Helst er hetta
ættleitt úr donskum politikki, har tað fyri eitt val stendur ein
stjórnarmeiriluti klárur og tí kann geva haldbar politisk lyfti, sum so
sjálvandi eisini krevja fígging.
Í Føroyum stendur
ein – ofta drúgv – samráðingarleið fyri eftir eitt val.
Veljarin hevur
yvirhøvur onga trygd fyri, at vallyftini eru meiri sannlík, um víst verður á
okkurt ivasamt slag av fígging.
Eitt vallyfti er
eitt lyfti um, hvørji mál vit arbeiða fram ímóti og hvørji virði vit byggja
okkara politikk á og hvørjar broytingar vit vilja arbeiða fyri.
Politikkur er ikki
pragmatisma, har einasta krav er, at okkurt roknistykki skal ganga upp.
Næstu mongu árini
skulu vit læna pengar til okkara búskap, men tað er ikki líka mikið, hvussu vit
brúka lænta peningin.
Har hava vit
nøkur mál, nakrar broytingar og nøkur virði, sum vit lova at arbeiða fyri.
Vit hava sum mál
einar sjálvstøðugar Føroyar.
Tjóðveldi hevur
eisini sum mál, at ein burðardygg fiskivinna skal verða grundarlagið undir
vinnuni. Vit hava sum mál, at Føroya Fólk fær ágóðan av fólksins ogn.
Vit halda hetta er vegurin til at gera hetta til okkara land.
Ongin politikari heldur, at tað skal vera eitt stórt undirskot á fíggjarlógini, men vit hava ikki øll somu mál, um hvussu pengarnir skulu brúkast.
Vit halda hetta er vegurin til at gera hetta til okkara land.
Ongin politikari heldur, at tað skal vera eitt stórt undirskot á fíggjarlógini, men vit hava ikki øll somu mál, um hvussu pengarnir skulu brúkast.
Sjálvt um eg ikki
í dag kann vísa á nakra beinleiðis fígging, so haldi eg, at undirvísing og
útbúgving skal fáa meiri av felagskøkuni í sín part – fyri at taka eitt dømi.
Meiri av lántu pengunum skulu fara tann vegin.
Tað er ikki minni
týðandi við útbúgving, stuðli til tey veikastu ella liviligari kor til barnafamiljur, sjálvt um eingin ítøkilig fígging liggur á borðinum.
Tað er lætt bara
at sleingja út: Bank Nordik skal privatisetast og so er alt goldið. Tað ger
lyftini einki meiri sannlik.
Valyftini vera
einki sannlíkari av, at siga: Næstu ferð selja vit makrelin dýrari.
So tá samráðingar
verða eftir valið, so skulu fólk vita, hvørji mál vit hava, hvørjar broytingar
vit vilja arbeiða fyri og hvørji virði vit byggja okkara politikk á.
Styrkin millum
flokkarnar í Føroyum er avgerandi fyri, hvør politikkur verður rikin.
No comments:
Post a Comment