Wednesday, November 16, 2011

Ábyrgdin fyri slatri og sleygi liggur hjá teimum, sum skuldu verið professionel



Kl. 20.17  – Mikukvøld 16. november 2011.

Hvat meinar Portalurin við, at líkið av saknaða manninum ikki er funnið enn?
Enn? Eg havi ongastaðni sæð nakað vátta um, at maðurin skal vera deyður.
Eg havi sæð, at politiið hevur skuldsett ein mann fyri manndráp.
Dimma og Norðlýsið skrivaðu fyrr í dag, at líkið varð funnið.
Árni og kompaní. Hvussu við grundleggjandi journalistiska kravinum um, at tíðindi skulu váttast? Og so serliga í so álvarsomum málum.

Hetta er ikki góður journalistikkur. Í einum sovornum álvarsmáli áttu bløðini at víst sína professionalismu. Bløðini og tíðinda-portalarnir áttu at havt ein standard, sum var hægri enn tann á Facebook.
Sera illa frágingið handverk í einum so álvarsomum máli.
Her er bara at bíða eftir umberingunum.

Samstundis ikki eitt orð at hoyra frá politinum.
Hvat billa Jón Klein Olsen og Bergleif Brimvík sær inn.
At skuldseta ein mann fyri manndráp í Føroym og einki hava at siga fyri almenninginum.
Og fútin, sum fyrsta dagin hon var í Føroyum lovaði opinleika.
Gott kvøld frú fúti! Ert tú ikki til arbeiðis?

Tá sonevndu porfessionellu miðlarnir ikki halda ein sobran og professionellan standard og løgreglan, guð hjálpi tú mær, heldur ein enn óprofessionellari standard, ja, tá stuðla tit og eggja tit til slatur og sleyg.
Tað gerst ókeypis at siga alt og okkurt – sjálvt tey professionellu gera tað. Tey, sum skuldu lagt ein standard, sum bloggarar og facebook-brúkarar skuldu hildu seg til.

Offrini í hesum máli eru ikki haldarar og lesarar – tey fáa undirhald, juhu. Men tað sita onnur fólk kring landið, sum liva í ótta og stúrni.
Einasti rætti journalistikkurin í hesum máli er at sitera, hvat politiið sigur og tá politiið einki sigur, so leggið eftir politinum og syrgið fyri at alt annað er váttað og ikki leysasøgur.

30 comments:

  1. Púra samdur við tær Øssur!

    ReplyDelete
  2. ja so púra samd.

    ReplyDelete
  3. Tú tók mær orðini úr munninum, Øssur. Bæði um journalistikkin og løgregluna. Eg øtist.
    Katrin

    ReplyDelete
  4. Eisini púra samd við Øssuri. Haldi at man gloymir at avvarandi sita í eini bíði-/sorgarstøðu - tað má kennast forferdiligt, at hoyra og lesa hesi tíðindi. Og ákærdi - sekur ella ósekur - hann er longu dømdur millum fólki.

    ReplyDelete
  5. Púra samd. Tykist sum Dimma hevur tikið yvir har sum Oyggjatíðindi slepti.

    ReplyDelete
  6. Púra samdur. Hetta líkist svartasta ongum. Stórur partur av føroysku miðlunum hoyrir heima í reyvini av fjórðu deild - og tað sama kann sigast um politileiðsluna. Reinir amatørar!

    ReplyDelete
  7. samd við Øssur

    ReplyDelete
  8. hvat annað skal man vænta av dimmu?

    ReplyDelete
  9. Púra rætt Øssur, vónandi verður hetta tikið til eftirtektar!

    ReplyDelete
  10. Stórt sæð samd. MEN hví skal tann etiski og professionelli standardurin í fjølmiðlunum knappliga vera so høgur? Tað eru bara nakrar fáar vikur síðani, at 6 børn vórðu yvirkoyrd í Havn. Tá bóru fjølmiðlar tíðindini, áðrenn foreldrini vistu nakað serligt. Eg sá, hvussu tað ávirkaði børn og foreldur. Og hvussu við øllum tíðindafólkunum, ið knappliga eru vorðin "politiskir viðmerkjarar", sum sleingja um seg við politiskum sjónarmiðum, gitingum og hálvum sannleikum? Fyri ikki at snakka um tykkum mongu fjølmiðlafólk (tí ert íroknaður Øssur), sum koma út úr skápinum sum politikarar. Er tað álitisskapandi? Har skal ein hundans rúgva av sjálvsrannsakan til, og ein alvorligur etiskur uppstrammari, áðrenn man kann hava álit á fjølmiðlunum her í landinum.

    ReplyDelete
  11. Ja, Øssur, onki skil á øllum hesum gitingum ! Haldi at Løgreglan skuldi givið borgaranum kunning í hesum sera lítla samfelag, um hvat gongur fyri seg í hesum álvarsmáli !

    ReplyDelete
  12. Júst so Øssur!

    ReplyDelete
  13. Samdur, Dimma og Portalurin eiga at koma við eini umbering, um skomm er skapt í teimum.

    ReplyDelete
  14. Her verður ikki tonkt langt, líkist svartasta ongum, hava hesi fólk hvørki samvisku ella hjarta, ella eru tey milt sagt býtt:(

    ReplyDelete
  15. Kann so vera. Sjálvt útvarpið hjá Kringvarpinum stendur á tá og lúrir inn gjøgnum garagugluggan hjá IRF á Hagaleiti. Eg skilji ikki argumentið um, at almenningurin hevur krav um kunning niður í minstu smálutir, í slíkum málum sum hesum. Firi mær líkist hettar ongum uttan barnsligum sleygi og slætri. Og tá hettar so verður framborið av fólki, ið alt annað líka, átti at vita betri, antin tey so arbeiða á oyggjatíðindum, dimmu, sosialinum ella kvf, ja so haldi eg álvara tos, at tað er ovboði. Skamm fái tykkum, øllum og einum, fyri slíka skemdska dýnulifting.
    Johannes Joensen

    ReplyDelete
  16. Øssur Patursson17 November, 2011 01:21

    Rætt hevur tú!

    ReplyDelete
  17. einig við Øssur!!!

    ReplyDelete
  18. Professionelisman eksisterar ikki í Føroyum yvirhøvur! Og so slett ikki innan tað almenna og tænastumanna verkið. Og so absolutt slett yvirhøvur ikki í politikki !

    ReplyDelete
  19. Jóannes Niclasen17 November, 2011 03:39

    Havi bara eina viðmerking, sjálvsagt skal politiði ikki úttalað seg enn, tað eigur tú at vita Øssur.

    ReplyDelete
  20. Tá dimma veit so væl, hví siga tey ikki politinum frá at tey hava funnið pidda? Tað hevði spart løgregluni eina rúgvu av orku. Eitt nú við at endavenda IRF

    ReplyDelete
  21. Nú havi eg sjálv sitið í støðuni har ein í familjuni hevur verið horvin, og vit niðri hava fingið boðini úr fjølmiðlunum tá okkurt nýtt er hent, áðrenn familjan úr Føroyum hevur nátt at ringt runt. Tað er als ikki stuttligt!
    Viðvíkjandi politiði kundu teir verið betur at úttalað seg, tó má ein skilja, at teir ikki kunnu koma út við upplýsingum, ið kunnu ávirka kanningina. Vit vilja jú øll at maðurin verður funnin, og at rætti peronur verður ákærdur. Haldi kanska Øssur at tú skuldi bíða til tú aftur vart sissaður at skriva bloggin.

    ReplyDelete
  22. Júst í hesum málinum eru veruliga nógvar meldingar komnar frá ymiskum miðlum, og løgreglan hevur ikki verið serliga góð til at antin at vátta ella avsanna substansin - um altso løgreglan hevur nakran substans. Við øllum teim kanningum, ið nú fara fram, mugu teir hava onkran illgruna - og hendan burdu teir kunna deilt við almenningin. Heldur enn at miðlar, sjálvt teir, ið vit vanliga meta sum seriøsar, gita og sletta rundan um seg við, ja, leysasøgum. Tað er als ikki gott nokk, og tað man vera sera slítandi hjá familju og kenningum hjá Pidda. Ein grundregla í journalistikki er, at søgan skal vera so álítandi og eftirfarandi sum yvirhøvir gjørligt - tað tykist ikki vera tilfeldi í fleiri førum her.

    ReplyDelete
  23. 15% av árligu játtanini til Kringvarp Føroya átti at farið beinleiðis til óheft útbúgvin tíðindafólk kring allan heim, ið í ávíst tíðarskeið binda seg til at kannað ávís føroysk viðurskifti.

    Hvussu skal standurin verða, tá fjóðra valdið í høvuðsheitum er samansett av reinum amatørum...

    ReplyDelete
  24. Løgreglan man hava annað at gera í hesum døgum, enn at skula vátta ella avsanna sltur og sleyg! Tí slaturin trívist enn fantastiskt í Føroyum, sjálvt um vit eru komin út í 21. øld. Vánaligur jounalistikkur og onki annað.

    Og deila illgrunan við almenningin?? Ja hvat fanin tá????

    ReplyDelete
  25. Øll klár við steininum!
    Kringvarpið er eisini við. Nú søgdu teir frá um drápsmannin? Politiðið skal koma við onkrum, so ikki óneyðug gitan fer í gongd!
    Gott at tílíkt er ókent, so miðlamaðurin bara tosar: at tað er sum í filmum!
    eisini

    ReplyDelete
  26. Tað eru ongir jurnalistar í Føroyum. Ikki ein. Tað krevur høgt IQ og etiskt støði at verða journalistur. Í Føroyum eru tað teir sum kalla seg journalistar. Teir hava allir gingi á sokallaða journalistskúlanum í Aarhus, har ein og hvør kann koma inn og klára tað lága støði av examiu teir hava, sovandi. Har eru so lág kriteriir at papírini harífrá eru einkið verd. Einkið. Null IQ og uttan etik. Tí er tað, at ein sum kemur av tí sokallaða journalistskúlanum í Aarhus, ikki er at meta sum ein journalist. Og næstan allir "Journalistar" í Føroyum koma frá hasum skúlanum, hvar teir hava hesa onkið verda "Journalist examiina" Tí er tað eingir journalistar í Føroyum. Ikki ein. Eitt er at verða, eitt anna er at kalla seg. Journalist.

    ReplyDelete
  27. Góðan morgun Øssur !!!

    Fyrst skal sigast at eg havi djúpastu samkenslur við teymum avvarandi hjá Pidda.

    Journalistiskt er søgan lýst eins flest allar søgur í teimum "viðurkendu føroysku miðlunum".
    Nærum einki fakta men mest gitingar, sleyg og slatur. Í hesum føri kann søgan enda sera syrgiliga og tí vekir hetta meira følilsir. Men tað er sera vanligt í Føroyum at søgur eru framførdar á henda hátt, nógv eru dømini um persónligar útheingingar uttan objektivar lysingar ella prógv men bert eina persónliga vandetta frá einum journalisti ella fjølmiðli eftir ávísum persónum. Tá er sum oftast eingin reaktiónin uppá søgunar. Viðkomandi sum verður úthongdur fær ikki vart seg ímóti fjórðu statsmaktini og hann og familjan verða merkt av hesum fyri lívið.
    So Øssur, journalistar og eisini tú hava skyldu at lýsa málini so gott, objektivt og etiskt rætt sum gjørligt.

    ReplyDelete
  28. Ja, vit eru vorðin eitt samfelag sum minnir ikki so lítið um Nero'sa Róm - "Gev fólkinum undirhald, so tiga tey!" - hóast vit ikki beinleiðis tiga, men kappast um at oysa Facebook undir í leysasøgum, slatri.
    Men tá fjølmiðlarnir eru algoystir av viljanum at geva fólkinum (júst) Undirhald og bera uppfunnin tíðindi, slatur og gitingar, tá er tíð at lata seg í húðaskógvarnar og leita gamla, føroyska sinnalagið framaftur.
    Høvdu útsendingarnir hjá Dimmu sloppið inn á ruskstøðina í Leirvík, stóðu teir enn og vaskaðu øsku, rotnar bananir og eina flekkuta samvitsku av sær.
    PS: Eg havi roynt at koyra kustin eftir trappusteininum heima.

    ReplyDelete