Røða á Ypp øksl-tiltakinum hjá Unga Tjóðveldi leygardagin 15. okt. 2011
Góðu tit øll!
Vit øll eru tey 99 prosentini!
Har
er eitt prosent eftir, men vit eru tey 99.
Hetta
sum eg havi sagt ja til kann gerast upp á nógvar mátar.
Eg
kann royna at spæla tann alfaðirligi, eldri, klóki, sum skal siga nøkur vaksin
orð um, hvussu alt var betur tá babba var ungur og vit gingu mótmælisgongur og
bara ikki vóru so ófokuserað, sum tit eru.
Eg
kundi sagt tykkum søguna um, tá eg var handtikin uppi á Nato-støðini, tí eg
royndi at greiða yvirsergentinum frá ”Der er vores fjeld!”
Ein
annar máti er, at spæla ungur saman við tykkum og lova tykkum okkurt, sum eg i
mínum aldri haldi at tit ungu ynskja. Eg kann siga okkurt um, at hetta valið
snýr seg um tykkum og tykkara framtíð – og vit vilja gera alt fyri at tit skulu
gerast glað.
Eg
kundi sagt okkurt um, at tað skal vera ókeypis at, ja ókeypis at, ja ókeypis
at, ja kundi lova okkurt ókeypis…
Men
dagurin í dag – leygardagur 15. oktober 2011 – er nógv størri enn tað.
Í
dag savnast fólk kring allan heim i meiri enn 1500 býum at mótmæla ti oyðandi
megi, sum bankar og multinationalar fyritøkur hava havt á fólkaræði í heiminum.
Í
dag savnast milliónir av heimsborgarum, at mótmæla teimum kreppum, sum verða
skaptar í Wall Street í New York. Skaptar kreppur, sum kunnu ávirka okkum í
fleiri ættarllið, um vit ikki steðga ørskapinum. Ja ger vit einki, so fara tit
at standa her um 40 ár og siga, at nu er nóg mikið.
Hendan
rørslan hevur sín uppruna í uppreistrunum í Egyptalandi, Tunesia, Spania,
Grikkaland, Italia og Bretlandi.
Hendan
heimsrørsla, sum veksur dag fyri dag, hevur til endmáls at vísa, hvussu tað er
tað ríkasta eina prosenti av heimsins íbúgvum, sum skriva reglurnar fyri
globala búskapin og sum tvinga neoliberalistiskar loysnir niður yvir heimsins
íbúgvar – har ójavnrættur er endamálið.
Hetta
eina prosenti av heimsins fólki standa í mínum heimi fyri álopi á
mannarættindi, har umhvørvi og medmenniskjakensla hvørvur í grammleikans
ørðskapi.
Ì
vargabúskapinum.
Men
í dag standa vit saman við milliónum í London, New York, Reykjavík, Cairo, Tokio og siga,
at vit eru tey 99 prosentini, sum krevja fóllkaræði og búskaparligt rættvísi.
Broyting og menning, har vit síggja okkum sum borgarar í heiminum, sum stríðast
fyri javnari býti av ríkidøminum, sínámillum hjálp, samhaldsfesti, virðing og
sjálvsvirðing.
Vit
eru og vilja verða ein javnsettur partur av tí rørslu, sum í dag kring allan
heim sigur nei til neoliberalismuna og ja til menniskuni á okkara knøtti – og
ikki bara ja til tykkum, men til tykkar abba- og ommubørn.
Vit
eru tey 99 prosentini, sum stríðast fyri einum heimi fyri øll.
Vit
verða eisini tey 99 prosentini, sum vinna Føroyum sjálvstýri og geva okkum
okkara sjálvsagda pláss sum ein tjóð í heiminum.
Vit øll eru tey 99 prosentini.
Kom
vit gera tað!!
No comments:
Post a Comment