Saturday, August 15, 2015

Føroyingahavnin: Restirnar rotnaðar

Føroyingahavnina er í bakborði, tá vit stevna inn eftir fjørðinum í dýrdarveðri. Tað tók bara tveir tímar at stima úr Nuuk og suðureftir. Summarið er komið og sólin stendur sterk á saltgoymsluna, sum er fyrsti bygningur, sum sæst, tá vit sigla inn eftir fjørðinum.
Tað sær ikki vandaleyst út at leggja at træbryggjuni, tí leggja vit bátin fyri kýla og rógva í land í einum lítlum gummibáti.
Tað er púra kvirt og tómt.
Ringt at síggja fyri sær, at fyri nógvum árum síðani hava stór frystiskip lagt til bryggjuna og flutt fleiri túsund tons av flaki og saltfiski til meginlandið. Og larmandi kranar sveiggjaðu inn og úr saltgoymsluni.
Á landi vóru fleiri hundrað fólk – summi á flakavirkinum, summi í salfiskinum, summi á sjómansheiminum, summi í smiðjuni, summi í norska vælferðahúsinum. Summi í ”Himmelbjerget”, sum skrivstovu- og handlishúsið var rópt og sum eisini gjørdist eitt eyðkenni fyri Nordafarstøðina í Føroyinghavnina. Arbeiðsfólkið búði í barakkunum. Kanska onkur stóð og fekk sær ein pylsu í pylsuvogninum, sum stóð við smiðjuna.
Nordafar-støðin var bygd í 50-unum, tá gamla Føroyingahavnin – longri úti á fjørðinum - var niðurløgd og føroyingar kastaðu saman við norðmonnum og danskarum.
Har var stór saltgoymsla, flakavirkið og frystarí, og Føroyingarhavnin virkaði sum inn- og útskipingarhavn og var eisini týðandi útgerðarhavn hjá fremmandum skipum í Grønlandi.
Fyrst í 80-unum minkaði virksemið í Føroyingahavnini, men roynt varð at halda lív í Nordafar. Løgtingið og Fiskasølan royndu at blása lív í støðina í 80-unum, men tað bar ikki til.
Síðst í 80-unum fór Nordafar á húsagang. Roynt varð at selja, tað sum seljast kundi.
Síðani 1920-unum hava føroyinar róð út og fiskað í Grønlandi. Okkurt árið vóru væl yvir hálvt hundrað bátar í Grønlandi – smáðir útróðrabátar, sluppir, línuskip og trolarar.
Í 25 ár hevur støðin ongan góðn átt. Í dag standa bygningarnir tómir og oyddir - sum eitt søgufrøðiligt prógv um, hvat hendir við einum lítlum býi, tá øll eru rímd.
Ikki ein rútur var heilur – fleiri síggja út at vera skotnir í knús - og kanska eitt ella tvey borð stóðu á fýra beinum.
Eini 18 tons av salti standa enn inni í saltgoymluni og enn liggur pakningur at L/F Fiskasøluni og sløðist á gólvinum.
Men í dag er púra kvirt á Nordafar-støðini.