Professari í føroyskum drigin upp í rættarmál um 266b
Nú skal Jógvan í Lon, professari, gera eitt upprit fyri Føroya Rætt, um munur er á ”kynsligum samleika” og ”kynsligari sannføring.”
Í føroysku revsilógini 266b, stendur, at tey sum spotta ella háða persónsbólk orsaka av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, kunnu verða revsað.
Í donsku lógini eitur tað ”seksuel orientering”.
Men tað sum Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk fingu í gjøgnum í løgtinginum var at brúka orðingina ”kynsliga orientering”, sum hvarv á vegnum inn í lógina.
Fyrrapartin – týsdag 3. september - var Føroya Rættur settur, tí Beinir Joensen úr Runavík kallaði Dag og vikuvertin John Johanessen kynvilling. Politiið valdi at kanna, um hetta kundi vera brot á 266b, og tað endaði við, at ákæra var reist móti Beini Joensen.
Beinir gjørdist fyrtin
Vit vóru seks áhoyrarar í rættarsali nr. 2 í dag.
Beinir
greiddi frá, at hann var firtin um, at John Johannessen í Degi og viku
hevði sagt, at HIV ikki var vandamikið, um man fekk heilivág. Beinir
segði, at John var aktivistiskur í hesum máli, tí hann sjálvur var
homoseksuellur, og Beinir segði seg vita, at HIV kundi seta fólk í
lívsvanda.
Í fyrsta lagi sá út, sum rætturin skuldi
taka støðu til, um Beinir hevði brotið 266b i revsilógini – altso
føroysku umsetingina - sum sigur, at tað er ólóligt at spotta ella háða
orsaka av m.a. ”kynsligum samleika”
So var Jógvan í
Lon, professari í málvísindum, komin sum vitni. Hann greiddi frá, at
kynvillingur hevði neiliga merking – eingin ivi um tað.
Og Beinir hevði eisini gjørt greitt, at hann eisini hugsaði um homoseksuel, tá hann brúkti orðið kynvillingur.
Men
so legði dómarin uppí. Hann spurdi professaran, um orðingin í donsku
lógini ”seksuel orientering” var rætt umsett í føroysku lógini –
nevnliga ”kynsligan samleika”:
Har blivu øll skjótt
samd um, at tað var ivasamt. Dómarin gjørdi vart við, at Málstovan var
brúkt at umseta donsku lógina til føroyskt.
Dómarin spurdi um, tað skuldi verið umsett til ”kynsliga sannføring” og Jógvan í Lon helt, at tað hevði borið til.
Dómarin
spurdi so professaran, og umbar seg eitt sindur, at hann ikki hevði
biðið professaran fyrireika seg til hansara spurning – nevnliga, hvat
helt Jógvan í Lon munin vera millum ”kynsligan samleika” og ”kynsliga
sannføring”. Tað hættaði professarin sær ikki at svara uppá.
Men dómarin helt hetta hava stóran týdning – eisini í framtíðar sakarmálum.
Tí
skipaði hann fyri, at professarin skuldi skriva eitt upplegg, um hvat
munurin er millum ”kynsligan samleika” og ”kynsliga sannføring”.
Tað lovaði Jógvan í Lon at gera.
Rættarfundurin var slitin.
Brúk fyri orðabók
Ein
lýsing er, at ”kynsligur samleiki” er ein orðing fyri, hvussu eitt
menniskja kennir seg ella heldur seg vera seksuelt. Meðan ”kynslig
sannføring” er ein orðing, sum sigur nakað um, hvørjum man hevur
seksuellan hug á.
Ikki lætt at skina á, men ein
løgfrøðiligur spurningurinn verður helst, um greinin 266b yvirhøvur
verjir homoseksuel – tey, sum verða drigin at persónum við sama kyni –
altso tey, sum hava ta ”kynsligu sannføringina.”
Kanska verjir grein 266b bara tey sum hava ”kynsligan samleika”.
Men
nú bíða danski dómarin og danski ákærin eftir, hvat føroyski
málprofessarin heldur um umsetingina av 266b úr donskum til føroyskt.