesti, tolsemi, viðurkenning, ymiskleiki. Nøkur virði, sum ikki bara eru krónur og oyru. Nøkur virði, sum ikki bara snúgva seg um: Hvat loysir seg fyri meg!
Tað loysir seg fyri Føroyar, at tit eru og verða partur av hesum landi.
Fylg hjartanum!
Tá eg nú hava lagt upp til, at tit skulu velja felagsskapin heldur enn bara EG, so skal eg skunda mær at siga, at tit eisini skulu velja tykkum sjálvi. Tú skalt eisini velja teg sjálva. Tú skal ikki bara taka ábyrgd av at gera hetta landið til eitt gott land á liva í. Tú skal eisini finna títt egna pláss í samfelagnum, fylgja tínum hjarta, taka tíni egnu val og menna teg persónliga. Tit skulu ikki velja tykkum onkra útbúgving, tí onkur annar sigur, at brúk er fyri tí ella tí útbúgvingini. Tú skalt hava teg sjálva við, tá lívsleiðins skal veljast.
Tá eg á hendan loynifulla hátt, sigi, at tit skulu hugsa bæði VIT og EG – bæði felagssskapin og einstaklingin – bæði tað persónliga og tað kollektiva, so er tað tí eg haldi tað ber til og eg haldi vit fáa eitt betri samfelag at liva í, um vit hugsa bæði og. Tit kunnu fáa bæði, men tað skal takast!
Tí skulu tit um nøkur ár ikki bara hugsa: Loysir tað seg fyri MEG at flyta heimaftur? Tað loysir seg fyri okkum øll.
Njótið henda fantastiska dag. Njótið komandi dagarnar, summarið, mánaðirnar. Ja, njótið komandi árini.
Vitjið verðina, heilsa heiminum og livið lívið!
Óneyðugt við spurningi
Og tá tit – um nøkur ár - sita millum vinir onkrastaðni langt av leið. Takið tá telefonina fram. Trýstið á hasa gomlu Føroya-appina. Hon er blivin ordiliga modernað. Tá verður óneyðugt at seta nakran spurning.
Appin svarar heilt av sær sjálvum:
Vit skulu – ja, vit skulu øll verið við til at gera hetta til eitt gott land at búgva í!
Annars! Nú tá so fá børn verða fødd í landinum, so skundið tykkum nú at gera ein rúgvu av børnum. Tað kann eisini verða stuttligt - so frætt minnist eg frá mínum egna ungdómi.
Til lukku øll somul!

Tuesday, June 26, 2012

Keyp Knorr - Keyp føroyskt

Gjørdist eitt sindur skakkur í morgun, tá eg rendi meg í hesi smáu skeltini "keyp føroyskt"
Veit ikki rættuliga, hvussu hendan herferðin er tonkt, men skeltini í mínum handli í morgun hjálptu ikki so nógv.



Her kundi skelti verið flutt nakað til vinstru - har er ein føroysk vøra.

Monday, June 25, 2012

Tá mikrofonslúsan í Rás 2 var latin upp fyri Heðini

Eg ivaðist í fyrradagin í, um tað var rætt at senda upptøkurnar, sum vóru tiknar aftaná, at samrøðan við Heðin Mortensen, borgarstjóra, var hildin at verða liðug. Mín grundgeving var, at tað kundi flyta fokus frá kjarnanum í hesum álvarsmáli.
Men soleiðis, sum Rás 2 í dag gjørdi, har mikrofonin bara var latin upp fyri borgarstjóranum í einar 6-7 minuttir - tað var ikki gott. Men har sigur borgarstjórin so um ikki annað, at hann fegin letur seg interviewa av journalistum, sum eru seriøsir (haldi at hann segði). So har var kanska eitt dømi um, hvat Heðin heldur verða seriøsan journalistikk: Latið mikrofonslúsurnar upp fyri mær!
Fyri tað fyrsta er tað ikki góður journalistikkur í Rás 2 bara at lata mikrofonslúsuna upp uttan mótspurningar og uttan at mótparturin sleppur til orðanna. Og her gerst støðan margháttlig, tí mótparturin er blivin Dagur og Viku. Haldi at tað hevur sjálvur borgarstjórin reist sum ein trupulleika, men nú gottar hann sær saman við Hilmari Jan og válkar sær í einum feili, sum Dagur og Viku kanska gjørdi fríggjakvøldið.
Nú fari eg at halda, at Dagur og Vika vinnur eitt sindur av trúvirðinum aftur, eftir at borgarstjórin og Hilmar Jan royna at sementera hetta álvarsmál til eina trætu millum Dag og Viku og Býráðið. Og nú kann Rás 2 so leggja seg í skjúrtuvelið á borgmeistarapartinum.
Eg vildi ynskt, at Dagur og Viku í kvøld ordiliga setti málið á beint aftur, áðrenn týdningarmiklasta tíðíndasending í landinum fer í summarfrí, tí tað hendir so lítið í Føroyum um summarið.

Saturday, June 23, 2012

Tá fokus verður flutt á pirruna


Fyri nógvum árum síðani valdu vit í eini sending um millumbylgjusendaran á Akrabergi at vísa eina upptøku við Sólbjørn Jacobsen, táverandi stjóra á Telefonverkinum, har hann blakaði meg og fotografin út. Samrøðan byrjaði sum vanligt og so nevndi eg okkurt pappír, men tá vildi Sólbjørn ikki verða við longur og tveitti okkum á dyr. Kamera koyrdi alla tíðina og øll upptøkan var víst.
Byrjanin til upptøkuna, har fotografurin stillaði kamera í fokus var eisini send. Fotografturin stillaði fokus – sum fotografar ofta gera – eftir nøsini á tí sum skal interviewast. Telefonverkstjórin hevði tann dagin eina reydliga pirru á nøsini og hon endaði tí í fokus eina løtu fyrst í upptøkuni.

Fokus kann hvørva
Eftir sendingin vóru sera ymiskar meiningar um tað var rætt at senda alla upptøkuna. Summi hildu, at tað var ein beinleiðis roynd at niðurgera telefonverksstjóran at vísa eina reyða pirru í nærmynd á skíggjanum. Vit hildu, at við at senda alla upptøkuna, so var øll dokumentasjónin í lagi.
Spurningur stingur seg upp: Hvørji brot á eina vanliga interviewstøðu kann man gera og hvat er so týðandi, at etikkurin má víkja og hvat hendir við fokus?
Tí lítið er at ivast í, at hetta gjørdist ikki ein vanlig interviewstøðu, tí telefonverkstjórin helt, at vit brutu avtaluna, tá vit tóku eitt pappír fram. Um einki annað er avtalað, so er ein vanlig interviewstøðan tann løtan, har interviewpersónurin veit, at nú verður tikið upp og nú er liðugt. Eisini eiga interviewpersónur og journalistur at vita, hvat samrøðan skal snúgva seg um. Eg haldi, at brot kunnu gerast, men vit skulu alla tíðina seta okkum spurningin, nær er evnið so týdningarmikið, at vanligur etikkur verður settur til viks.
Í hesum førum vardi eg rættin hjá einum miðli at brúka tilfar, har ivi kundi verða um, um tilfarið var komið fram eftir brot á vanligan etikk í interviewstøðum.  Men her var ein valdspersónur, sum ikki vildi svara einum ávísum spurningi, sjálvt um avtalan um samrøða var gjørd.
At fokus reyk frá málinum til pirruna, dugdu vit ikki at síggja tá.
So hendi tað í Degi og Viku í gjárkvøldið. Ein upptøka við Heðini Mortensen, har hann heldur, at samrøðan er liðug, verður víst, tí journalisturin heldur, at so álvarsamar hóttanir vórðu sagdar aftaná, at vanliga interviewavtalan skuldi brótast.
Nú skal eg verða varin, tí kanska havi eg ikki sæð alt, sum hevur verið um hetta mál í sjónvarpinum, men eg haldi meg hava sæð tað mesta.

Ódokumenterað karaktermorð
Eg kann ikki gera við, at eg siti eftir við einum iva. Eg dugi ikki greitt at síggja, hvar fokus nú er í hesum málinum.  Í sendingini Brandfellurnar var fokus nokk so breitt á, at vit skulu hugsa okkum væl um, tá vit byggja ella keypa hús. Og at vit ikki kunnu hava fult álit á góðkenningar frá almennum myndugleikum, tí har eru so nógvir møguleikar at snúgva sær uttanum. Fokus var eisini á góðkenningina frá fyrisitingini hjá Tórshavnar Býráð, har Tórshavnar Kommuna so at siga beinleiðis verður ábyrgdað fyri vanlukkuna. So er fokus á, at býráðið ikki vil viðganga sína – eftir øllum at døma – skeivu góðkenning. So verður fokus flutt yvir á fyrisitingarnar í Havn og á Tvøroyri, har hvørgin fyrisiting dugur grundleggjandi notatskyldur. Men í sama viðfangi verður fokus á – ódokumenterað – at Tórshavnar Býrað royndi at karaktermyrða ein atfinningarsaman borgara. Tað sum varð dokumenterað var, at fyrisitingarnar ikki dugdu sítt fyrisitingarliga arbeiði.
So var fokus á, at borgarstjórin hevði sent bræv til hinar býráðslimirnar um ikki at blanda seg upp í hetta málið og sambært sjónvarpinum i gjárkvøldið var tað hetta, sum samrøðan skuldi snúgva seg um.
Í gjárkvøldið verður fokus so flutt til, at borgarstjórin setur fram hóttanir eftir, at samrøðan er liðug. Og rætt er tað, at har eru hóttanir, tó ikki meiri álvarsamar enn, at ein journalistur kann liva við teimum. At hótta við fjølmiðlanevndini ella einum advokati er ikki so øgiliga stór hóttan, um dokumentasjónin fyri høvuðssøguni er í lagi. At hann hóttir við at kunna steðga innslagnum er sjálvandi ein tóm hóttan – tað veit journalisturin vónandi. Og hóttanin “..so kann eg lova tær fyri, at tú fært tína sak fyri!” er at yppa øksl eftir. Eg haldi heldur ikki, at Heðin Mortensen kann verða so erkvisin. Hann má tola eitt sindur av hvørjum – eisini at ein journalistur vísir til eitt bræv, sum hann sjálvur hevur skrivað.

Etisku reglurnar mugu víkja
Eg eri ikki 100 prosent sannførdur um, at har sum fokus endaði í gjárkvøldið var so týðandi, at vanligu etisku interviewreglurnar máttu víkja.
Tvørturímóti tá fokus so ofta verður flutt, verður tað trupult at síggja, hvat hevur allar størsta týdning í hesum viðbrekna máli og um hvør partur av hesum málinum er nóg stórur til, at etisku reglurnar mugu víkja.
Eg haldi, at gjørda samrøðan skuldi verið send, sum hon var, men at parturin aftaná enn einaferð flutti fokus – frá álvarsmálinum til pirruna, um eg so má siga - og tað verður enn truplari at finna fram til, hvat tað er, sum hevur allar størsta týdning í hesum máli.

Thursday, June 21, 2012

Barcelona er ein strond


Havi hoyrt nakað av tí, sum Rás 2 hevur sent úr Barcelona.
Og tað er tað man kundi væntað av Rás 2.
Túrurin, sum er sponsoreraður av Atlantic og 62 Norður, verður seldur, sum Spies seldi sinar túrar í 1962: Hygg kom á ramlaðina, strondina og Camp Nou...
Synd, tí faktisk er Barcelona mentanarbýur nummar eitt í Evropa í dag, men tey sum kanska kundu hugsað sær eina mentanarupplíving skulu í hvussu so er ikki lurta eftir Rás 2 og ikki fara handan túrin - skilst.
Kanska er tað hetta, sum sponsorarnir vilja. Nú duga vit eisini at gera kjartertúrar. Tað, sum Atlantic og 62 Norður hava goldið Rás 2 fyri er: Hygg nú duga vit eisini at flúgva suðureftir, har sum tað er heitt...spell, tí Barcelona er so nógv annað.
Vóni at fólk í flogfarinum royna annað enn tað, sum Rás 2 dugdi at borðreiða við.

Tuesday, April 24, 2012

Sjálvandi skal pressan fylgja Breivik


Hali uttan fyri rættarhølið í Oslo, har rættarmálið móti Breivik er. 800 journalistar fylgja við í Oslo.

Eingin ivi eru um, at pressan skal fylgja væl við í rættarmálinum um Breivik. Hendingin 22. juli hevur ikki bara týdning fyri okkum, tí hetta hendi í einum av okkara grannalondum, hetta hevur týdning og áhuga í øllum heiminum. At hendingin og sjónarmiðini eru óvanliga víðgondd broytir einki.

Eftir yvirgangsatsóknina 11. September 2001 var lætt at tveita alla forkláring í tann pottin, sum eitur svakir muslimar, sum um tað var forkláring nokk. Í hesum førinum var tað ikki ein svakur muslimur, men ein ljóshærdur norðmaður. Hetta tvingar okkum at halda speglið fram fyri okkum sjálvum og vit koma kanska til eina pínifulla viðurkenning: Hvat var hatta sum hendi har í Norra, spyrja vit. Og tað er har, at pressan hevur sína uppgávu.

Yvirgangsfólk – tað veri seg Breivik ella onkur annar – hava gjørt neyva planlegging, so tey vita hvat tey ætla at gera og hvat tey ætla at fáa burturúr.  Tað eru vit, sum standa spyrjandi. Og at geva okkum tey svarini skal pressan hjálpa okkum, samstunis, sum yvirgangsmaðurin ikki fær fríar teymar í pressuni – tað skal eingin hava.

Í hesum førinum hava vit við ein mann at gera, sum hevur eina greiða pressuætlan, um hvussu hansara sjónarmið kunnu sleppa út. Eitt høvuðsendamál í yvirgangsvirksemi er, at fáa pressuna at bera propagandatilfar víðari og tað ger pressan. Tað krevur bara enn meiri av tí partinum av pressuni, sum hevur public service skyldu og tí partinum av pressuni, sum kallar seg professionell.

Higartil hevur Breivik átt høvuðsleiklutin. Kanska broytist hetta nakað, sum rættarmálið líður, men offrini og tey avvarðandi hava higartil ikki fingið nógva umrøðu.

At geva Breivik orðið uttan nakra aðra viðgerð er ikki góður journalistikkur. At skriva hvønn setning hann sigur minutt fyri minutt er ikki góður journalistikkur, tí har er eingin viðgerð yvirhøvur og har eru heilt víst nógvar beinleiðis villur

At hugsa um: Google finnur 47 mill. links um Breivik upp á 0.14 sekund.

Friday, March 30, 2012

Tá fakfeløgini gloymdu, hvønn tey umboða

Stýrið fyri ALS hevur avgjørt at hækka inngjaldið til ALS, at biðja Løgtingið lækka útgjaldið og lækka hægsta útgjald og at seta 14 daga karantenu á.
Og hetta hava tey trý umboðini fyri fakfeløgini Ingeborg Vinther, Jan Højgaard og Kartni Ravnsfjall tikið undir við.
Fakfelagsumboðini ganga soleiðis á odda at niðurpína tey, sum eru eina ringast fyri.
Tey, sum hava mist arbeiðið.

Asosialur politikkur

Ingeborg hevur sína fiskavirkisskipan, har hennara parttíðarsettu flakafólk fáa gjald, tí tey arbeiða niðursetta tíð. Hví Jan Højgaard tekur undir við hesum veit eg ikki.
Men eg veit, hví Kartni Ravnsjfall tekur undir við hesum asosiala politikkinum.
Hann sigur, at fæið í grunninum minkar, tí má inngjaldið hækka ella útgjaldið lækka.
So víðskygt er hetta fakfelagsumboðið - aðrar møguleikar dugur hann ikki at síggja.
Nei - tað sum eitt fakfelagsumboð skuldi sagt var, at vit kunnu ikki taka undir við, at førdi politikkur hjá verandi samgongu, skal kroysta okkum at skerja hjá teimum, sum eru ringast fyri.
Skal inngjaldið hækkast, so kunnu tey gjalda, sum hava fingið stóru skattalættarnar.

Er nakað forgjørt í at læna?
Fakfeløgini kundu eisini kravt, at tá fulltíðarsett, sum skulu gjalda inn í grunnin noyðast niður í partstíð, so eiga hava tey eisini krav upp á at fáa nakað útaftur.
Fakfeløgini kundu uttan at blunka kravt, at vendir gongdin ikki, so ber til at læna til grunnin - eins og gjørt var, tá hann var stovnaður.
Vit kundu eisini broytt útgjaldið, soleiðis, at tað er hægst fyrstu tíðina og so kanska lækkar so líðandi.
Fakfeløgini kundu spurt, hvat verandi samgonga ætlar at gera fyri stimbra til nýggja arbeiðspláss.

Skal loysa seg at arbeiða, sigur fakfelagsumboðið

Kartni svarar, at útgjaldið má ikki vera so høgt, at tað ikki loysir seg at arbeiða. Haldi meg hava hoyrt hetta fyrr. At tveita illgruna á tey arbeiðsleysu er ikki virðiligt fyri okkara fakfeløg. Heldur hann, at løntakararnir, sum hann umboðar í ALS-stýrinum, hóreiggja sær í ALS-skipanini? At tey taka sær av løttum, tí tey eru arbeiðsleys.

Nú kunnu fólk bara flyta, halda fakfelagsumboðini

Stýrið mælti í 2008 til at hækka útgjald og lækka inngjald. Høvuðsgrundgevingin tá var, at vandi var fyri at fólk fluttu av landinum og man vildi, at arbeiðsleys skuldu klára seg til kreppan vendi. Eru hesar grundgevingar ikki longur galdandi, spyrji eg bara. Halda okkara fakfelagsumboð nú, at tað er í lagi at fólk noyðast at flyta av landinum og annars, at tað ikki ger nakað, um tey ikki klára seg?
Ikki serliga imponerandi arbeiði Ingeborg Vinther, Jan Højgaard og Kartni Ravnsfjall!!

Kjakið á míni Facebook-síðu sæst her:

Friday, March 23, 2012

Airbussnórurin er móti nógvastaðni


Elisabeth við skráum Airbussnóri
Hvít ítróttartroygja við Airbussnóra-ermum

Margreta drotning klippir sín 122. Airbussnór
Mary í nýmótans í kjóla við Airbussnóra-hala

Monday, March 19, 2012

BBC nú komið upp í skotska fullveldisstríðið


Vælstríðið fyri fólkaatkvøðuna í Skotlandi um loysing er byrjað. Og nógv kemur fram, sum minnir um støðuna, tá fullveldissamgongan samráddist við donsku stjórnina.
Her er ein grein, sum dregur møguleikarnar hjá skotum at síggja BBC eftir loysingina.
Tvær greinar úr "The Telegraph":
Hóttanir um, at skotar missa BBC, um teir atkvøða fyri loysing
Hvussu skal atkvøðiseðilin síggja út?