Tuesday, December 12, 2017

Stríðið um journalistiska sannleikan

Eg havi vanliga ikki verið so pírin í mínum viðmerkingum til gongdina í Kringvarpi Føroya. Men tað havi eg verið síðani tíðindaleiðarin fekk ætlanarskriv.
Var spurdur av Sosialinum um at viðmerkja í meiri breiðum høpi, men í roynd og veru tordi eg ikki, tí eg hevði ikki fult álit á, hvussu Sosialurin kundi finna upp á at brúka tað, sum eg nú einaferð segði.
Tí Sosialurin hevur lagt seg í kjalarvørrin á teimum, sum við øllum snildum - penum og ljótum - royna at murumyrða nýggja stjóran í Kringvarpinum.
Sjálvur endaði eg í hesum stríðnum millum nýggja stjóran og tey sum eg havi hug at skuldseta fyri at vera murudrápsfólk.
Eg skuldi leiða ein eftirmetingarbólk, ið skuldi eftirmeta journalistiska dekningin av sonevnda skattamálinum. Haldi meg vita, at journalisturin sum gjørdi sendingina um skattamálið, og onnur við, vildu ikki hoyra talan um, at eg skuldi vera við í nakrari eftirmeting. Og grundgevingin var, at eg hevði verið atfinningarsamur móti seinnu sendingini um skattamálið. Eg hevði brúkt orðið manipulasjón um brotið, har Suni Schwartz EIK-stjóri og Eyðun Mørkøre TAKS-stjóri vóru settir upp móti hvørjum øðrum, men brotið var frá eini bókaframløgu á Hotel Hafnia og hevði einki við skattamálið at gera. Hetta haldi eg enn vera manipulasjón.
At summi á tíðindadeildini ikki hildu nakað vera galið í at brúka fólk, sum høvdu róst somu sending og sama dekningi sigur mær so mikið, at tær moralsku reglur, sum tey halda skuldu galda fyri onnur - ikki eru galdandi fyri tey sjálvi.
At journalisturin heldur seg kunna sita í sjónvarpinum og flenna aftaná eina samrøðu við Eyðun Mørkøre kemur honum ikki til hugs, kann seta spurnatekin við hansara egna óhefni. Nei aðrar reglur galda fyri journalistin enn fyri onnur.
Og tað er júst hetta, sum hevur eyðkent journalistikkin í summum av teimum stóru dokumentarunum: Nevnliga, at tey, sum ikki hóska inn í valda sannleikan, skulu ikki hoyrast og í ringasta føri spottast.

Fiskivinnusemja í kringvarpinum
At hetta ikki er nakað eindømi vísti ein hending, ið eg var úti fyri eftir at hava havt Hans í Líðini sum gest í sendingini Afturáaftur. Hans í Líðini tosaði sína søk fyri at loyva fleiri skipum at trola – ella pløga, sum hann kallar tað – botnin. Eg gjørdi vart við í sendingini, at Hans í Líðini framleiðir trollemmar.
At hetta sjónarmiðið var sloppið framat, førdi við sær, at ein journalistur kom í øðini til mín og segði: Tú oyðileggur allan fiskivinnudiskursin hjá okkum.
Hetta gjørdi meg sera kløkkan. At onkur hevði onkra skipaða ætlan, sum eg eftir øllum at døma hevði verið óvitandi um. Ja, ikki hevði eg væntað, at eg skuldi skriva hetta alment, men tað skakaði meg.

Uppgerð um journalistikk
Tað sum hendir í Kringvarpinum í løtuni er ikki nøkur uppgerð við kritiskan journalistikk, men verður kanska ein uppgerð við tað slagið av journalistikki, sum kann nevnast aktivistiskur journalistikkur.
Í kringvarpinum verður nevnliga dagliga gjørdur kritiskur journalistikkur av tí klassiska slagnum, har journalisturin og miðilin ikki gerast partur í einum máli og har ynskið er at lýsa eitt evni gjølla og breitt.
Tíðindaleiðarin og einstakir journalistar hava staðið fyri tí slagnum av journalistikki, har miðilin ger seg til part í málinum og ikki hevur greiða intensjón at lýsa eitt mál so breitt sum til ber.
Tað slagið av journalistikki verður merkt av, at journalisturin hevur rætt, og tað kann lættliga ávirka kelduval, vinklar og blindvinklar.
Hetta slagið av aktivistiskum journalistikki hevur eyðkent Kringvarpið i nøkur ár - eisini áðrenn Johnny í Grótinum tók við sum stjóri.
Skattamálið er dømi um eina aktivistiska journalistiska framleiðslu. Journalisturin heldur seg hava 100 prosent vitan um rættin ella manglandi rættin til ein skattafrádrátt. Og 100 prosent vitan, at EIK hevur villeitt TAKS við vilja.
Og tá er næsta stigið so sjálvsagt: at døma heldur enn at upplýsa og nuansera.
Hetta er eitt slag av journalistikki, sum ikki er forboðin, men sum krevur ómetaliga nógv umhugsni - eisini etiskt umhugsni.
Har haldi eg, at dømi eru um tvørrandi umhugsni, tá td. málið um skattafrádráttin tykist vera lýst at kalla bara frá einari síðu.

Fjølmiðlar skulu ikki døma
Eisini hevði fjølmiðlanevndin rætt, tá hon í sambandi við viðgerð av fyrru sendingini um Skattamálið, nevndi, at fjølmiðlar eiga ikki at døma - tað skulu vit lata dómstólarnar um. Kringvarpið fekk ikki átalu frá fjølmiðlanevndini fyri sendingina, tí bankar og slíkir stórir aktørar mugu finna seg í meiri enn aðrir smærri aktørar.
Sanniliga mugu makthavararnir gjarna rista í buksunum, tá ein so stórur public service-miðil setir tey undir sjóneykuna, sum sita við valdinum. Men eg haldi, at tað eigur at gerast við klassisku fakligu dygdunum, heldur enn teimum aktivistisku.
Tí hinumegin hendan aktivistiska journalistikkin stendur tann klassiski journalistikkurin, har ynskið er at lýsa eitt mál so gjølla, sum til ber við tí greiðu intensjón at lova øllum sjónarmiðum framat. Uttan at gera seg sjálvan til ein aktivistiskan part í málinum.

Vátta egnan sannleika
Tað er trupult beint nú kroysta eitt fakligt kjak inn í tað almenna klandrið, sum er millum stjóran og tíðindaleiðaran.
Men kortini mugu vit royna at flisa persónsútspillingarnar frá.
Sosialurin og Kringvarpið valdu beinanvegin at døma EIK. Um vit nakrantíð fáa fulla greiðu á, um EIK við vilja royndi at villeiða TAKS, er ivasamt, tí vit vita ikki, hvat fútin endar við at gera. Eitt er spurningurin um EIK hevði rætt til nakran frádrátt og hin um EIK við vilja royndi at villeiða TAKS.
Alt bendir á, at Jørn Astrup Hansen hevur verið høvuðskelda til lýsingina hjá Kringvarpinum.
Men tað ger ikki, at skattamálið vendir skeivt í fyrstu syftu. Nógvur kritiskur journalistikkur byrjar við eini ónøgdari keldu, sum kennir seg vrangt viðfarna, og so verður bygt uppá.
Tað er í tí gongdini, at journalistikkurin fer yvir í aktivistiskan journalistikk. Tað er her kelduvalið tódnar og næstan alt bara snýr seg at vátta ta fatan, sum er galdandi millum tey ráðandi á redaksjónini.
Sum fjølmiðlanevndin eisini nevnir um fyrstu sendingina: "sendingin kann tykjast eitt sindur eintáttað, tí talan er um fáar keldur og ongar keldukritiskar spurningar". Men sum fjølmiðlanevnin eisini sigur "Hinvegin er trupult at fáa javnvág í, tá EIK ikki vil viðvirka."
Og tað er júst í hesum førinum, tá ein partur ikki vil vera við, at ymisk atlit - eisini etisk - gera seg galdandi. Í fyrsta lagi skal tað ikki forða journalistum at gera ein søgu, at ein partur noktar at vera við. Í øðrum lagi setur tað stór etisk krøv til journalistin, tá so at siga bara onnur síðan vil úttala seg. Tað setur eisini stór etisk krøv til journalistin, um fleiri keldur eru ónevndar.

Gloymdir vinklar
Í sendingunum um skattamálið verður ikki granskað í, hví Jørn Astrup Hansen er so grammur at leggja eftir leiðsluni í EIK. Heldur ikki verður granskað serliga væl í leiklutinum hjá SPEKT, sum bæði tekur sær æruna av "goodwill"-modellinum og seinni ikki vil kennast við tað. Astrup er við, men tað merkir ikki, at hann ikki skal viðgerast keldukritiskt. Skjøl frá SPEKT er við, men ikki nógvur keldukritikkur.
Granskað verður heldur ikki serliga væl, um tað kanska er Bankapakki 1, sum er skrúvaður soleiðis saman, at óvissa er um, hvussu hann virkar eftir donskum skattalógum og hvussu hann virkar eftir føroyskum skattalógum. Kanska er hetta eitt torskilt mál, har teir stóru klandast um at fáa rætt, tí eingin púra greitt hevur rætt.
Heldur ikki eru føroyskir - óheftir - serfrøðingar tiknir við.
Hetta er ikki neyðturviliga spurningar, sum høvdu broytt niðurstøðuna, men hetta eru spurningar sum høvdu nuanserað dekningin, so hann ikki var so tætt knýttur at einum sannleika – í hesum førinum tí hjá Jørn Astrup Hansen.
Tíðindaleiðarin og journalisturin hava vart aktivistiska journalistikkin, sum tann einasta rætta. Tað geri eg ikki, tó at eg dugi at síggja at hann kann hava kvalitetir.
Men teir kvalitetirnir hvørva, um høvuðsendamálið er at vátta egnan sannleika.
Eg dugi at síggja, at hetta er eitt stríð um framtíðar journalistikkin í Kringvarpinum - í miðlamastodontinum.

Um nýggi stjórin megnar at venda gongdini - tað veit eg ikki, men eg stúri fyri framtíðini hjá public-service stovninum, um tann aktivistiska linjan verður tann galdandi.