Saturday, November 21, 2015

Symbolskt sjálvstýrisstríð

Sjálvstýrisstríðið er í løtuni meiri at kalla eitt tómt symbolskt stríð.
Eitt ð ella eitt einstakt orð eru vorðin plakatin, sum sigur um tú ert fyri ella móti eini sjálvstøðugari tjóð. Um tað eitur nummarplátur ella nummarspjøldur verður mitt í tí heila ein álvarsamur spurningur.
Flyta Dag og Viku fyri X-faktor verður eitt symbolskt kríggj.
Kili ella Chile verður ein av spurningunum, um vit skulu taka ræðið á okkara egna landi og alfabeti.
Inni í symbolsku klokkuni spæla politisku flokkarnir pikk.
"Nei, tú hevur pikkið!"
Hvørki eitt ð ella sjónvarpsskráin hava nakað við veruligt sjálvstýri at gera. Hatta verða altíð spurningar, sum vit skulu taka støðu til - sjálvstøðug tjóð ella partur av heimastýrinum. Vit skulu taka støðu til hasar spurningarnar - tað skulu og eiga allar sjálvstøðugar tjóðir.
Spurningurin er bara, um vit vilja verða ein sjálvstøðug tjóð, og um tað gevur veruligar fyrimunir - og ikki symbolskar fyrimunir. Alt tað symbolska loysist ikki - um vit velja eitt ella hitt.
Veruligir fyrimunir eru heldur ikki bara fíggjarligir fyrimunir - well denn, tað eru tað eisini. Men fyrimunirnir at taka ábyrgd av okkum sjálvum gevur eisini ein lætta. At vita, at eingin annar er har - at hetta er okkara land.
Einki land - heldur ikki Føroyar - kunnu liva uttan tætt samstarv við onnur lond. Sjálvandi vil okkara samstarv verða vent móti Danmark nógv ár afturat - og hví ikki tað?
Og eg haldi, at vit skulu loysa fyri at fáa okkara egnu viðurkenning.
Tá verða vit ikki heft at, hvat Danmark ella onnur lond gera. Heldur ikki lata onnur lond avgera, um vit skulu fara kríggj.
Nú haldi eg at ein góð grundgeving fyri at loysa er, at Danmark fer í kríggj í heilum og vit gerast ein kríggstjóð.
Eg haldi vit skulu loysa og so taka okkara natúrligu støðu í heimssamfelagnum.
Og eg haldi ikki, at pengar skulu verða avgerandi.
Sjálvsvirðið skal vera avgerandi - og rætturin til at siga nei til kríggj.
Yvirtøka av loftrúminum hevur einki við pengar at gera. Tað hevur við ræðisrætt at gera. Heldur ikki yvirtøkan av undirgrundini.
Tað er symbolskt, at vit ikki kunnu fara til olympisku leikirnar undir merkinum. Men tað er eisini eitt prógv um, at vit ikki vilja taka ábyrgdina - ta endaligu.
Einar sjálvstøðugur Føroyar eru ikki eitt symbolskt stríð.