Tuesday, October 20, 2015

Tøgnin á tingi, men tíbetur hava vit Jenis

Í morgin er so løgtingsfundur aftur, men ikki nakað at hóma frá samgonguni.
Tíbetur hava vit Jenis av Rana, sum spyr, hvat tveir setningar í samgonguskjalinum merkja. Tað eru setingur um leiklutin hjá tí privata. Gott Jenis! 
Lok tykist vera lagt á ta nýskapan, tann framburð, ta menning, tað bjartskygni sum summi – ja, kanska nógv - væntaðu fór at koma við nýggjari samgongu.
Hvar eru hugskotini? Hvønn veg gongur leiðin – nei eg spyrji bara.
Nú er hálvur annar mánaði síðani nýggja samgongan var skipað.
Løgtingið hevur havt fýra fundir, men teir hava snúð seg um nevndarval og ein sjónleik um eina fíggjarlóg, sum ikki átti nakran góðan.
Fíggjarnevndin hevur havt ein fund 7. oktober, har hon skuldi skipa seg. Fíggjarnevndin lýsti við nýggjum fundi 8. oktober, men sambært heimasíðuni hjá løgtinginum hevur eingin fundur verið aftur.
Hvar er løgmaður, sum skal seta út í kortið, hvønn veg vit skulu fara?
Henrik Old situr í útvarpinum og roksar saman við Katrini Kallsberg.
Eg dugi at síggja, at ein landsstýrisfundur hevur verið – 8. oktober. Har var á skránni:
”Upprit og uppskot um broyting í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar”.
Annars veit heimasíðan hjá løgmansskrivstovuni at siga, at til bera søkja um at gerast starvslesandi á føroysku sendistovunum.
Spennandi at frætta frá løgtingsfundinum í morgin, um samgongan fer at siga frá tveimum av setningunum í samgonguskjalinum.