Monday, February 9, 2015

South Pelagic: Ein søga um Beinisvørð

Skrásett parlag millum loyvi og skip


Afturvendandi leikurin í fiskivinnuni er at keypa seg til skrásett parlag millum loyvi og skip. Ein vegur til eitt eydnusamt parlag er at keypa og selja sama skip fleiri ferðir. Og tað verður ornað á skriviborðinum. Trolarin Beinisvørð var keyptur og seldur fýra ferðir fyri at para veiðirættindi hjá Vesturskin í Sørvági og trolaran úr Vági. 16 milliónir krónur lógu eftir í Sørvági hjá Vesturskin – sum ikki er nakað skip, men eitt partafelag.


Øssur Winthereig - PRESS

25. juni í ár vóru tríggir keypssáttmálar dagfestir. Allir tríggir sáttmálarnir eru um sølu av trolaranum Beinisvørð.
Sakførarar og reiðarar høvdu gjørt eina konstruksjón, hvussu fiskiloyvi frá Vesturskin í Sørvági kunnu parast við Beinisvørð úr Vági.
Hetta er paringaleikurin í fiskivinnuni. Skip og loyvi verða parað.
Beinisvørð fór nú nakrar túrar eftir skriviborðinum og stevndi aftur til reiðaran í Vági við veiðirættindunum hjá Vesturskin í Sørvági.
Á fyrsta túrinum á skriviborðinum fór Beinisvørð frá smápartafelagnum Sancy Trawl til partafelagið Baglhólm, og tá var prísurin 15 milliónir krónur. Annar túrur á skriviborðinum var til sp/f Vesturskin í Sørvági og prisurin var aftur 15 milliónir krónur. Triðji túrurin var yvirum borðið aftur til Sancy Trawl, men nú var kostnaðurin hækkaður til 31 milliónir krónur.
16 milliónir lógu eftir í Sørvági.
Í august var fjórði túrurin, sum gekk til Baglhólm - aftur fyri 15 mill. kr.

Innvikla at keypa loyvi
- Tað snúi seg um, at vit skuldu keypa nøkur loyvi úr Sørvági. Og tað skuldu tveir sakførarar og ein frá Vørn til at fáa flutt loyvini hendan vegin. Tað er blivið so innviklað, at man má finna, hvar í lógina man skal fara fyri at vita, hvussu man skal gera, sigur Alex Vilhelm, sum er reiðari á Beinisvørði.
Alex Vilhelm sjálvur var stjóri í Sancy Trawl, sum seldi til Baglhólm, og har var Alex Vilhelm eisini stjóri. Hann skrivaði undir bæði sum seljari og keypari. At hjálpa sær høvdu suðringarnir Eyðfinn Jakobsen advokat, og sørvingarnir høvdu Poul Hansen, advokat.
Ikki nakað óvanligt í paringarleikinum í fiskivinnuni, men innviklað og ógjøgnumskygt.
Lógin, sum Alex Vilhelm sipar til, er lógin um vinnuliga fiskiskap. Lógin er 20 ára gomul og skal áseta allar reglur um fiskiskap í Føroyum. Lógin er broytt ótalligar ferðir og er vælegnað at finna hol í og at finna greinar í, sum til ber at loypa bukk um.
Og tað er hvørki ólógligt at leita eftir holum ella at loypa bukk.
Ein av greinunum í lógini um vinnuliga fiskiskap, sum ofta liggur ovarliga á skriviborðunum hjá advokatum og reiðarum er grein 8 stk. 4. Í hesi greinini liggur grundarlagi
fyri tí sum kann seljast og keypast. Orðið er: ”tilsøgn”.

Lóg um skrásett parlag millum loyvi og skip
Grein 8 stk. 4 í lógini um vinnuliga fiskiskap snýr seg um veiðuloyvi hjá reiðarum, sum einki skip eiga. Nógvar grundir kunnu vera til, at reiðarar hava rættindi og einki skip. Skipið kann vera selt, tað kann verða sokkið ella okkurt triðja.
Í lógini um vinnuligan fiskiskap skal hendan grein geva teimum reiðarum ein kjans at útvega sær nýtt skip, um teir selja, høgga upp ella missa skipið.
Í lógargreinini stendur: ”Verður fiskifar við veiðuloyvi lagt med alla .... ella farið verður strikað í skipaskránni, kann landsstýrismaðurin eftir umsókn veita eigaranum tilsøgn um veiðuloyvi til annað fiskifar ístaðin, sum skal verða skrásett í skipaskránni innan 2 ár frá tí degi, at tilsøgnin er givin.”
Hetta er greinin um skrásett parlag millum skip og loyvi.
Í lógini um skrásett parlag millum skip og loyvi er tað landsstýrismaðurin sum skal góðkenna at skip kann parast við onnur loyvi. Og tað ger landsstýrismaðurin, og eingin annar kann tala at.
Í fyrsta lagi gevur landsstýrismaðurin reiðaríðum eina ”tilsøgn” eftir grein 8 stk. 4.
Og ein tilsøgn er eins gott og reiður peningur. Eitt skip kann bara fara ein skriviborðstúr inn í tað felagið og so útaftur við veiðurættinunum.
Tilsøgnin er váttanum frá landsins hægsta myndugleika, at reiðaríið kann varðveita fiskirættindini í tvey ár, hóast tað einki skip hevur. Og við eitt sindur av advokathjálp kann loyvið gerast til reiðan pening.
Í fiskivinnustýrinum kunnu tey ikki við vissu siga, hvussu nógvar slíkar tilsøgnir er givnar.
- Tað eru ikki nógvar, men tað eru altíð nakrar, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri.

Tilsøgnin skal aktiverast
At gera ein tilsøgn til reiðan pening er í roynd og veru einfalt.
”Tilsøgnin skal aktiverast,” verður ofta sagt.
Og tað var konstruksjónin sum var gjørd á skriviborðinum 25. juni í ár. Ein konstruksjón sum skuldi aktivera tilsøgnina hjá Vesturskin. Tí Vesturskin var ikki nakað skip. Vesturskin var eitt partafelag, sum hevði átt Vesturskin, sum felagið ikki longur hevði.
Men partafealgið Vesturskin hevði eina tilsøgn.
Alex Nielsen váttar, at tann knortluti vegurin til Sørvágs var neyðugur fyri at para loyvi frá Vesturskin við Beinisvørð.
- Tá Beinisvørð kemur aftur úr Sørvági er keypsprísurin 16 milliónir hægri. Er tað so einfalt, at tað er tí, at nú er loyvið parað við Beinisvørð?
- Ja..., svarar Alex Nielsen og leggur afturat, at grundin til, at Beinisvørð er keyptur og seldur fleiri ferðir er fyri at flyta loyvi aftur og fram.
- Man ger alt hatta fyri at fáa økonomi í tað, fyri at útnytta veiðirættindini, fyri at skapa arbeiðspláss og fyri at fáa vinning úr vinnuni, sigur Alex Nielsen.

Ein hálv milliard í keyp og sølu
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum svaraði 8. oktober einum fyrispurningi í løgtinginum um keyp og sølu av fiskiførum við veiðiloyvi.
Í svarinum er yvirlit yvir veiðiloyvi, sum eru flutt millum skip og yvirlit yvir skipasølur í 2013.
Landsstýrismaðurin sigur, at í alt hava verið 41 skipasølur, og at skrásetta virðið í teimum 41 sølunum tilsamans er góðar 552 mió. kr.
Tað ber ikki til at frætta úr Fiskimálaráðnum, hvussu stórur partur av hesi hálvi milliard er fyri skip og hvussu nógv er fyri veiðirættindi.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður svarar: ”Fiskimálaráðið hevur onga skráseting ella meting av, hvat er virðið á sjálvum fiskifarinum, og hvussu nógv kann metast sum gjald fyri veiðiloyvi.”
Men í døminum við Beinisvørði vóru 16 mill. kr fyri rættindi.
Landsstýrismaðurin veit ikki, hvussu nógvar paringarkonstrukjónir eru gjørdar.
Men at tað hendir, at tað er lógligt, og at tað er gott, ivast landsstýrismaðurin ikki í.
Lógir og kunngerðir eiga at stuðla undir skynsaman rakstur, virðisskapan og produktivitet.
Eg haldi, at ein liður í hesum er, at vinnan hevur møguleika at tillaga virksemið og optimera raksturin við at flyta veiðiloyvi og at avhenda fiskirættindi.
Sum eg dugi at síggja, eru nógvar av sølunum av fiskiførum og flytingum av veiðiloyvum í ár gjørdar við eittans enda máli – nevniliga at fáa gagnnýtt makrelkvotur í 2014 við betri egnaðum fiskiførum.” sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Innlagdar seinkingar
Konstruksjónin á skriviborðinum 25. juni í ár kann ikki í sær sjálvum aktivera nakra tilsøgn. Landsstýrismaðurin skal eisini geva síni loyvi.
Og hetta verður gjørt á túrunum tvørtum um skriviborðið. Tí verður ein ávís seinking løgd inn í skriviborðstúrarnar.
14. juli verður boðað frá til Skipaskrásetingina, at Beinisvørð er selt til Baglhólm. Fiskimálaráðið góðkennir sølu og ymisk onnur viðurskifti. Í fráboðanini til Skipaskrásetingina verður víst til keypssáttmála frá 25. juni.
Tveir dagar seinni 16. juli kemur aftur fráboðan til Skipaskrásetingina, at Beinisvørð nú er seldur til Vesturskin og víst verður til keypssáttmála frá 25. juni. Fiskimálaráðið fer beinanvegin í sving og góðtekur paringina millum loyvini hjá Vesturskin og Beinisvørð.
Aftur tveir dagar seinni 18. juli verður boðað frá til Skipaskrásetingina, at Beinisvørð er seldur frá Vesturskin til Sancy Trawl og víst verður til aftur keypssáttmála frá 25. juni.
Eftir skriviborðstúrin lógu 16 milliónir eftir í Sørvági – prísurin fyri veiðuloyvið, sum var knýtt í eina tilsøgn.
Og so loysti Beinisvørð frá skriviborðinum.

Sunday, January 4, 2015

At ein hissini FB viðmerking um mammu løgmann fór so víða kom ovart á meg

Kom eitt sindur óvart á meg, at henda viðmerkingin um mammu løgmann fór so víða. Tí vil eg fegin útgreina mína hugsan eitt sindur.
Hatta slag av innslagi verður í journalistiskum høpi nevnt vox-pop (Vox Populi), sum dyrgir eftir hugsanini hjá "manninum á gøtuni" um eitthvørt evni. Fólk verða spurd - oftast á onkrum almennum staði - her og nú og uttan høvi at fyrireika seg og uttan nakra serliga útveljing - tilvildin ræður. Tí ber ikki til á nakran hátt at siga nakað um, hvat meirilutin heldur ella ikki heldur, men til ber at savna eitt úrval av meiningum um evnið. Ongin er við grundað journalistiska útveljing, men tí tey eru stødd á staðnum ta løtuna spurt verður.
Her eru longu tveir skeivleikar í innslagnum:
Í yvirskriftunum verður sagt, at eldra ættarliðið gav løgmanni frægastu ummælini fyri løgmansrøðuna vísti spurnaðarumfar seinnapartin í dag. Hetta er rein misnýtsla av einum vox-pop - tað er ikki nakað spurnaðarumfar. At ein redaktørur loyvir hesum í gjøgnum er óskiljandi. Hann kundi eins væl sagt, at sitandi fólk geva løgmanni bestu ummælini.
Í øðrum lagi broytist tilvildin mitt í innslagnum. Tá verður ein kona vald út og verður presenterað, sum mamma løgmann. Við hesum hvørvur tilvildin, og ein persónur verður valdur út eftir serligum treytum. Og júst valið av hesum serliga persóni eigur at fáa journalist, fotorgraf ella redaktør at hugsa um hon - sum mamma løgmann - dugdi at meta um fylgjurnar av tí hon sigur. Eg veit ikki, um hon dugdi tað, men ein redaktørur, sum hevur ein vox-pop liggjandi, eigur at siga, at her mugu vit tryggja okkum, at vit ikki misnýta metingarevnini hjá persóninum og klippa viðkomandi burtur.
Tá ein persónur á hendan hátt journalistiskt verður valdur út, tá broytist innslagið og setur størri journalistisk krøv til dygdina í innslagnum.
Hetta hevur einki at gera við um persónurin er gamal ella ungur, gloymskur ella ikki, men snýr seg bara um, at eitt vox-pop brádliga fær eina snaring burturfrá tí, sum eitt vox-pop er, nevnliga at savna ymsar tilvildarligar áskoðanir um eitt evni.
Men eg skilji kortini, at hon var við í innslagnum, tí í logikkinum hjá journalisti og redaktøri, so var lagt upp til skemt. Og sanniliga var tað stuttligt, men ivasamt er kortini um slíkt skemt hoyrir til í eini tíðindasending.
Eitt annað er, at hetta kann koma kringvarpinum aftur um brekku, tá tey ætla at vitja onnur støð av hasum slagi. Tað veri seg skúlar, stovnar av ymsum slagi ella arbeiðspláss. Sjálvandi eigur fakliga støðið at vera so høgt í kringvarpinum, at man skal kenna seg tryggan at bjóða kringvarpinum innum. Starvsfólk, sum hava lovað kringvarpinum inn, eiga ikki aftaná at hava skuldarkenslu, tey eiga at vita, at Kringvarp Føroya er fakliga so sterkt, at eingin aftaná fer at kenna misnýttan. At starvsfólkini á stovninum hava ábyrgdina í síðasta enda er nakað annað.
Um tað kortini hendir - og sjálvandi kann tað henda - so er beinanvegin at koma við eini umbering, so fleiri dyr ikki verða læstar í framtíðini og fyri at vísa, at vit fakliga vita, hvat vit gera.
Annars haldi eg, at journalistiskt var tað skirvisligt bara at hava eitt miseydnað vox-pop, sum viðgerð av røðuni.

Innslagið kann síggjast her
Leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið kunnu lesast her.

Wednesday, December 17, 2014

Hugleiðingar um Venjingarskúlan í 70-unum og morðini í Peshawar

Var biðin at hugleiða um skúlaárini í 70-unum. Men dagurin í dag var eisini annað. Hetta eru orðini, sum eg valdi at siga:

Í dag er sorgardagur í Pakistan. Í dag er sorgardagur í heiminum.

Sonur mín fór í skúla í morgun i skúlauniformi og nú liggur hann í eini kistu” segði ein pápi, tá hann fann sonin deyðan á einum sjúkrahúsi í Peshawar.
Í gjár hendi ein ræðuleiki, sum ikki er at skilja.
Á einum skúla í Peshawar i Norður-Pakistan tætt við markið til Afganistan lupu nakrir alvápnaðir talibanar á skúlan og drupu umleið 130 børn.
Tað ljóðar, at skúlin fyrst og fremst var ein skúli hjá pakistanska herinum, men har gingu onnur børn eisini.
Taleban skal hava sagt, at hetta var hevnd fyri, at pakistanski herurin síðani í summar hevur framt álop á taleban-deplar við markið til Afganistan.
Men meiningsloysi er óskiljandi.
Børn í sama aldri, sum tey, ið ganga her á Venjingarskúlanum.
Tey fóru í skúla í gjár og 130 børn komu ikki heimaftur til síni foreldur.

Sonur mín – Jens Brandur – fór í skúla í morgun í einum jakka, sum partú skuldi venda á ranguni.
Eg slepti honum uttanfyri, tí hann vil ganga einsamallur seinasta teinin inn í Gula Skúla.

Og sjálvandi visti eg, at hann kom aftur seinni í dag – ja, nú situr hann her.

Í Pakistan vænta tey, at henda andskræmiliga niðurskjótingin av skúlabørnum kanska fer at venda tí undirtøku, sum taliban hevur havt í útnyrðinspartinum í Pakistan.
Eg veit væl, at støðan í Pakistan er torskild, men at skjóta til deyðis 130 børn, sum eru í skúla – er ófatuligt – ein devulsins atsókn.

Skúlin er ein týðandi miðdepil í okkara lívi.
Ikki bara tey árini vit ganga í skúla, men verður akkersketan, sum vit restina av lívinum kunnu líta á. Hjá flestu okkara ketan, sum heldur.
Ein miðdepil, har vit trygt kunnu og vilja senda okkara børn. Har vit sjálvi hava kent okkum trygg. Ein miðdepil, har kenslur og minni venda aftur alt lívið - bæði í gleðistundum og sorgarstundum.
Tveir næmingar á Venjingasrskúlanum fylgja í hesu løtu teirra lítlabeiggja til gravar.

- - -

Eg eri ikki ordiliga venjingarskúladrongur.
Byrjaði ikki her í 1. flokki, tí tá búðu vit heilt uppi á fløtuni hjá Hilmar Kass í Hoydølum.
Vit fluttu út undir Heyggin í 1968, og í sætta flokki flutti mamma meg út á Venjingarskúlan, tó ikki heilt út á Frælsið, men bara í Brúna Skúla, sum skúlin í Fríðrik Petersensgøtu at.
Haldi har vóru 5. 6. og 7. flokkar. Haldi, at tá gingu tey 1. til 4. flokk á, tí sum í dag eitur Guli Skúli. So har vóru flokkar, sum høvdu gingið saman øll árini.

Eg var tjummaður í ein flokk við argjabørnum, sum vóru komin um brúnna og heim til Havnar at ganga í skúla og við børnunum vestanfyri, sum Ólavur Dalsgarð hvønn morgun koyrdi um Velabstaðháls - tey av Velbastað og úr Kirkjubø.
Og vit fyltu ein heilan flokk. C-flokkin.
B-flokkurin, sum hevði verið har áðrenn, var rættur venjingarskúlaflokkur - helt seg nokk vera meiri enn okkum, men eg minnist tað, sum at vit skjótt sluppu upp í part í skúlagarðinum. Vit sluppu at sparka við hinum.
Vit vóru tikin við í felagsskapin.
Lærararnir tá fyrst í 70-unum vóru millum aðrar Páll Johannesen, Petur Martin Danielsen og Jeffrei Hendriksen og Hans Erland í Brekkunum.
Og tá vit skulu í sjeyna flokk fór gramlið at ganga, at vit skuldu hava ein nýggjan lærara. Og eg minnist, hvussu lítið eg helt um tað.
Tí eg hevði hoyrt – ja, hvaðani ein 12-13 ára gomul drongur hoyrir slíkt fra veit eg ikki – men vit høvdu hoyrt, at nýggi lærarin var kommunist – einki vistu vit, hvat tað var, men vit høvdu hoyrt tað sum verri var – at hann ikki trúði upp á Guð.
Og hvør tað var, jú, tað var tann maðurin, sum í dag, haldi eg, er útbúgvin teologur og hevur skrivað søguna um Brøðrasamkomuna í Føroyum.
Eingin annar enn Tórður Jóannesarson.
Eg minnist, at eg hopaði bara ikki, at hann fór at tosa um Guð – og tað gjørdi hann ikki.
Sjálvandi – mundi eg sagt - vísti tað seg, at hann var ein frálíkur lærari.

Ikki so løgið, at argjabørnini hildu eitt sindur saman, og tey vestanfyri hildu eitt sindur saman. Eg var so heppin, at eg kendi børn úr báðum støðum, so eg minnist tað eisini, sum at eg fall væl til í c-flokkinum á brúna skúla.

Júst hetta eigur at vera eyðkennið fyri ein almennan kommunuskúla, at her er pláss fyri øllum.
At tú í skúlanum møtir nógvum sløgum av børnum – úr øllum sløgum av heimum. Í okkara føri eisini úr fleiri bygdum. Tað var loyvi at kalla argjafrensar fyri bygdarfrell, sjálvt um teimum kanska ikki dámdi tað so væl. Nú – haldi eg – at tey gjarna vilja verða kalla argjafrensar og bygdafrell.

So umframt at møta ymsum næmingum, so – ja rendu vit okkum í ein táverandi guðloysing og kommunist – men sum tók lærarauppgávuna á seg í so stórum álvara, at fyri okkum næmingar var tað bert eitt høvi at læra, at vit eru ymisk.

Tað sum eisini vísti seg longu í sætta flokki í Brúna Skúla var, hvussu ein skúli knýtir ættarlið saman.

Minnist ikki rættuliga, um næmingarnir á Læraraskúlanum vóru oftari í praktikk hjá okkum, sum gingu á Venjingasrskúlanum, men tað haldi eg. Í hvussu so er tóku ungir læraraskúlanæmingar - um 20 ára aldur - okkum við í tann undirvísingarheim, sum tey vóru at veg inn í.
Tey vístu, hvussu spent tey vóru at útbúgva seg til hetta ábyrdarfulla starv - at vera lærari og lærarinda.
Vit lærdu hesi fólki at kenna, sum skulu gerast okkara lærarar í eldri flokkum, men sum eisini skuldi gerast lærarar hjá okkara børnum og abbabørnum.
Sjálvt um vit gingu á Brúna Skúla, so høvdu vit onkrar tímar úti á Venjingarskúlanum - har vit bardst við 7. a og ræddust dreingirnar. Men vit sóu eisini aftur læraraskúlanæmingarnar.
Natti var ein av teimum, hann var eisini granni hjá mær undir Heygnum.
Og eg helt við NFL - sum var flogbóltsliðið hjá læraraskúlanæmingum. Eg sat mangan meiri ella minni kleimdur niðri í fimleikahøllini leygardagar, tá FM var í flogbólti.
Tað var ein annar lærari á Læraraskúlanum – Árni Dahl – sum skrivaði ítróttin fyri Dimmalætting, sum hevði funnið uppá, at volley-ball skuldi eita flogbóltur.
Hetta hendi alt á mínum skúla.
Eg dvølji við hetta, tí hetta í mínari tíð gjørdi Venjingarskúlan til meiri enn ein skúla fyri børn. Hetta var eisini skúlin har lærararnir vórðu útbúnir, og vit sum børn sluppu at síggja tey, arga tey og hálova tey, sum skuldu mynda framtíðarskúlan.
Sjálvur slapp eg - sum børnini vestanfyri esini gjørdu - at eta døgurða í kantinuni hjá læraraskúlanæmingunum.
Onkursvegna kendi eg tað, sum hesi ungu - bara tí tey vóru har - góvu skúlanum eitt virði - eina tign - sum skaraði framúr.
Og tað var eisini tí eg í áðni segði, at skúlin knýtir ættarlið saman.
Tey ungu fólkini, sum vóru okkara lærarafyrimyndir, tey hava eg rent meg so ofta í seinni og tíbetur geri tað enn.
Jógvan Asbjørn Skaale, sum var ein av læraraskúlanæmingunum, sum hurraði við okkum í sjeynda flokki, gjørdist seinni mín stjóri í Sjónvarpinum.
Ein annar, sum gekk í B-flokkin hinumegin gongina í Brúna Skúla – Tróndur Djurhuus – gjørdist eisini mín stjóri ein skifti.
Kristian Johansen – Kristan hjá Hanneba – hevur útroknað streymtalvurnar í Skipalistanum.
Jeffrei Hendriksen havi eg mangan møtt á Facebook, har hann hevur lagt lag á tað føroyska.
Á Hvonn standa floksfelagir hjá eldru døtrum og selja øl.
Næstan hvønn dag knýta vit traðrir, sum vóru spunnir á hesum skúlanum – bæði til smábørn og ti gomul.
Natti, sum vit høvdu, gjørdist skúlastjóri hjá báðum døtrunum, sum í nøkur ár gingu á venjingarskúlanum og mín sann, nú tá eg havi sent ein nýggjan sjeyára gamlan son í Gula Skúla, so er Natti aftur stjóri og ringir til mín 40 ár eftir eg tók realprógv og biður meg siga okkum um Venjingasrskúlan, tí nú verðurt hann niðurlagdur.

- - -

Kona mín og eg hava sent okkara drong í Venjingarskúlan, tí sannførd eru vit um, at tað er rætti skúlin fyri okkum. Hann liggur í grannalagnum, hann er almennur kommunuskúli, har pláss er til øll.
Lítið og einki brúkaragjald.
Her hava verið nøkur virði knýtt at skúlanu, sum vit fegin vildu varðveita, sum – vit kunnu siga – hava verið góð fyri okkum.
Enn einaferð kunnu ættarliðini knýtast gjøgnum skúlan. Hann fer at síggja fólk, sum fara at fylgja honum alt livið ella hann fer at fylgja onkrum alt lívið. Onkur av teimum fara at enda á sama arbeiðsplássi, á somu útbúgvin, í sama politiska flokki ella vera so ósamdur við - ja kanska óvinur við - sum ikki ber til at síggja fyri sær í dag.
Skúlin missir ikki hetta eyðkennið - soleiðis eru skúlan.
Men kortini!
Eftir nakrar mánaðir fáa vit at vita, at okkara Venjingarskúli er burtur ella skal hvørva.
Tað er ein eitt sindur løgin kensla.
Og nú standi eg her so sigi farvæl við Venjingarskúlan!
Skúlin er ein so týðandi miðdepil og tí skulu vit stúra um okkara skúla. Vit skulu bæði stúra og standa saman um skúlan og tey virði.

Vit skulu stúra, men vit mugu eisini seta okkara trupulleikar, okkara ynski og okkara dreymar í tað perspektiv, har tað hoyrir heima.
Her er trygt hjá okkum at senda okkara børn í skúla.
Tey koma heimaftur við jakkanum á ranguni og hoyra foreldrini knarra um, at tey altíð gloyma húgvuna.

- - -

Fyri 35 árum síðani var eg í Peshawar, sum blaðungur maður. Hetta var árið eftir sovjetisku innrásina í Afganistan. Flóttarfólkalegurnar vóru á tremur við vaksnum og børnum, sum vóru flýdd úr Afganistan.
Pakistan var eitt land við stórum mannfólkayvirskoti og nógv droymdu um at flyta til Vesturevropa.
Tá ein ungu maður – Ali – hoyrdi á hotellinum, at eg hevði danskt pass, spurdi hann meg um eg kundi hjálpa honum, tí hann hevði fingið eitt bræv úr Danmark, sum hann skuldi svara, men tað var skrivað á donskum.
Gaman í.
So legði hann eitt útklipp úr Politiken á borðið í matstovuni og peikaði á eina lýsing á síðuni, har fólk søkja makar og eitt bilettmerki stóð undir. Hann hevði fingið ein danskara, sum hevði verið har í arbeiðsørindum í Peshawar fleiri mánðar frammanundan at sett lýsingina í Politiken:
Á enskum stóð, at ein ungur pakistani ynskti samband við danska kvinnur við tí í hyggju at giftast.
Og nú hevði hann fingið svar – ja, fyri nøkrum mánaðum síðani – men eingin dugdi at lesa svarið. Men hann var sannførdur um, at hann nú skuldi giftast til Danmarkar. Tað hevði hann eisini sagt fyri vinmonnunum.
Teir sótu einir 6-8 átta ungir menn spentir kring borðið, tá hann gav mær hondskrivaða brævið. Vit drukku gult te og ótu hetta søta, søta góðgæti.
Eg læs og sá beinanvegin, at her var okkurt galið.
Lat sum um eg las víðari, meðan eg hugsaði, hvat eg skuldi siga við Ali.
Fyrstu orðini í brævinum vóru ”Kære Alenepige i Odder!”
Eg hugdi so nærri eftir hansara lýsing og sá, at Politiken hevði blandað lýsingarnar. Lýsingin beint undir tí hjá Ali var frá ”Alenepige í Odder”.
Eg mátti siga honum um misskiljingina.
Hann og vinmennirnir blivu sjálvandi keddir.
Ali segði bara: So bíði eg bara – kanska kemur eitt annað svar!

Eg hugsi um Ali í dag, um hann er giftur í Peshawar – kanska fingið børn og abbabørn.
Eg vóni tey kunnu liva eitt lív, har tey sum eg og vit kunnu knýta ein vælspunnan tryggan tráð aftur í ein av okkara lívsins miðdeplum.
Almenna fólaskúlanum fyri øll!

Takk fyri hesi mongu árini.

Wednesday, November 5, 2014

Milliónir ella milliardir?

Hvat er ein betri forsíða?
Tann, sum roynir at selja upp á milliónir ella hin, sum hevur milliardir?

Monday, June 16, 2014

Kringvarpsstjórin ikki serliga nógv álit á sínum egnu


Ikki stórur stuðul frá kringvarpsstjóranum til stevndu starvsfólkinii í tollmálinum.
Rólant Waag Dam á in.fo spyr kringvarpsstjóran: Hevur KvF eina góða sak?
Dia Midjord svarar: "Nei tað tori eg ikki at úttala meg um. Jørgen Niclasen heldur ivaleyst, at hann hevur ein góða sak, tá hann stevnir, men nú mugu vit síggja, hvussu rætturin sær upp á tingini. Nei, tað dugi eg slett ikki at meta um."

Hetta var stuðulin frá stjóranum til síni starvsfólk. Ikki nógv álit á arbeiðinum, sum redakstjónirnar hava gjørt seinastu mánaðirnar. Nú mugu medarbeiðarnir so penir í rættin og vita, at teir bara hava gjørt arbeiðsbyrðuna hjá kringvarpinum nógv størri.
Sjálvandi eigur ein stjóri at duga tollmálið uttanat og at stuðla sínum medarbeiðarum.
Tá Jørgen tekur málið aftur, so stendur eftir, at kringvarpsstjórin als ikki veit, um Kringvarpið hevði eina góða sak.

Øll samrøðan liggur her.

Friday, June 13, 2014

Stuldur av fólkaflokskanning

So var eg samdur við hendan mannin.
Sjáldan at eg eri samdur við Jógvan á Lakjuni, men eg eri samdur við hann um, at Kringvarpið hevur misbrúkt eina kanning, sum fólkaflokkurin hevur keypt frá Lóðri.
Kringvarpið hevur í einum trimum-fýra tíðindasendingum lisið beinleiðis úr kanningini og kanska partvís lagt egnar tulkingar inn í úrslitini.
Eg havi einki ímóti - og havi gjørt tað fleiri ferðir - at brúka tilfar, sum antin er likið ella stolið, men tá krevst, at tilfarið hevur serligan samfelagsligan týdning, sum kann grunda brúkið. Tað krevst eisini - eftir mínum tykki - at tilfarið ikki kann útvegast á annan hátt.
Í hesum førinum er bara talan um reinan stuldur av tilfari, sum ein annar hevur goldið fyri og hevur upphavsrætt til.
Kringvarpið hevur orðað seg nakað soleiðis, at kanningin er komin okkum í hendi, men hvat so? Tað er ikki tað sama, sum at tað skal brúkast.
Tað skal bara brúkast, um tað hevur serligan samfelagsligan týdning. Sjálvandi er tað ein redaksjonell meting, men eg dugi ikki at síggja, at ein gomul veljarakanning hevur serligan samfelagsligan týdning. Heldur ikki dugi eg at síggja, at neyðugt er at brúka eina stolna kanning til at vísa, hvussu væl tey ymsu landsstýrisfólkini eru dámd.
Eg dugi heldur ikki at síggja, at fólkaflokkurin - í hesum føri - roynir at fjala nakað. Flokkurin hevur bara keypt eina vøru, sum Krinvarpið eins væl kundi keypt sjálvt.
Sjálvt fólkaflokkurin hevur rætt til at keypa sær kanningar, sum flokkurin sjálvur ætlar at brúka - á sína egna hátt.
At Jógvan á Lakjuni so knýtir hetta upp í annað tilfar, sum hevur verið í Kringvarpinum er nakað annað - har eri eg ikki samdur, men eg skilji væl tey, sum koma á teir tankar.

Wednesday, June 4, 2014

ÓB risin upp á Rás 2

Eg fekk um seinastu 25 min. av sending um Public Service í Rás 2.
Og tað var øgiligt.
Annfinn V. Hansen, Bill Justinusen, Árni Gregersen og verturin Óli Breckman í studio.
Høvuðsinnihaldið var rein forfylging av persónum í Kringvarpingum. Eitt nú var Kringvarpið lagt undir forfylging av Jørgen, men eingin í Kringvarpinum slapp yvurhøvur at verja seg. (Veit ikki um KvF ikki vildu vera við, og tað kanska var sagt áðrenn eg tendraði).
At Rás 2 heldur, at slíkt er vert at senda, má verða tekin um, at antin rindar Óli B. fyri senditíð ella heldur Rás 2, at onki skil nýtist at vera í, um endamálið er at spilla persónar í Kringvarpinum út.
At Óli Breckmann skuldi rísa uppaftur á Rás 2 við fullum loyvi at tíggja sær, sum í 80-unum er syndarligt.
Kl. 17.23. Og nú skilji eg, at sendingin var upphiting til stevning frá Jørgen Niclasen av navngivnum kringvarpsfólkum.
8. juni 2014
Nú havi eg - mín sann - lurtað eftir fyrstu minuttunum av hesi sending, og hetta er sera ódámligt. Ikki bara tí eg eri ósamdur við menninar í studio, men tí eg haldi, at teirra máti at siga hart, at pressan skal skikka sær væl og ikki finnast at valdsharrunum, er óhugnaligur. Sum Ingi Rasmussen hevur sagt, so er sendingin so sanniliga eitt prógv um, at Kringvarpið heldur skal styrkjast og public service ikki má lætast til nakran privatan miðil. Men fakligheitin í Kringvarpinum skal eisini styrkjast - tað hevði sloppið Kvf undan hesum ókeypis álopunum.

Og so at hoyra ÓB gera gjøldur við 4. statsvaldinum og sjálvur situr hann og válkar sær saman við sínum egnu - júst í miðlunum. Og ikki at gloyma hansara tíð á Dagblaðnum, sum fór í søguna, sum versta dømi um útspillandi miðil.

Sendingin er her: http://www.in.fo/news-detail/news/journalistikkur-ella-karaktermord-i-kringvarpinum-1/#

Thursday, April 24, 2014

Kringvarpsleiðslan: Vit – einsamøll - móti øllum

Kringvarpið siglir í tungum sjógvi. Tað er vorðið næstan ókeypis at knarra um kringvarpið, at skuldseta navngivnar journalistar fyri at renna politisk ørindi fyri serliga Tjóðveldi. Tað er vorðið so ókeypis, at grundgevingar als ikki eru neyðugar.
Má vera ótakksamt og møðsamt at arbeiða á einum arbeiðsplássi, sum fær so nógvan lort oman yvir seg.
Øll kunnu vera við. Sig okkurt ringt og óreint um Kringvarpið, og hini kunnu nikka uttan at biðja um nærri grundgeving.
Og eg skilji tað, tí Kringvarpið eigur ein part av skyldini sjálvt!

Frástøða frá teimum sum gjalda
Seinastu árini hevur Kringvarpið málað seg sjálvt upp í ein krók við krógvaða herrópinum “Vit – einsmøll – móti øllum!”.
Heldur enn at royna herrópið “Vit saman við øllum”, so hevur Kringvarpið tikið frástøðu frá nógvum av teimum fólkum, sum skulu gjalda gildið og frøast um, at vit hava Kringvarpið.
Tað er ikki at taka frástøðu at varpa tíðindi ella annað tilfar, sum er atfinningarsamt. Júst tað eigur at vera ein sjálvsagdur partur av journalistiskum arbeiði og skal verða so væl úr hondum greitt og gjørt á einum stovni við trúvirði, so undirtøkan millum lurtarar og hyggjarar er sjálvsøgd.
Men her gleppur hjá Kringvarpinum.

Trúvirðið er íbygt
Nógv av journalistiska arbeiðinum verður væl úr hondum greitt, men missir undirtøku, tí tað ikki er sprottið úr einum stovni við trúvirði. Fyrsta kravið til trúvirði er, at tað sum sagt verður, er satt og er sakligt og fjøltáttað. Men trúvirði er eisini ein íbygdur partur av einum miðli. Journalistiskt trúvirði verður uppbygt yvir ár og skal viðlíkahaldast og mennast. Og tað er óluksáliga skjótt, at trúvirðið kann fáa eitt skot fyri bógvin.
Og tað haldi eg er ein orsøk til, at Kringvarpið siglir í so tungum sjógvi, og tað er vorðið ókeypis at siga”lukka lortið!”.
Tað hevur í nøkur ár fjarað í karinum við trúvirði.

Í fólksins tænastu
At taka frástøðu frá sínum kundum er eisini at máa undan teimum virðum, sum eiga at vera knýtt at einum kringvarpi, og sum vit uttanfyri tilvitað ella ótilvitað knýta saman við einum almennum public service stovni – einum stovni í fólksins tænastu.
Tá avtornar er trúvirðið tað týdningarmesta, ið vit lurtarar og hyggjarar gjalda fyri á journalistiska økinum.
Herrópið ”Vit – einsamøll – móti øllum!” hevur verið og verður staðfest við alt ov ofta hoyrdum boðum frá leiðsluni í Kringvarpinum: Vit gera ongan feil og lurta ikki eftir øðrum. Alt var rætt, sum Kringvarpið gjørdi í sambandi við keyp ella sølu av nýggjársendingi í 2013 og 2014. Alt var rætt í sendingunum um brandfellurnar. Alt var rætt í innslagnum um horvna mannin, sum var funnin í Oyndafirði. Fyri nøkrum árum síðani var alt rætt, tá morgunlesturin var fluttur fyri at fáa betri flow í fyrrapartin. Alt er rætt. Eingin skal innum. Í onkrum av hesum dømunum hevur leiðslan so verið noydd at svølgja atfinningar uttanifrá. Men mín varðhugi er, at leiðslan í Kringvarpinum ikki heldur tað vera uppiborið.
At vera so avgjørd og ikki taka eitt sindur ímóti, venda og snara eitt sindur og kanska taka okkurt til sín, tað tærir á trúvirði, tí nógv fólk uttanfyri er so nógv meiri fjøltáttað og duga at síggja at næstan einki er bara rætt.
Eg giti, at tað má verða trupult at arbeiða undir eini leiðslu, sum bara letur alt fara.

Dáma, dáma og dáma – seg sjálvan
Tá hugsjónin ”Vit – einsamøll – móti øllum” vinnur fram á einum arbeiðsplássi, so er ikki óvanligt, ja, helst neyðugt, at bólkurin fer í verjustøðu. Bólkurin tekur seg saman um seg sjálvan og ”dámar” hvønn annan ókritiskt bæði her og har og alla tíðina.
Ja, tað er vorðið so galið, at bólkurin í stóran mun er farin leggja seg eftir at gera samrøður við hvønn annan, tí ”vit vita allíkavæl best og øll eru móti okkum.”
Hetta tykist gerast eitt innara skilvísi.
Samrøður verða gjørdar við hvønn annan. Fyri at undirbyggja “Vit – einsamøll – móti øllum”-linjuna, so skal Gunnar Nolsøe verja seg móti atfinningum frá Kinnu Poulsen, so skal Barbara Samuelsen, deildarleiðari, í sjónvarpsstovuna at verja bólkin móti atfinningum frá Birgiri Kruse. Liljan Weije skal í útvarpsstovuna at verja bólkin móti eini einfaldari atfinning móti innslagnum í Oyndarfirði. Bergljót D. Hentze skal legitimera bólkin, tá Sjónvarpið var 30 ár. So skal Uni Leitistein siga, at Liljan Weihe hevur lopið á bláman, og Liljan skal so fyri opnari mikrofon biðja Una Leitisstein loypa á bláman. So skal Tróndur Vatnhamar verður gestur hjá Eyðfinn Jensen og so kann Eyðfinn aftur vera gestur hjá Tróndi seinni um dagin.

Journalisturin í miðdepilin
Fyrst skal Anna Ellingsgaard í morgunsendingini siga, hvørjar bøkur hon lesur, so skal hon aftaná hava samrøðu við Høgna Mohr um eina sending í útvarpinum. So skal Armgarð Arge siga, hvørjar bøkur hon lesur.
Fleiri og fleiri innsløg i sjónvarpinum snúgva seg mest um journalistin. Gitna redaksjonella valið tykist vera, at myndir av Høgna Mohr eru mest týðandi fyri Føroya fólk. Uni Leitisstein etur tosk saman við teimum fínu í Áarstovu.
Tann dagin Jørgen Niclasen heldur tíðindafund um tollmálið verður Sveinur Tróndarsson biðin at vera vangamynd hjá tíðindaleiðaranum. Eitt óvanliga illa gjøgnumhugsað val. Kanska vildi Jørgen ikki, minnist ikki um tað var sagt, men so at velja ein journalist, sum bara ger sítt arbeiði.
Sjálvur havi eg eisini verið við nakrar ferðir, sum journalistur!

Lýsingar tæra
Hetta eru alt tekin um, at egni heimurin fyllir ov nógv, og tað máar undan trúvirðinum, tá sjónarringurin snørist um tey allar nærmastu, og man heldur seg sjálvan verða lýtaleysan.
At bjóða privatum fyritøkum at gjalda fyri ávísar sendingar ger, at ivi tekur seg upp um hetta er ein óheftur almennur miðil ella um Kringvarpið er ein fyritøka, ið skal selja lýsingar fyri privatar fyritøkur. Ein privatmaður skal útvega sponsorar og fær prosentir av sponsorpengunum. Fótbóltssambandið keypir seg inn í 3-2 og leverar útvarpsvert til vikuskiftissendingina fríggjadag. Og vinningar latnir av privatum fyritøkum stinga seg upp inni í summum sendingum.
Útvarps- og kringvarpsfólk eru at síggjast sum løntir orðstýrarar og undirhaldarar her og har, og næstu løtuna skulu tey kanska gera journalistikk í sama høpi ella næstu løtuna kunnu tey ikki gera tað, tí tey eru ov tætt knýtt onkrari fyritøku ella onkrum felag.
Stjórin, sum skal leggja linjuna, er ósjónligur – í hvussu so er úteftir.
Sigur tú einki Dia? Ert tú har? Yvir!

Máa undan trúvirðinum
Alt hetta, haldi eg, máar undan trúvirðinum, sum hevur størstan týdning, um ein almennur public service miðil skal hava undirtøku og vera í fólksins tænastu.
Men eg endurtaki, at nógvur journalistikkur er væl úr hondum greiddur, men kann ov lætt kveistrast til viks, tí trúvirðið hjá stovninum skinklar – og tað er leiðsluábyrgd. Eg haldi eisini, at nógv annað tilfar, sum sent verður, er dygdargott. Eg var sjálvur í dómsnevndin fyri Winther-heiðurslønina og tók 100% undir við, at heiðurlønin var latin aktueltredaksjónunum í Kringvarpinum fyri arbeiðið við Skálafjarðatunnlinum og kanningarstjóranum.
Men hollur journalistikkur má verða gjørdur á einum stovni við trúvirði.
Og tað er hetta trúvirðisumhvørvið, sum er niðurbrotið seinastu árini. Tað ber til at byggja tað uppaftur, men tað krevst, at leiðslan broytir herrópið ”Vit – einsmøll – móti øllum!” til ”Vit saman við øllum!”

Wednesday, January 8, 2014

Illa frágingið innslag um avlurting

Eitt út av lagi illa frágingið innslag í útvarpinum í kvøld um avlurtingarpakkan.
Í útvarpinum var samrøða við Jógvan Elias Winther Poulsen, advokat. Sagt var, at hann var á gátt í rættarnevndini í samband við viðgerðina av avlurtingarpakkanum.

Hetta var yvirlitið yvir, hvør var innkallað í rættarnevndina í dag í samband við avlurtingarpakkan:
Kl. 9.15: Amnesty
Kl. 9.40: Dátueftirlitið
Kl. 10.00: Advokatarnir Jógvan Elias Winther Poulsen og Turið Debes Hentze
Kl. 10.20: Barnaverndarstovan Føroya
Kl. 10.40: Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar
Kl. 11.00: Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum
Kl. 12.00: Sorinskrivarin

Og útvarpið valdi - uttan nakra frágreiðing - bara at tosa við Jógvan Elias Winther Poulsen. Einasta sum sagt var, var at hann hevði kannað avlurtingarpakkan og var á gátt í rættarnevndini. Og hann dugdi yvirhøvur einki at síggja, sum setti spurnaðartekin við ætlanina um meiri avlurting her á landi.

Hvat við hinum og hví vóru júst hasi fólkini vald at koma í rættarnevndina? Møttu tey ikki upp ella høvdu tey onga meining?
Høvdu hini ikki kannað avlurtingarpakkan?
Hevði tað ikki verið vert at nevnt, at fleiri ymiskt vóru innkallað?
Óvanliga illa frágingið journalistiskt arbeiði.

Her er meiri tilfar um avlurtingarpakkan: Um avlurtingarpakkan
Her er skráin til fundin í rættarnevndini: Skrá fyri fund í rættarnevndini
Her er innslagið í útvarpinum í kvøld (tekur eina lítla løtu): Innslagið í útvarpinum

Saturday, December 28, 2013

Privatøkonomiskt sniðálop á trúvirðið

Nú vísa kringavarpsstjórin og stýrisformaðurin aftur, hvussu lítil dugur er í teimum, tá ræður um, at halda handilsáhugamál burtur frá sendingum í Kringvarpinum.
Sjálvandi er tað blóðskeivt - eins og tað var í fjør - at lata sendinet, manning og útgerð - til eitt privat felag nýggjársaftan at selja til hægstbjóðandi.
Vónandi er onkur leiðari í Kringvarpinum sum gevur sínum medarbeiðarum greið boð um, at tey skulu ikki leggja navn, andlit og trúvirði til sendingar, har privatar fyritøkur og kommunur keypa sær vælvild á almenna sendinetinum.
Og vónandi eru onkrir medarbeiðarar í Kringvarpinum, sum gera púra greitt, at tilfar, sum tey hava framleitt til Kringvarpið í ár, ikki undir nøkrum umstøðum má brúkast sum søluagn fyri ríkum kommunum og privatum fyritøkum.
Og vónandi eru onkur so fræg i Kringvarpinum, at tey duga at síggja at hetta er ein so óheppin blanding fyri óheftan tíðindaflutning, at tey siga nei og ikki lata seg keypa av eini hægri tímaløn.
At eitt privat felag við einum fyrrverandi leiðara í Kringvarpinum og einum núverandi royndum medarbeiðara klára at fáa einkarætt til føroyska sendinetið nýggjársaftan og sleppa at selja senditíð, ja tað er væl klárað av teimum. At teir kunnu tjena upp á tað er fantastiskt. At teir draga stjóra og nógv onnur upp á tráð er spell. Men eitt vælmeint liberalt til lukku!
Men tað eru júst slík privatøkonomisk sniðálop á trúvirðið, sum eitt alment kringvarp skal klára at standa í móti - annars gevur tað onga meining at tosa um public service - og sum eg havi nevnt so ofta, so ivist eg í um tað gevur meining við tí miðlapolitikki, sum Kringvarpið stendur fyri.
At framleiðslan ikki er boðin út er minsti trupulleikin - trupulleikin er sjálvandi, at har er so lítið skil í.
Men eitt gott nýggjár ynski eg øllum, tí tað hava vit øll uppiborið!