Wednesday, April 27, 2016

Tey 10 prosentini blivu til 80%

Ein sera áhugaverd gjøgnumgongd av søguni um sølu av fiskirættindum í sendingini "Tey 10 prosentini", sum var sent i sjónvarpinum týskvøldið.
Afturlítandi kann eg taka í egnan barm og undrast yvir, hví vit, sum stóðu frammalaga í Kringvarpinum hesi ár, ikki dugdu betri at síggja, hvat fór fram fyri nøsini á okkum.
Gott, at Kringvarpið gjørdi tað í gjárkvøldið.
Ein væl úr hondum greidd sending, sum lýsti eitt áhugavert tíðarskeið, tá fiskirættindini hópaðu seg upp hjá nøkrum fáum, og nógv seldu seg rík við rættindum, sum tey høvdu fingið frá landinum.
Problematikkurin var sera væl lýstur.
Fyri einhvønn - eisini fyri reiðararnar - sást, at hetta hevur ikki verið ein serliga góð skipan. Summi eru sloppin at válkað sær í almennum gávum.
Við vælsignilsi frá politisku skipanini - vitandi ella óvitandi.
Í dag standa vit so við spurninginum: Hvussu gera vit best nú?
1. januar 2018 nærkast og ósemja er í fólkinum um, hvussu ein fiskivinnunýskipan skal gerast.
Veikleikin við sendingini - sum við tí fyrru - var, at uppboðssøla slapp at standa eftir sum eitt gandaorð, sum bara vinnur á øllum øðrum tankum.
Kortini legði sendingin í gjárkvøldið - saman við fyrru sendingini - eitt gott grundarlag, sum væl ber til at kjakst útfrá.
Public Service eitur tað eisini.
Spennandi komponeraðir minuttir við eini framúrskarandi myndasíðu.
Í umrøðu av fyrru sendingini segði eg, at fyrra sendingin var 10% av tvørskurðinum gjøgnum fiskivinnupolitikkin seinastu árini. Í gjárkvøldið fingu vit - um ikki hini 90 prosentini - so hini 80 prosentini.